| Fororð |
| Ungu Føroyar 2009 |
| Hugtøk í bókmentafrøði er eitt savn av vanligum hugtøkum í bókmentafrøði, ætlað
næmingum og lærarum í hægri skúlum og øðrum áhugaðum. Umleið 80 nýggjar
greinir eru komnar aftrat síðan fyrstu útgávu, og eg takki teimum starvsfeløgum og
øðrum fakfólkum, ið hava dugnað. Ómerktum greinum ber ritstjórin ábyrgd av.
Aftast í bókini er skrá yvir heimildir. Av teimum er Hugtök og heiti í bókmenntafræði
høvuðsheimildin, nógvar greinir eru, meira ella minni broyttar og styttar, runnar
beinleiðis frá henni og høvundum hennara skyldi eg tøkk.
Turið Sigurðardóttir Her liggur ein netútgáva av bókini. Styttingar: BavS = Bergljót av Skarði EA = Eyðun Andreassen FG = Firouz Gaini JíL = Jógvan í Lon Jacobsen HPP = Hjalmar P. Petersen MM = Malan Marnersdóttir SH = Sólfinn Hansen |