U
Lýsing av og kunning um nýútkomið
verk, ofta eisini gagnmeting
(kritikkur) av tí. Ummæli koma fram í
bløðum, tíðarritum, og sama orð ber til
at nýta um samsvarandi tættir í útvarpi
og sjónvarpi. Upprunan til ummæli ber
til at rekja aftur til tíðina, tá ið tíðarrit
fóru at koma út, og blómatíðarskeið
teirra er 19. og 20. øld. Ummæli eru
millum frumheimildirnar, tá ið móttøkan,
sum eitt bókmentaverk hevði fingið,
verður kannað, og geva týdningarmiklar
ábendingar um áskoðanir og hugsanir
um bókmentir í einum ávísum tíðarskeiði.
Tey fyrstu føroysku ummælini,
sum tóku listfrøðiliga (estetiska) støðu
til føroysk skaldverk, eru ummælini hjá
Kristini í Geil um fyrstu føroysku skaldsøguna,
Bábelstornið eftir Regin í Líð,
(Tingakrossur Nr. 26 1910) og fyrsta føroyska
yrkingasavnið, Yrkingar Janusar
Djurhuus, (Tingakrossur Nr. 22 1914).
Aftur til yvirlitið(gr. periphrasis)
U. er í klassiskari
tungulist tann stílsnildin, at onnur
orð ella orðasambond eru sett í staðin
fyri vanlig orð. U. er tí skyld við *metonými.
U. er eitt slag av týðing, merkir
beinleiðis tað, sum umskrivingin sigur,
er samheiti ella skilmarking, men metonými
setir harafturímóti eitt annað
hugtak í staðin. U. lýsir sostatt fyribrigdið
við at nevna eginleikar hjá tí ella viðurskifti
og ávirkan av tí, t.d. ‘hin alvaldandi’
= Gud.
Tær norrønu *kenningarnar eru eitt slag av u.
Aftur til yvirlitiðTær norrønu *kenningarnar eru eitt slag av u.
Sí *merkingarfrøði.
Aftur til yvirlitið Ein snild í klassiskari
røðulist, eisini nógv brúkt í miðøldini.
Dømi: “Eg eri eingin røðari, men fari
tó…”
Aftur til yvirlitið
Curtius 93-95, Heinrich Lausberg Curtius:
1990 Handbuch der literarischen Rhetorik,
93-95, gr. 275. 1990.
Rørsla í heimspeki,
stjórnmálum, vísindum og bókmentum,
sum hevði djúpa ávirkan frá endanum
á 17. øld og til endan á teirri 18.
Megineyðkenni hennara er tann bjartskygda
trúgvin á kritiskt skynsemi og
skilvísa (logiska) hugsan, sum við støði í
kunnleika átti at hava við sær framburð
á øllum økjum. Upplýsingin havnaði
hevdbundnum teorium og fordómum
og metti undirvísing og upplýsing at
vera neyðuga undirstøðu undir at taka
allar gamlar metingar til endurskoðan.
Grundvøllurin var bæði nýfinningarnar
hjá náttúruvísindamonnunum frá Kopernikusi
til Newton og nýggjar teoriir í
heimspeki, rationalisman, sum Descartes
var upphavsmaður at, og empirisman
hjá J. Locke. Upplýsingarrørslan
byrjaði um endan á 17. øld í Fraklandi
við stríðnum millum teir sonevndu
ungu – “modernaðu” (“les modernes”)
– og teir fornu (“les anciens”); teir ungu
noktaðu at viðurkenna gamlar hevdbundnar áskoðanir men kravdu, at skynsamar umrøður fóru fram um tær;
oddamenn fyri “teir modernaðu” vóru
Fontenelle og P. Bayle. Voltaire gjørdist
tann fyrsti, sum kunnaði um bretska
heimspeki í riti sínum Lettres philosophiques
sur les Anglais (Heimspekilig
brøv um onglendingar) 1734, og hann
var eftir tað undangongumaður hjá
upplýsingini í Fraklandi saman við
Montesquieu (høvuðsrit: L’esprit des
lois, Andi lóganna, 1748) og alfrøðingunum
við Diderot á odda. Tað sum hesir
menn skrivaðu hevði ómetaliga ávirkan
í Evropa og gjørdist støði undir bardaganum
fyri mannarættindum og
broyttum stjórnarháttum.
Eitt av úrslitunum av upplýsingarrørsluni var, at hópur av tíðarritum fór at koma út víða um lond. Tíðarritini røddu um siðalag og samfelagsspurningar. Fyrimyndin var enska tíðarritið The Spectator, sum Addison og Steele góvu út 1711-12. Við tíðarritunum var komin ein nýggjur pallur fyri almenna umrøðu, sum hevur verið síðani.
Í skaldskapi hevði klassisistiskur formur stórt vald, hóast evnini vóru nýggj. Hugmyndirnar hjá upplýsingarrørsluni koma greiðast fram í skaldsøgum, sum í Onglandi og Fraklandi brutu upp úr nýggjum, í sjónleiki, ikki minst skemtileiki, sum helt samtíðina fyri gjøldur (t.d. Marivaux, Beaumarchais, Goldoni, Sheridan, Holberg). Størstan leiklut í bundnum máli høvdu fróðskaparyrkingar, sum í 18. øld stóðu í blóma á síðsta sinni.
Í Føroyum er Jens Chr. Svabo (1746- 1823) ein høvuðsumboðsmaður fyri upplýsingina. Um tað ber alt virki hansara boð, sum tað er til skjals í mongu ritum hansara; tey kunnu býtast í fýra bólkar eftir evnum: Kvæðasøvn, orðasøvn, føroyafrágreiðing og rit um vinnulívið.
Aftur til yvirlitiðEitt av úrslitunum av upplýsingarrørsluni var, at hópur av tíðarritum fór at koma út víða um lond. Tíðarritini røddu um siðalag og samfelagsspurningar. Fyrimyndin var enska tíðarritið The Spectator, sum Addison og Steele góvu út 1711-12. Við tíðarritunum var komin ein nýggjur pallur fyri almenna umrøðu, sum hevur verið síðani.
Í skaldskapi hevði klassisistiskur formur stórt vald, hóast evnini vóru nýggj. Hugmyndirnar hjá upplýsingarrørsluni koma greiðast fram í skaldsøgum, sum í Onglandi og Fraklandi brutu upp úr nýggjum, í sjónleiki, ikki minst skemtileiki, sum helt samtíðina fyri gjøldur (t.d. Marivaux, Beaumarchais, Goldoni, Sheridan, Holberg). Størstan leiklut í bundnum máli høvdu fróðskaparyrkingar, sum í 18. øld stóðu í blóma á síðsta sinni.
Í Føroyum er Jens Chr. Svabo (1746- 1823) ein høvuðsumboðsmaður fyri upplýsingina. Um tað ber alt virki hansara boð, sum tað er til skjals í mongu ritum hansara; tey kunnu býtast í fýra bólkar eftir evnum: Kvæðasøvn, orðasøvn, føroyafrágreiðing og rit um vinnulívið.
Bókmentir: Reidar Djupedal: “Svabo og orðabókastarv
hansara” í Varðanum bd. 32.
Jógvan í Lon Jacobsen: “Nøkur um um
Svabo og upplýsingartíðina” í Máltingi Nr. 2,
1992, bls. 9 – 15.
Skaldverk á upprunamáli:
verk sum listafólk hevur skapað (móts.
týtt, endurskapað). Sí *týðing.
Aftur til yvirlitið(av gr. ou, ‘ikki’, og topos, ‘staður’, t.e.
‘staður sum ikki er til’)
Skaldverk, sum
lýsir eitt fyrimyndarligt ríki á einum
ímyndaðum stað, antin her á jørð ella á
øðrum knøttum, í nútíð ella framtíð.
Heitið stavar frá verkinum Utopia (1516) eftir Thomas More, ið lýsir eitt
fyrimyndarligt samfelag á Jørðini, har
allar ognir eru samogn.
Aftur til yvirlitið