P
(e. pantheism, av gr. pan, ‘alt’ og
theos, ‘gud’)
Heitið p. fevnir um ymisk
trúar- og heimspekiástøði, sum hava tað
í felag, at gud og alheimurin eru eitt, ein
vera ella ein sál, og verða ikki sundurskild
á sama hátt sum orsøk og avleiðing;
tað ber ikki til at skilja skaparan frá
skapanini, heldur er hesin alheimsandi
sjálvur hin skapandi máttur. P. roynir
sostatt at sleppa frá tvíhyggjuni ella
dualismuni, t.e. sundurskiljingini av evni
og anda, sum hon metir vera sjónhvørving,
ið stavar av, at evni menniskjans at
skyna á eru avmarkað. Skilningur av
tilveruni má tí byggja á hugskygni ella
intuitión og kenslum heldur enn á skynsemi
og objektivum kanningum. P. var
kjarnin í heimspekini hjá elstu umboðunum
fyri *romantikkin og kom fram á
ymsan hátt hjá lærisveinum Kants, eitt
nú J.G.Fichte (1762-1814), F.W.J.
Schelling (1775-1854) og A. Schopenhauer
(1788-1860). Sambært teimum
og fleiri øðrum vóru skapanarmegin í
náttúruni og skapanartørvur og skapanardugur
listamansins samanbundin;
undirstøðulógin var orðingartørvurin,
sum breyt sær slóð burtur úr øllum
bondumog hevdum. Ávirkan frá p. kom
ikki bara fram hjá teimum romantisku
skaldunum, men eisini hjá ymsum í
seinni tíð. Millum føroyskar yrkjarar
finna vit skilliga panteismu hjá nógvum,
t.d. H.A. Djurhuus og Karsten Hoydal.
Aftur til yvirlitið(gr. para við liðina á, phrasis
orðing)
Sí *endursøgn.
Aftur til yvirlitið Sí *javnseting.
Aftur til yvirlitiðSpottandi avbronglan, herming,
keipumynd av bókmentaverki ella verkum.
Keipa av stíleyðkennum ella øðrum
hjá einum høvundi ella bókmentaráki
við at nýta tey við óhógv. Tóroddur
Poulsen er dømi um høvund, ið nýtir p.
Aftur til yvirlitið(gr. pathos líðing, sterk kensla)
Innilig,
ovurhugað og hátíðarlig framseting.
P. er fastur innihaldstáttur í t.d. harmleiki.
Aftur til yvirlitið Samfelagsskipan, har elsti
maður í ættini er høvur hennara. Í
kvennbókmentafrøði verður hugtakið
p. nýtt í lýsing og greining av kvinnuligari
umboðan í bókmentunum.
Aftur til yvirlitið(úr gr. pentametros fimmmáldur), fimmliðalag
Forngrikst ørindislag,
stavar frá lagnum *hexametur;
reglan býtist í tvær helvtir við *regluhvíld
ímillum; í hvørjari helvt eru tveir
rættir tríliðir og eitt langt stavilsi
(stývdur tríliður); hvør helvtin varð tí
mett sum 2½ ørindisfótur. Í fyrru helvt
kundi spondaios (*ørindisføtur) koma í
staðin fyri trílið, men ikki í seinnu helvt.
Pentametur var bara seinna regla av
tveimum og fylgdi aftan á hexametur
og myndaði tá *distikon.
Aftur til yvirlitið Sí *umskriving.
Aftur til yvirlitið Stílfyribrigdi, ið lýsir hugtøk
sum livandi verur, gevur teimum menniskjansligar
eginleikar, t.d. “lógarinnar
langi armur” (deyður myndburður),
“ein armóðin rættir aðrari hondina”
(orðatak), “Deyðin við líggjanum kom
her til jarðar” (Pól F).
Aftur til yvirlitið Mannlýsing, lýsing av persóni
í skaldverki, bæði gjøgnum frásøgn
frásøgufólksins, t.e. sonevnd beinleiðis
persónslýsing, og gjøgnum eitt nú atburð
og talu persónsins, t.e. sonevnd
óbeinleiðis persónslýsing.
Í beinleiðis lýsing av persónum sigur høvundurin ella frásøgufólkið frá útsjóndini hjá persónunum, eginleikum teirra, atburði og kanska eisini muru og sinnalagi, soleiðis at ein siðalagslig meting liggur í lýsingini.
Óbeinleiðis persónslýsingar eru harafturímóti gjørdar á ymsan hátt. Í objektivari frásøgn liggja tær fyrst og fremst í medferðini og atburðinum hjá persónunum; í orðum og gerðum teirra, samsvari ella ósamsvari millum tað, sum teir siga og gera – hetta er vituliga ein megintáttur í leikritum og dramatiskari frásøgn. Í øðrum lagi kunnu óbeinleiðis lýsingar liggja í hugburðinum og umrøðuni hjá øðrum um persónar. Og í triðja lagi kunnu tær koma fram í tí, hvussu ytri hendingar ella árin virka á persónin; tað kemur serliga fram, tá ið hugarenslið hjá persóninum verður lýst (í einarøðum, innari einarøðum, *hugstroymi).
Høvuðsmunurin millum beinleiðis og óbeinleiðis lýsingar er sostatt, at tær beinleiðis eru ætlaðar til, at lesarin skal taka tær sum veruleika; um tær óbeinleiðis kann hann harafturímóti sjálvur gera niðurstøður og skapa sær eina heildarmynd av persóninum, sum høvundurin ongastaðni hevur orðað bart út og beinleiðis. Men ofta eru báðir mátarnir blandaðir saman, t.d. við beinleiðis lýsingum av útsjónd og dugna, men óbeinleiðis av medferð og muru.
Ofta verður talað um tveir høvuðsmátar at kunna um høvuðspersónar í einum skaldverki:
1) felags kunning, har sum beinanvegin í byrjanini á verkinum verður kunnað um høvuðspersónarnar, og tá er ofta talan um beinleiðis lýsingar. Persónskunningin t.d. í nógvum íslendingasøgum er uppreksan av nøvnum, ætt og øðrum eyðkennum á høvuðspersónum fremst í søguni, áðrenn sagt verður frá hendingum; í Fiskimonnum eftir Martin Joensen verður í fyrsta kapitli kunnað um persónarnar, men ikki sum uppreksan, heldur felt inn í sjálva frásøgnina.
2) ketukunning, har sum persónarnir birtast smátt um smátt samsvarandi leikluti sínum í verkinum; tá kann vera talan um bæði beinleiðis og óbeinleiðis lýsing.
P. eru eyðvitað sera ymisligar, einfaldar ella margfaldar. Summir persónar eru kanska bara lýstir frá einari síðu, teir eru ósamansettir ella flatir persónar; aðrir eru umboð fyri eitt ávíst slag av menniskja og samfelagsbólki (*týpa), summir broytast ikki, hvat so teimum er fyri. Persónarnir, sum størstan týdning hava, eru tó oftast samansettari enn so, teir eru lýstir frá fleiri síðum og teir kunnu broytast og mennast við teimum lívsroyndum, sum teimum eru fyri í verkinum.
Aftur til yvirlitið

E. M.
Aftur til yvirlitið(lat. pietas frómleiki)
Vekingarrørsla
í Týsklandi síðst í 17. øld, sum
kravdi inniligleika og kenslur í trúnni og
avnoktan av tí verðsliga. P. breiddi seg til
Danmarkar og hevði stóra ávirkan á eitt
nú Brorson.
Aftur til yvirlitið([ple ‘jad] fr., úr gr. pleias,
sjeystjørna)
Felag av sjey fronskum
skaldum um miðja 16. øld, sum yrktu í
andanum hjá *endurreisnini (renessansuni)
og strembaðu eftir at føra
franskt mál fram til heiðurs í skaldskapi.
Høvuðsmenn vóru P. Ronsard og J. du
Bellay. Stevnuskrá teirra kom út árið
1549: La défense et illustration de la
langue francaise (Til verju og frama fyri
franskt mál).
Aftur til yvirlitið(gr. poiesis av potein at skapa)
1)
bundið mál, yrkingar. 2) tað skaldsliga,
poetiska í einum bókmentaverki, tónlistaverki
ella øðrum listaverki.
Aftur til yvirlitiðTað at orð kunnu hava ymiska
merking í ymiskari støðu, t.d. “krúna” =
1) ovasti partur á træ, 2) kongligt høvuðprýði,
3) næstytsti blaðkringur á
blomstri. Sí *merkingarfrøði.
Aftur til yvirlitið(av lat. ponere seta, seta fram)
Vísindalig og heimspekilig rørsla í 19. og 20. øld, sum vrakaði alla metafýsiska ella óvísindaliga grundan. Sambært p. fekst nýggj vitan bara gjøgnum at byggja á tann givna (positiva) veruleikan. Rørslan varð kveikt av fransmanninum August Comte og hon fekk týdning fyri bókmentafrøðina frá o.u. 1860. Positivistisk bókmentafrøði royndi at nærkast nátturuvísindaligum háttalag. Størri krøv vórðu t.d. sett til objektivitet, og roynt varð at finna orsakasambond í bókmentunum og menning teirra. Møguleikarnir vórðu kannaðar fyri at seta fram lógir fyri bókmentamenning. Sambandið millum høvund, verk og samfelag varð kannað.
*Ævisøguligt háttalag og
*samanburðarhátturin hava fingið íblástur frá p. – P. er ikki eitt rák í bókmentafrøði, men hevur givið íblástur til ymisk rák í bókmentagransking. Ígjøgnum 20. øld komu atfinningar frá
*formalismu,
*marxistiskari bókmentagransking,
*nýkritikki og
*strukturalismu móti at nýta positivistiskt háttalag í bókmentafrøðiligari gransking.
Aftur til yvirlitið Um kjakað hugtak,
sum síðan einaferð í 1980-árunum hevur
verið havt um nútíðarmentanina. Í
einfaldari merking sipar heitið til tað
stigið í vesturlendskari mentan í 20. øld,
sum kom aftan á hámodernismuna.
Oftari verður tað tó nýtt um mentanina
í framkomnum kapitalistiskum samfeløgum
síðan 1960-árini við eyðkennum
sum yvirflóð av ímyndum og stílum –
sjónskast í sjónvarpi, lýsingum og poppsjónbandi;
soleiðis hevur t.d. Baudrillard
nýtt hugtakið p. um eina mentan,
har brotkend sansan ræður; fortíðartrá
ella nostalgi, sum dyrkar pettir av
fortíðini, tikin úr samanhangi sínum;
einnýtis eftirgerðir ella kopi av øllum
handa slag, og ruðuleikakent grunnskygni,
har sum tey áður hámettu virðini
dýpd, samsvaran, merking, originalitetur
og trúskapur hvørva ella loysast
upp í tí tilvildarliga hurlinum av tómum
teknum.
Brúkt um bókmentir og aðra list er heitið p. tvítýtt og sipar øðrumegin til, at modernisman er avoldað og avloyst; hinumegin at modernisman stendur við einum nýggjum stigi. Tað ber til at síggja p. sum framhald av tí *fremmandagjørda huglagnum og tí torskilta og villandi í teknikkinum hjá modernismuni; men meðan modernisman helt fast við kravið um listarliga heild í brotkendum heimi, so hevur p. slept tí kravinum. Einfalt sagt, so vildi tann modernistiski yrkjarin tvinga eina merking frá heiminum gjøgnum *mýtu, *smbol ella formkynstur; men tann postmodernaði yrkjarin heilsar tí merkingarleysa hurlivasanum modernaðu tilveruni við ávísari lofnaðari líkasælu og dyrkar skaldskap, sum er uttan dýpt, fullur av tilvild og ósamanhangandi.
Mong eru ivasom um virðið í hugtakinum og halda tað vera eitt tekin um akademiskt ábyrgdarloysi, sum fagnar glitrinum í brúkarakapitalismuni og hennara moralska tómleika. Tey sum brúka orðið jaliga, síggja “tað postmodernaða” sum frígering frá valdaskipanini millum “høgar” og “lágar” mentanir.
Aftur til yvirlitiðBrúkt um bókmentir og aðra list er heitið p. tvítýtt og sipar øðrumegin til, at modernisman er avoldað og avloyst; hinumegin at modernisman stendur við einum nýggjum stigi. Tað ber til at síggja p. sum framhald av tí *fremmandagjørda huglagnum og tí torskilta og villandi í teknikkinum hjá modernismuni; men meðan modernisman helt fast við kravið um listarliga heild í brotkendum heimi, so hevur p. slept tí kravinum. Einfalt sagt, so vildi tann modernistiski yrkjarin tvinga eina merking frá heiminum gjøgnum *mýtu, *smbol ella formkynstur; men tann postmodernaði yrkjarin heilsar tí merkingarleysa hurlivasanum modernaðu tilveruni við ávísari lofnaðari líkasælu og dyrkar skaldskap, sum er uttan dýpt, fullur av tilvild og ósamanhangandi.
Mong eru ivasom um virðið í hugtakinum og halda tað vera eitt tekin um akademiskt ábyrgdarloysi, sum fagnar glitrinum í brúkarakapitalismuni og hennara moralska tómleika. Tey sum brúka orðið jaliga, síggja “tað postmodernaða” sum frígering frá valdaskipanini millum “høgar” og “lágar” mentanir.
JohnMcGowan: Postmodernism and its Critics
1991. Jean-François Lyotard: The Postmodern
Condition 1986. Vár í Ólavsstovu:
“Postmodernisma – lýst við støði í skaldskapi
Magnus Dam Jacobsen” Brá 19, 1992.
Rák, sum kom fram
partvíst innan fyri fronsku *strukturalismuna
í 1960-árunum. Heitið røkkur
um ta heimspekiligu *dekonstruktiónina hjá Jaques Derrida og feløgum hansara
umframt seinni verk eftir kritikaran
Roland Barthes, sálargreinandi ástøðini
hjá Jaques Lacan og Juliu Kristeva, tann
søguliga kritikkin hjá Michael Foucault
og mentanarpolitisku ritini eftir Jean-
François Lyotard og Gilles Deleuze.
Hesir frøðingarnir løgdu dent á óstøðugleikan
hjá merkingum og vit runnum
evnisbólkum (harímillum eisini hjá
menniskjansliga ‘subjektinum’) og
royndu at grava undan einari og hvørjari
hugsanaskipan, sum kravdi at vera
viðurkend sum havandi algilt virði –
slíkt krav var mett sum alræðisligt. Teir
settu sær fyri at loysa upp tey føstu
mótsetningapørini í strukturalistiskari
hugsan, haruppí roknað eisini mótsetningin
millum mál og “meta”-mál (t.e.
mál sum snýr seg um mál) – og sostatt
millum bókmentir og bókmentafrøði. Í
staðin vildu teir seta margfeldi uttan
valdsstigaskipan ella hitt ‘frælsa spæl’
merkinganna, tað opna og óavgjørda í
tekstunum. Í fronskum høpi fánaði p.
ímóti endanum á 1970-árunum, men í
enskmælta heiminum og Norðurlondum
var p. frammarlaga í 1980- og 90-
árunum.
Aftur til yvirlitið
Jacques Derrida: “Structure, Sign, and Play in
the Discourse of the Human Sciences” The Language of Criticism and the Sciences of
Man, ritstj. R. Macksey & E. Donato, 1970.
Sí *frumtilgongd.
Aftur til yvirlitið(gr. prologos)
Sí *formáli.
Aftur til yvirlitiðSí *óbundið mál, mótsett
*bundnum
máli.
Aftur til yvirlitið(fr. poème en prose)
Yrking í
óbundnum máli men við nógvum eyðkennum
av yrkingarmáli eins og skaldsligt
orðaval, myndir, tættleiki, ljómur og
rýtma. Prosayrking er ikki býtt sundur í
ørindi men sett upp sum prosa. Undan
romantikkinum í Fraklandi í 18. øld
varð skrivað lýriskt, skaldsligt prosa sum
mótmæli móti teirri áskoðan, at allur
lýriskur skaldskapur mátti fylgja føstum
ørindislagi. Í romantikkinum yrktu nógv
lýrisk skald skaldsligt prosa. Millum
gitnar yrkjarar, ið hava yndað prosayrking,
er Baudelaire, t.d. “Farið um miðnátt”
(Regin Dahl týddi, Brá 1 1982). Av
poststrukturalisma
føroyskum prosayrkingum ber til at
nevna ta romantisku “Føroyar” (1901)
eftir Sverra Patursson, og tær modernistisku
“Fráfaringarløta” (1971) eftir
Arnbjørn Danielsen og “Reflex” (1976)
eftir Róa Patursson
Aftur til yvirlitið