M
sí *gandarealisma.
Aftur til yvirlitiðamplifikatión
Orðing, sum
verður víðkað og økt út um tað neyðuga,
t.d. í uppgløddum, kenslubornum
stíli sum í barrokkum ella háromantiskum
skaldskapi. Dømi frá Kingo í týðing
eftir Chr. Matras: “Veri landamerki vár,/
vard við grið og friðargarði,/ órógv,
hungur, deyðin snari/ komi ei og veki
tár” (“Morgunsongur III”). Í dagligum
máli eru orðingar sum t.d. “spildursprænnýggjur”,
“góðasta besta” m.
Aftur til yvirlitið(da. antropologi av gr. anthropos ‘menniskja’)
M. er læran um menniskjað
sum part av mentanarligum
bólkum. Mannfrøðingar royna at lýsa
øll menniskju í øllum tíðarskeiðum,
hóast tað serliga eru sonevnd siðbundin
samfeløg, ið hava teirra áhuga. M. er heildarspekilig og roynir at greina sambandið
ímillum stovnarnar í einum
samfelag og eini mentan umframt sambindingina
samfelag-mentan. M. er
mentanarrelativistisk og byggir á
regluna um, at samfeløg skulu lýsast og
fatast við støði í teirra egnu fortreytum.
M. arbeiðir eisini við samanberandi rannsóknum av samfeløgum og mentanum, har bæði líkleikar og ymiskleikar verða kannaðir. M. er empirisk vísindi, sum eru eyðkend av sínum serliga háttalag, ið nevnist feltarbeiði. Eitt feltarbeiði tekur langa tíð – ofta meira enn eitt ár – og er djúptøkin kanning av einum avmarkaðum serligum bólki, ið mannfrøðingurin samstundis granskar og býr saman við. M. er, sigur skotski mannfrøðingurin Tim Ingold (f. 1944), heimspeki har menniskju eru hjástødd – ella við øðrum orðum heimspeki í praksis.
Hugtakið mentan er sera umfatandi í mannfrøðiligum høpi. Óteljandi allýsingar hava verið frammi, men klassiska allýsingin hjá bretanum Edwin B. Taylor (1832-1917) ljóðar: “Mentan ella siðmenning í etnografiskum týdningi er tann samansetta heildin, sum ávirkar vitan, trúgv, list, moral, lóg, siðir og allar aðrar førleikar og vanar, ið menniskjað ognar sær sum samfelagslimur.” Mentanin sigur okkum, hvussu fólk samskifta sínámillum, hvussu náttúran verður fatað og skipað, hvussu samfelagsskipanin verður tulkað og vard, hvussu bólkar fáa ein samleika og so framvegis. Mentanin er bæði hugsað og ítøkilig.
Tað er torført at seta árstal á, nær vísindagreinin m. varð fødd. Mannfrøðiligi hugsanarhátturin hevur djúpar søguligar røtur, men tað var mitt í 19. øld, at hann fekk tað, ið bar á brá at vera vísindaligur búni. Tá fóru fólk á skipaðan hátt at savna tilfar úr fremmandum heimslutum saman og royna at skilja ímillum mýtur og veruleika, millum ævintýr og rannsóknir, og tá skaptist eitt umhvørvi í Evropa, ið hevði áhuga fyri neyvari vitan um mentanir og fólkasløg heimsins. Tað vóru fólk í tænastu í evropeiskum hjálondum – trúbøtarar, generalar, handilsmenn, ævintýrarar og onnur – ið “uppdagaðu” ókendar siðvenjur og mentanir, sum tey síðan skrivaðu um í ferðasøgum, ritgerðum og frágreiðingum.
Tó kom feltarbeiði ikki inn í myndina fyrr enn tíðliga í 20. øld, tá Bronislaw Malinowski ígjøgnum fleiri ár búleikaðist og savnaði tilfar saman í teimum fjarskotnu melanisku Trobriand-oyggjunum. Tað varð nú kravt, at allir mannfrøðingar fóru út at kanna empiriskt tær mentanir, ið teir skrivaðu um. Í 20. øld mentist vísindagreinin, og í okkara tíð er hon viðurkendur partur av vísindaheiminum í øllum londum. Mannfrøðingar arbeiða í dag líka nógv í tí modernaða heiminum sum í fjarskotnum siðbundnum samfeløgum. Tað er einki evni, ið tað ikki ber til at granska mannfrøðiliga, men háttalagið, skrivistílurin og heildarspekiliga støðið eru framvegis eyðkenni, ið gera mannfrøðingar til mannfrøðingar. Av kendum mannfrøðingum kunnu nevnast Marcel Mauss, Claude Lévi-Strauss, Franz Boas, Margareth Mead, Alfred R. Radcliffe- Brown, Edmund Leach, Victor Turner, Fredrik Barth, Clifford Geertz og Marilyn Strathern.
Aftur til yvirlitiðM. arbeiðir eisini við samanberandi rannsóknum av samfeløgum og mentanum, har bæði líkleikar og ymiskleikar verða kannaðir. M. er empirisk vísindi, sum eru eyðkend av sínum serliga háttalag, ið nevnist feltarbeiði. Eitt feltarbeiði tekur langa tíð – ofta meira enn eitt ár – og er djúptøkin kanning av einum avmarkaðum serligum bólki, ið mannfrøðingurin samstundis granskar og býr saman við. M. er, sigur skotski mannfrøðingurin Tim Ingold (f. 1944), heimspeki har menniskju eru hjástødd – ella við øðrum orðum heimspeki í praksis.
Hugtakið mentan er sera umfatandi í mannfrøðiligum høpi. Óteljandi allýsingar hava verið frammi, men klassiska allýsingin hjá bretanum Edwin B. Taylor (1832-1917) ljóðar: “Mentan ella siðmenning í etnografiskum týdningi er tann samansetta heildin, sum ávirkar vitan, trúgv, list, moral, lóg, siðir og allar aðrar førleikar og vanar, ið menniskjað ognar sær sum samfelagslimur.” Mentanin sigur okkum, hvussu fólk samskifta sínámillum, hvussu náttúran verður fatað og skipað, hvussu samfelagsskipanin verður tulkað og vard, hvussu bólkar fáa ein samleika og so framvegis. Mentanin er bæði hugsað og ítøkilig.
Tað er torført at seta árstal á, nær vísindagreinin m. varð fødd. Mannfrøðiligi hugsanarhátturin hevur djúpar søguligar røtur, men tað var mitt í 19. øld, at hann fekk tað, ið bar á brá at vera vísindaligur búni. Tá fóru fólk á skipaðan hátt at savna tilfar úr fremmandum heimslutum saman og royna at skilja ímillum mýtur og veruleika, millum ævintýr og rannsóknir, og tá skaptist eitt umhvørvi í Evropa, ið hevði áhuga fyri neyvari vitan um mentanir og fólkasløg heimsins. Tað vóru fólk í tænastu í evropeiskum hjálondum – trúbøtarar, generalar, handilsmenn, ævintýrarar og onnur – ið “uppdagaðu” ókendar siðvenjur og mentanir, sum tey síðan skrivaðu um í ferðasøgum, ritgerðum og frágreiðingum.
Tó kom feltarbeiði ikki inn í myndina fyrr enn tíðliga í 20. øld, tá Bronislaw Malinowski ígjøgnum fleiri ár búleikaðist og savnaði tilfar saman í teimum fjarskotnu melanisku Trobriand-oyggjunum. Tað varð nú kravt, at allir mannfrøðingar fóru út at kanna empiriskt tær mentanir, ið teir skrivaðu um. Í 20. øld mentist vísindagreinin, og í okkara tíð er hon viðurkendur partur av vísindaheiminum í øllum londum. Mannfrøðingar arbeiða í dag líka nógv í tí modernaða heiminum sum í fjarskotnum siðbundnum samfeløgum. Tað er einki evni, ið tað ikki ber til at granska mannfrøðiliga, men háttalagið, skrivistílurin og heildarspekiliga støðið eru framvegis eyðkenni, ið gera mannfrøðingar til mannfrøðingar. Av kendum mannfrøðingum kunnu nevnast Marcel Mauss, Claude Lévi-Strauss, Franz Boas, Margareth Mead, Alfred R. Radcliffe- Brown, Edmund Leach, Victor Turner, Fredrik Barth, Clifford Geertz og Marilyn Strathern.
FG
Lýsing av persóni í máli ella
mynd; lýsing av persóni í skaldverki, lívi
og lyndieyðkennum hansara (*persónslýsing).
Aftur til yvirlitið Evnini hjá orðum og øðrum
málfrøðiligum teknum at bera
meira enn eina merking, alt eftir samtekstunum,
sum tey verða nýtt í. Hugtakið
varð sett fram í einum merkisverdum
russiskum riti, sum fanst at
teori *Saussures um la langue (*samrøðukendur).
Í hesum riti varð funnist
at Saussure fyri at ogna teknum fastar
merkingar; í staðin verður víst á, at tekn
og orð alla tíðina verða endurtulkað í
nýtslu og at stríðið millum samfelagsstættir
og bólkar hevur ávirkan á merkingina
og hvussu hon broytist. Við ávísar
søguligar umstøður verða serstøk
orð stríðsevni millum bólkar, sum tey
hava ymiska merking fyri; t.d. stendur
støðugt stríð um merkingina hjá orðinum
frælsi. Sí eisini *samrøðukendur,
*karnivalskur,
*polýsemi,
*russisk formalisma.
Aftur til yvirlitið Frábrigdi av
*fornyrðislagi. M.
er eyðkendur av, at tað eru minst fimm
stavilsi í hvørji reglu. Eddukvæðið Atlamál
er yrkt við málahátti.
Aftur til yvirlitið
Kulturhistorisk leksikon for nordiskmiddelalder.
Vésteinn Ólason: “Bragfræði” Íslensk bókmenntasaga
I, 1992, bls. 63-68.
(en. linguistics, sbr. lat. lingua:
tunga)
Málvísindi umfata nógvar ymiskar
greinar. Til ber at býta fakið sundur
í almenn málvísindi og samanburðarmálvísindi.
Tann fyrri parturin arbeiðir
serliga við sýnkronari (samtíðar-)
gransking, t.e. hvussu mál fungera á
samtíðaraksanum. Harafturímóti arbeiða
samanburðarmálvísindi burturav
við diakronari (søguligari) gransking,
t.e. hvussu mál broytast ígjøgnum tíð,
og hvussu tey evt. hava verið. Sjálvt
málvísindafakið er ikki so gamalt í Evropa.
Tey almennu málvísindini verða
vanliga sett í samband við sveitsaran
Ferdinand de Saussure (1857-1913),
sum er mettur sum grundleggjarin av
strukturalismuni og tí almenna málvísindafakinum
í Evropa.
Samanburðarmálvísindini veksa fram síðst í 19. øld við granskarum sum dananum Rasmusi Rask og týskarunum Grimm og Bopp. Eitt, ið serliga fekk týdning fyri samanburðarmálvísindini er, at indiska málið sanskrit varð enduruppdagað í Evropa í 1780-árunum. Nú sást, at tey evropeisku málini (tað eru øll mál í Evropa uttan mál sum baskiskt, ungarskt, estiskt, lappiskt, finskt o.fl.) vóru skyld, og at skyldskapur eisini var millum sanskrit og onnur mál í India og írskt í Írlandi. Málættin fekk navnið tann indo-evropeiskamálættin. Samanburðarmálfrøðin arbeiðir í høvuðsdráttum við at bera saman orð í teimum ymisku málunum. Um tað so ber til at seta eina ljóðlóg upp, ið sigur, at t.d. norrønt /jo/ > (verður til) før. /jø/, og tað “altíð” ger tað, so er talan um møguligan skyldskap. Hetta sæst í t.d. einum orði sum føroyskum mjøður, ið kann berast saman við norrønt mjoðr og danskt mjød. Her skal ikki nógv til at ímynda sær eitt samband orðanna millum. Síðani ber til at bera orðið saman við grikst methu og sanskrit madhu. Nú sæst, at norrønt hevur bróting av e > jo framman fyri eitt -u, sum sum seinni fellur burtur, meðan eitt /e/ (sum er í grikskum) verður til /a/ í sanskrit. Grikst er tað indo-evropeiska málið, ið best varðveitir sjálvljóðini, men sanskrit varðveitir best hjáljóðini. Tí er tað, at granskarar endurgera *medhu. (* stendur fyri endurgjørdan form í tí indo-evropeiska frummálinum). Nógv verður gjørt burtur úr slíkum endurgerðum og hugsanum um, hvar frumheimið hjá tí indo-evropeiska fólkinum mundi vera.
Til stuttleika skal nevnast, at orðið mjøður eisini er at finna í teimum finsku-uralskumálunum, har tað verður endurgjørt *mete. Talan kann vera um elligamlan skyldskap málanna millum, tí eisini annað bendir á slíkan skyldskap. Her skulu bara nevnast partar av sagnorðabendingini í nútíð.
Samanburðarmálvísindi eru ikki = søgulig málvísindi, sum arbeiða við, hví mál broytast, ella hví summi doyggja út o.s.fr. og eisini kunnu miða ímóti at greina, hvussu norrøna sjálvljóðaskipanin broyttist til ta føroysku.
Innan almenn málvísindi henda í dag ógvuligar broytingar, og nógvar eru teoriirnar um, hvussu tað best ber til at lýsa eitt mál á samtíðaraksanum. Heppið er at arbeiða við ymiskum løgum innan málvísindi. Tað kann t.d. vera 1) ljóðfrøði, 2) ljóðskipanarfrøði, 3) bendingarlæra, 4) setningalæra, 5) merkingarfrøði. Afturat skal nevnast pragmatikkur og *semiotikkur, ið serliga nógv hevur verið arbeitt við hesi seinnu árini. Í Føroyum, Íslandi og øðrum smáum málsamfeløgnum er eisini nógv gjørt burtur úr at smíða orð og reinsa málini. Hetta verður rópt málrøkt og byggir hon á tjóðskaparliga politiska sannføring.
Ljóðfrøðin (fonetikkurin) rannsakar, hvussu ljóðini verða søgd, t.e. hvar í munninum ljóð verða borin fram, og hvørjar mekanismur eru virknar, tá ljóð verða borin fram av málbrúkarum. T.d. kann ein ljóðfrøðingur spyrja, hvør munurin er millum t í tala og d í dala í føroyskum. Er talan um fráblástur (aspiratión) ella spenning? Ella kanska bæði? T.v.s. er t spentari (en. tense) enn d í dala (en. lax), ella er munurin bara fráblástur? Ein partur av ljóðlæruni er málføragransking/ bygdarmálsgransking (dialektologi), ið rannsakar ymisk málføri í sama landi. Tó er ikki heilt beint at flokka ljóðlæru og málføragransking saman, tí málføragranskarar royna sjálvandi at lýsa tey ymisku løgini í málinum. Teir kunnu kanna eitt nú ljóðskipanina saman við bendingarskipanini ella seta málførið í samband við eldri tekstir, ella høvuðsdenturin kann liggja á tí ljóðliga ella tí setningafrøðiliga táttinum o.s.fr.
Ljóðskipanarfrøði (fonologi) arbeiðir meira við, hvussu ljóðini standa í relatión til hvørt annað og hini løgini í skipanini. Fonologurin kann spyrja, hvat er á reki, tá [oe] er borið fram í føroyskum; t.d. framman fyri einum ella fleiri hjáljóðum. Er ljóðið ein partur av foneminum (fonem = minsta merkingargreinandi ljóðeindin í málinum) /εu/ (ó) ella foneminum /ø:/, ið bæði hava framburðin [oe] (í meginpartinum av Føroyum) í orðum sum stórt, høgt. Innan ljóðskipanarfrøði ber til at spyrja, hvussu stavilsisbygnaðurin er í einum máli. Hvussu ber til frægast at lýsa ymiska herðing, sum í garvari, garvarí, ógarvaður, forelskilsi. Skal tað gerast út frá t.d. at byggja upp eina metriska grind ella hvussu? – Tað er serliga nógv krás í føroyskari ljóðskipanarfrøði.
Bendingarlæra (morfologi) fæst mest við bendingarnar í málinum. T.d. hvussu orðini verða sett saman; um tey hava forskoyti, innskoyti ella eftirskoyti, og hvør merkingin kanska er í hvørjum einstøkum morfemi (morfem = tann minsta merkingargreinandi eindin í orðinum). T.d. er -ur ein vanlig bendingarending í føroyskum; hon sæst m.a. (í vissummálførum) í hvørfalli eintali kallkyni: bil-ur, men eisini í sagnorðabendingini, t.d. bít-ur. Her hevur bendingarendingin ymiska merking. Talan er um tvey ymisk morfem. Í armur ber til at ímynda sær, at -ur stendur fyri ‘hvørfall, eintal, óbundið’, meðan hon í bítur kann hava merkingina ‘2., 3. pers. eint. søguháttur’. Nógvar umfatandi broytingar henda innan granskingina av bendingarlæru júst nú. Eisini her er ymiskt spennandi í føroyskum, t.d. hvar bendingarmorfemið er í kúgv, kýr, kúm. Viðurskiftini eru ikki so einføld sum í bítur og armur. – Rannsóknir í bendingarlæru koma eisini inn á samansetingar av orðum og avleiðslur. Her hava granskarar m.a. spurt, um t.d. hvørsfallið í føroyskum bara er at skilja sum ein samansetingarliður. Vit siga ikki stórs mans hús á føroyskum talumáli, men húsini hjá einum stórum manni. Hetta at samsvarsbending vantar vísir, at hvørsfallið er ikki til í føroyskari lýsingarorðabending og navnorðabending. Eisini hava granskarar spurt, um tað nýggja -sa í føroyskum er annað enn eitt eftirskoyti. Um hvørsfallið ikki er til, so er t.d. a(r) í bygda(r)vegur at fata sum eitt klípi; eitt slag av samansetingarliði.
Setningalæra (syntax) hevur leingi havt stóran áhuga millum málgranskarar, og serliga aftaná at amerikanski granskarin Noam Chomsky síðst í 1950- árunum legði fram síni granskingarúrslit innan tað, hann nevnir generativa sýntaks. Har spyr hann m.a., hvussu tað ber til, at vit menniskju duga og framleiða eitt óendaligt tal av setningum, ella hvussu vit yvirhøvur læra eina so samansetta skipan sum tungumál. Nógv hevur verið skrivað fyri og móti Chomsky, og sjálvur hevur hann eisini fleiri ferðir broytt ástøði sítt.
*Merkingarfrøði, sí hetta hugtak.
Pragmatikkgranskingin arbeiðir mest við, hvussu málið fungerar í breiðari merking í gerandisdegnum. Hvussu vit eitt nú brúka málið fyri at náa teimum tingum, sum vit nú einaferð halda hava so avgjørdan týdning. Serliga fittligt – ella komiskt – kann tað vera at gera pragmatiskar kannningar av politikaramáli.
*Semiotikkur ella *teknfrøði er tann greinin í málvísindum (ella heimspeki), sum viðger teknuppbyggingina og hvørji tekn annars eru kring um okkum í gerandisdegi okkara. Ein, sum serliga hevur arbeitt við semiotikki tey seinnu árini, er Umberto Eco, ið nýtir hann nógv í skaldsøguni Navnið á rósuni. Ein granskari, sumhevur ávirkað semiotiska gransking, er amerikanski heimspekingurin C.S. Peirce (d. 1914). Hann býtir tað málsliga teknið (í grovumsagt) sundur í icon (ljóðhermandi orð), index (fornøvn o.o.) og sýmbol, sum eru tekn í strukturalistiskari merking við innihaldi og útsjónd og einum tilvildarligum sambandi millum hesar báðar partarnar av tí málsliga tekninum (eins og F. de *Saussure legði so stóran dent á).
Nógv frammi í tíðini eru sosiolingvistikkur og psýkolingvistikkur. Tann fyrri er enn ikki so viðkomandi í Føroyum. Hann fæst við rannsóknir av málinum hjá teimum ymisku klassunum og hvørjar kotur verða brúktar. Øll laga málið til, alt eftir hvønn tey tosa við. Psýkolingvistikkur fevnir m.a. um, hvussu børn læra mál, hvussu tey fungera við fleiri enn einum máli, og hvussu vit gjøgnum orð fata umheimin. Leggja orðini eina avmarkan á okkara fatan av umheiminum? Hevur málbygnaðurin (struktururin) ávirkan á, hvussu vit skilja og fata heimin rundan um okkum? Slíkar kanningar eru ringar at gera nakað við og verri at siga nakað endaligt um konseptualisering av umheiminum.
Aftur til yvirlitiðSamanburðarmálvísindini veksa fram síðst í 19. øld við granskarum sum dananum Rasmusi Rask og týskarunum Grimm og Bopp. Eitt, ið serliga fekk týdning fyri samanburðarmálvísindini er, at indiska málið sanskrit varð enduruppdagað í Evropa í 1780-árunum. Nú sást, at tey evropeisku málini (tað eru øll mál í Evropa uttan mál sum baskiskt, ungarskt, estiskt, lappiskt, finskt o.fl.) vóru skyld, og at skyldskapur eisini var millum sanskrit og onnur mál í India og írskt í Írlandi. Málættin fekk navnið tann indo-evropeiskamálættin. Samanburðarmálfrøðin arbeiðir í høvuðsdráttum við at bera saman orð í teimum ymisku málunum. Um tað so ber til at seta eina ljóðlóg upp, ið sigur, at t.d. norrønt /jo/ > (verður til) før. /jø/, og tað “altíð” ger tað, so er talan um møguligan skyldskap. Hetta sæst í t.d. einum orði sum føroyskum mjøður, ið kann berast saman við norrønt mjoðr og danskt mjød. Her skal ikki nógv til at ímynda sær eitt samband orðanna millum. Síðani ber til at bera orðið saman við grikst methu og sanskrit madhu. Nú sæst, at norrønt hevur bróting av e > jo framman fyri eitt -u, sum sum seinni fellur burtur, meðan eitt /e/ (sum er í grikskum) verður til /a/ í sanskrit. Grikst er tað indo-evropeiska málið, ið best varðveitir sjálvljóðini, men sanskrit varðveitir best hjáljóðini. Tí er tað, at granskarar endurgera *medhu. (* stendur fyri endurgjørdan form í tí indo-evropeiska frummálinum). Nógv verður gjørt burtur úr slíkum endurgerðum og hugsanum um, hvar frumheimið hjá tí indo-evropeiska fólkinum mundi vera.
Til stuttleika skal nevnast, at orðið mjøður eisini er at finna í teimum finsku-uralskumálunum, har tað verður endurgjørt *mete. Talan kann vera um elligamlan skyldskap málanna millum, tí eisini annað bendir á slíkan skyldskap. Her skulu bara nevnast partar av sagnorðabendingini í nútíð.
Samanburðarmálvísindi eru ikki = søgulig málvísindi, sum arbeiða við, hví mál broytast, ella hví summi doyggja út o.s.fr. og eisini kunnu miða ímóti at greina, hvussu norrøna sjálvljóðaskipanin broyttist til ta føroysku.
Innan almenn málvísindi henda í dag ógvuligar broytingar, og nógvar eru teoriirnar um, hvussu tað best ber til at lýsa eitt mál á samtíðaraksanum. Heppið er at arbeiða við ymiskum løgum innan málvísindi. Tað kann t.d. vera 1) ljóðfrøði, 2) ljóðskipanarfrøði, 3) bendingarlæra, 4) setningalæra, 5) merkingarfrøði. Afturat skal nevnast pragmatikkur og *semiotikkur, ið serliga nógv hevur verið arbeitt við hesi seinnu árini. Í Føroyum, Íslandi og øðrum smáum málsamfeløgnum er eisini nógv gjørt burtur úr at smíða orð og reinsa málini. Hetta verður rópt málrøkt og byggir hon á tjóðskaparliga politiska sannføring.
Ljóðfrøðin (fonetikkurin) rannsakar, hvussu ljóðini verða søgd, t.e. hvar í munninum ljóð verða borin fram, og hvørjar mekanismur eru virknar, tá ljóð verða borin fram av málbrúkarum. T.d. kann ein ljóðfrøðingur spyrja, hvør munurin er millum t í tala og d í dala í føroyskum. Er talan um fráblástur (aspiratión) ella spenning? Ella kanska bæði? T.v.s. er t spentari (en. tense) enn d í dala (en. lax), ella er munurin bara fráblástur? Ein partur av ljóðlæruni er málføragransking/ bygdarmálsgransking (dialektologi), ið rannsakar ymisk málføri í sama landi. Tó er ikki heilt beint at flokka ljóðlæru og málføragransking saman, tí málføragranskarar royna sjálvandi at lýsa tey ymisku løgini í málinum. Teir kunnu kanna eitt nú ljóðskipanina saman við bendingarskipanini ella seta málførið í samband við eldri tekstir, ella høvuðsdenturin kann liggja á tí ljóðliga ella tí setningafrøðiliga táttinum o.s.fr.
Ljóðskipanarfrøði (fonologi) arbeiðir meira við, hvussu ljóðini standa í relatión til hvørt annað og hini løgini í skipanini. Fonologurin kann spyrja, hvat er á reki, tá [oe] er borið fram í føroyskum; t.d. framman fyri einum ella fleiri hjáljóðum. Er ljóðið ein partur av foneminum (fonem = minsta merkingargreinandi ljóðeindin í málinum) /εu/ (ó) ella foneminum /ø:/, ið bæði hava framburðin [oe] (í meginpartinum av Føroyum) í orðum sum stórt, høgt. Innan ljóðskipanarfrøði ber til at spyrja, hvussu stavilsisbygnaðurin er í einum máli. Hvussu ber til frægast at lýsa ymiska herðing, sum í garvari, garvarí, ógarvaður, forelskilsi. Skal tað gerast út frá t.d. at byggja upp eina metriska grind ella hvussu? – Tað er serliga nógv krás í føroyskari ljóðskipanarfrøði.
Bendingarlæra (morfologi) fæst mest við bendingarnar í málinum. T.d. hvussu orðini verða sett saman; um tey hava forskoyti, innskoyti ella eftirskoyti, og hvør merkingin kanska er í hvørjum einstøkum morfemi (morfem = tann minsta merkingargreinandi eindin í orðinum). T.d. er -ur ein vanlig bendingarending í føroyskum; hon sæst m.a. (í vissummálførum) í hvørfalli eintali kallkyni: bil-ur, men eisini í sagnorðabendingini, t.d. bít-ur. Her hevur bendingarendingin ymiska merking. Talan er um tvey ymisk morfem. Í armur ber til at ímynda sær, at -ur stendur fyri ‘hvørfall, eintal, óbundið’, meðan hon í bítur kann hava merkingina ‘2., 3. pers. eint. søguháttur’. Nógvar umfatandi broytingar henda innan granskingina av bendingarlæru júst nú. Eisini her er ymiskt spennandi í føroyskum, t.d. hvar bendingarmorfemið er í kúgv, kýr, kúm. Viðurskiftini eru ikki so einføld sum í bítur og armur. – Rannsóknir í bendingarlæru koma eisini inn á samansetingar av orðum og avleiðslur. Her hava granskarar m.a. spurt, um t.d. hvørsfallið í føroyskum bara er at skilja sum ein samansetingarliður. Vit siga ikki stórs mans hús á føroyskum talumáli, men húsini hjá einum stórum manni. Hetta at samsvarsbending vantar vísir, at hvørsfallið er ikki til í føroyskari lýsingarorðabending og navnorðabending. Eisini hava granskarar spurt, um tað nýggja -sa í føroyskum er annað enn eitt eftirskoyti. Um hvørsfallið ikki er til, so er t.d. a(r) í bygda(r)vegur at fata sum eitt klípi; eitt slag av samansetingarliði.
Setningalæra (syntax) hevur leingi havt stóran áhuga millum málgranskarar, og serliga aftaná at amerikanski granskarin Noam Chomsky síðst í 1950- árunum legði fram síni granskingarúrslit innan tað, hann nevnir generativa sýntaks. Har spyr hann m.a., hvussu tað ber til, at vit menniskju duga og framleiða eitt óendaligt tal av setningum, ella hvussu vit yvirhøvur læra eina so samansetta skipan sum tungumál. Nógv hevur verið skrivað fyri og móti Chomsky, og sjálvur hevur hann eisini fleiri ferðir broytt ástøði sítt.
*Merkingarfrøði, sí hetta hugtak.
Pragmatikkgranskingin arbeiðir mest við, hvussu málið fungerar í breiðari merking í gerandisdegnum. Hvussu vit eitt nú brúka málið fyri at náa teimum tingum, sum vit nú einaferð halda hava so avgjørdan týdning. Serliga fittligt – ella komiskt – kann tað vera at gera pragmatiskar kannningar av politikaramáli.
*Semiotikkur ella *teknfrøði er tann greinin í málvísindum (ella heimspeki), sum viðger teknuppbyggingina og hvørji tekn annars eru kring um okkum í gerandisdegi okkara. Ein, sum serliga hevur arbeitt við semiotikki tey seinnu árini, er Umberto Eco, ið nýtir hann nógv í skaldsøguni Navnið á rósuni. Ein granskari, sumhevur ávirkað semiotiska gransking, er amerikanski heimspekingurin C.S. Peirce (d. 1914). Hann býtir tað málsliga teknið (í grovumsagt) sundur í icon (ljóðhermandi orð), index (fornøvn o.o.) og sýmbol, sum eru tekn í strukturalistiskari merking við innihaldi og útsjónd og einum tilvildarligum sambandi millum hesar báðar partarnar av tí málsliga tekninum (eins og F. de *Saussure legði so stóran dent á).
Nógv frammi í tíðini eru sosiolingvistikkur og psýkolingvistikkur. Tann fyrri er enn ikki so viðkomandi í Føroyum. Hann fæst við rannsóknir av málinum hjá teimum ymisku klassunum og hvørjar kotur verða brúktar. Øll laga málið til, alt eftir hvønn tey tosa við. Psýkolingvistikkur fevnir m.a. um, hvussu børn læra mál, hvussu tey fungera við fleiri enn einum máli, og hvussu vit gjøgnum orð fata umheimin. Leggja orðini eina avmarkan á okkara fatan av umheiminum? Hevur málbygnaðurin (struktururin) ávirkan á, hvussu vit skilja og fata heimin rundan um okkum? Slíkar kanningar eru ringar at gera nakað við og verri at siga nakað endaligt um konseptualisering av umheiminum.
HPP
Frásøgufólkið
hevur sama sjónarhorn sum søgupersónurin.
Aftur til yvirlitið(tý. Bildungsroman)
Skaldsøga ið lýsir persónliga menning
hjá einum persóni og ymsar samfelagsligar
og viðføddar atvoldir til
menningina. Hugtakið verður nýtt um
skaldsøgur, sum fyrst og fremst lýsa
menningina hjá høvuðspersóninum frá
barndóminum til fult sjálvsmedvit og
tillaging at ytri umstøðum. Menningarskaldsøgur
eru ofta í 1. persóni og bera
ofta dám av ævini hjá høvundum sínum
og ein undirgrein teirra eru listamannasøgur
(tý. Künstlerroman).
Menningarskaldsøgur hava verið skrivaðar
gjøgnum tíðina undir ymiskum
bókmentarákum alt síðan Wilhelm
Meisters Lehrjahre eftir Goethe kom út
1795-96, men tær blómaðu serliga í
týskum og donskum bókmentum í 19.
øld. Millum føroyskar menningarskaldsøgur
kunnu vit nevna tveggja binda
skaldsøguna Lognbrá og Fastatøkur (1930 og 1935) eftir Heðin Brú, og
Á
ferð inn í eina óendaliga søgu í 7 bindum
(1980-92) eftir Jens Paula Heinesen;
tann seinna er eisini listamansskaldsøga.
Aftur til yvirlitið
Thomas Jensen & Carsten Nicolaisen (ritstj.):
Udviklingsromanen – en genres historie
1982. Annie O. Eysturoy: Daughters of Self-
Creation. The Contemporary Chicana Novel 1996.
Virðislønir, ið Tórshavnar býráð veitir
árliga. Virðislønirnar eru tríggjar: ein fyri
fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir
og ein fyri annað mentanaravrik, ið ikki
nýtist at vera bókligt. Sí eisini
*Bókmentavirðisløn
M.A. Jacobsens.
Aftur til yvirlitið(en. semantics; av gr.
sema, tekin, semainein, merkja)
Málvísindagrein,
ið fæst við merkingina hjá
orðum, ikki bert hjá einstøkum orðum
men eisini *morfemum og setningum.
Sum sjálvstøðug vísindagrein varð
merkingarfrøði til í endanum á 19. øld. Í
fyrstuni var hon mest søgulig, fekst
mest við merkingarbroytingar, t.e. diakronisk málvísindi. Merkingarfrøði snýr
seg ikki – sum t.d. málfrøði – um formin,
bendingar, orðarað, ljóðfrøði o.s.fr.
Merkingarfrøði kann snúgva seg um einstøk orð (*leksem) og um orðasambond o.s.fr. Í merkingarfrøði verður munur gjørdur á merking og tilvísing (ekstentión, referensu). Merking (intentión) er innihaldssíðan hjá einum leksemi, og vit siga, at øll leksem hava eina merking. Tilvísing (ekstentión) er tað, ið eitt leksem vísir til í veruleikanum, teir lutir, hendingar, kenslur, tankar o.s.fr., sum tað vísir til. Leksemið ‘maður’ hevur merkingina “vaksið fólk av kallkyni”. Tilvísingin er alt tað, vit kunnu vísa við hesum leksemi og sum sambært skilmarkingini av merkingini hjá lekseminum kann skiljast frá øllum øðrum objektum kring okkum. Til eru nøkur leksem, ið onga tilvísing hava, t.d. sjeymílastivlar – tað nyttar ikki at fara í SMS at keypa sjeymílastivlar! Hetta er eitt orð uttan tilvísing. Men kortini hava vit eina hóming av, hvussu hesir stivlar eru vorðnir, tí vit kenna teir úr ævintýrum o.s.fr. Flestu leksem hava somu tilvísing uttan mun til, hvør ið nýtir tey og uttan mun til, nær hendingin fer fram og hvar talarin er staddur. Dømi um hetta eru ‘steinur’, ‘bók’, ‘træ’. Men til eru leksem (og orðasambond). sum hava ymiska tilvísing í ymiskum umstøðum. Fornøvnini ‘eg’ (hann ið talar) og ‘tú’ (hann ið talað verður við) eru av slíkum slag: tilvísingin hjá hesum báðum leksemunum skiftir støðugt í samrøðuni. Tá ið mamman sigur við lítla sonin “kom til mammu”, meinar mamman eyðvitað ikki við mammu sína (t.e. ommu sonin), men við seg sjálva – tilvísingin er sædd úr sjónarhorninum hjá soninum og ikki hjá henni; Føroya løgmaður vísir til ymiskar persónar í 1994 og í 1980. Somuleiðis er við tíðar- og staðar hjá orðum og -liðum sum ‘fyrr’, ‘nú’, ‘í dag’, ‘í morgin’, ‘aftanfyri’, ‘frammanfyri’, ‘her’, ‘har’ o.s.fr. Setningurin “Eg fari avstað í morgin 1. desember 1994” hevur onga veruleikatilvísing, uttan hann verður sagdur júst dagin fyri nevndu tíðarfesting. Verður hann sagdur aftaná, má hann broytast til “Eg fór avstað (í gjár/fyrradagin) 1. desember 1994”.
Hyponými (gr. hypo undir) ella undirheiti er eitt hugtak í merkingarfrøði. ‘Rósa’, ‘kaktus’ og ‘tulipan’ eru undirheiti til ‘plantu’, sum hevur tilvísing, ið umfatar tilvísingina hjá hinum trimum orðunum, t.e., at allar rósur eru plantur, men tað eru nógvar plantur, ið ikki eru rósur. Eitt annað dømi er orðið ‘foreldur’, sum hevur undirheitini ‘pápi’ og ‘mamma’.
Homonými er tað, at orð eru eins á skræðuni men hava ymiska merking. Øll orð hava eina “skræðu” (ein fonologiskan form) og eina innihaldssíðu (merking). Tað vanliga er, at “skræðan” á einum orði er ólík “skræðuni” á øllum øðrum orðum í málinum, og á sama hátt er merkingin hjá einum orði vanliga ólík merkingini hjá øllum øðrum orðum í málinum, men undantøk eru, t.d.: ‘skráa’ = ‘tyggja skrá’, ‘skráa’ = ‘halla’; ‘skrá’ = ‘yvirlit’, ‘skrá’ = ‘skrátubbak’. Sagt verður, at homonými er millum orðini, ella at tey eru homoným. Summi orð eru homoným, einsvorðin, í talu men ikki í skrift, t.d. ‘veður’, ‘vegur’.
Sýnonomi er tað, at orð eru samheiti, t.e. hava somu merking – og koma fyri í somu umstøðum – men hava ymiskan fonologiskan form. Fult sýnonomi er sera sjáldsamt, men dømi eru um tað, eitt nú ‘útvarp’ og ‘radio’, ‘tyrla’ og ‘helikoptari’; ‘mamma’ og ‘móðir’ hava somu merking, men ‘móðir’ hevur hægri stílvirði. Orðini ‘pissa’ og ‘míga’ hava somu tilvísing og somu grundmerking. Smábørn siga ‘eg vil pissa’. Harafturímóti ‘míga’ dýr, eitt nú seyður. Tað eru mong orðapør (leksempør) við somu tilvísing og somu grundmerking, men ofta hevur annað harumframt eina fasta eykamerking (konnotatión), t.d. ‘hestur’ og ‘gangari’, tað seinna við rósandi merking.
Polýsemi er tað, at orð kunnu hava ymiska merking í ymiskari málsligari støðu, t.d. orðið ‘krúna’: tað kann merkja 1) ovasti partur á træ, 2) høvuðprýði hjá kongi ella drotning, 3) næstytsti blaðkringur á blomstri. – Markið millum polýsemi og homonými kann vera trupult at staðfesta, men vanligt verður sett tað krav, at talan bara kann vera um polýsemi, har ið eitt ella fleiri felags merkingarlig eyðkenni koma fyri: krúnan á trænum er uppi í erva, og kongur hevur krúnu á høvdinum. Trupulleikin er sera sjónskur hjá orðabókarhøvundinum: skal orðabókin hava eitt leitorð við trimum ymiskum merkingum ella trý leitorð?
Analýtiskur setningur er setningur, ið altíð er sannur ella ósannur uttan mun til, hvør sigur hann, og nær hann verður sagdur. T.d. ‘allar einkjur hava verið giftar’. Hesin setningurin er altíð sannur, tí tað í orðinum ‘einkja’ liggur, at viðkomandi kona hevur verið gift, annars kundi hon ikki verið einkja. Kontradiktión, andsøgn, er analýtiskur setningur, ið altíð er ósannur, t.d. ‘allir gamlir dreingir eru giftir’.
Setningar kunnu vera meir enn eintýddir, t.d. ‘tá flýddi Grímur av Bretlandi’ kann merkja 1) tað var ein maður, ið flýddi, og hesin maður æt Grímur av Bretlandi, ella 2) tað var ein maður, ið flýddi, og hesin maður æt Grímur, og hann flýddi av einum landi, ið eitur Bretland.
Í merkingarfrøðini kunnu vit hugleiða setningar sum t.d. ‘Hann fekk ein knív’ og ‘Hann fekk honum ein knív’.
Aftur til yvirlitiðMerkingarfrøði kann snúgva seg um einstøk orð (*leksem) og um orðasambond o.s.fr. Í merkingarfrøði verður munur gjørdur á merking og tilvísing (ekstentión, referensu). Merking (intentión) er innihaldssíðan hjá einum leksemi, og vit siga, at øll leksem hava eina merking. Tilvísing (ekstentión) er tað, ið eitt leksem vísir til í veruleikanum, teir lutir, hendingar, kenslur, tankar o.s.fr., sum tað vísir til. Leksemið ‘maður’ hevur merkingina “vaksið fólk av kallkyni”. Tilvísingin er alt tað, vit kunnu vísa við hesum leksemi og sum sambært skilmarkingini av merkingini hjá lekseminum kann skiljast frá øllum øðrum objektum kring okkum. Til eru nøkur leksem, ið onga tilvísing hava, t.d. sjeymílastivlar – tað nyttar ikki at fara í SMS at keypa sjeymílastivlar! Hetta er eitt orð uttan tilvísing. Men kortini hava vit eina hóming av, hvussu hesir stivlar eru vorðnir, tí vit kenna teir úr ævintýrum o.s.fr. Flestu leksem hava somu tilvísing uttan mun til, hvør ið nýtir tey og uttan mun til, nær hendingin fer fram og hvar talarin er staddur. Dømi um hetta eru ‘steinur’, ‘bók’, ‘træ’. Men til eru leksem (og orðasambond). sum hava ymiska tilvísing í ymiskum umstøðum. Fornøvnini ‘eg’ (hann ið talar) og ‘tú’ (hann ið talað verður við) eru av slíkum slag: tilvísingin hjá hesum báðum leksemunum skiftir støðugt í samrøðuni. Tá ið mamman sigur við lítla sonin “kom til mammu”, meinar mamman eyðvitað ikki við mammu sína (t.e. ommu sonin), men við seg sjálva – tilvísingin er sædd úr sjónarhorninum hjá soninum og ikki hjá henni; Føroya løgmaður vísir til ymiskar persónar í 1994 og í 1980. Somuleiðis er við tíðar- og staðar hjá orðum og -liðum sum ‘fyrr’, ‘nú’, ‘í dag’, ‘í morgin’, ‘aftanfyri’, ‘frammanfyri’, ‘her’, ‘har’ o.s.fr. Setningurin “Eg fari avstað í morgin 1. desember 1994” hevur onga veruleikatilvísing, uttan hann verður sagdur júst dagin fyri nevndu tíðarfesting. Verður hann sagdur aftaná, má hann broytast til “Eg fór avstað (í gjár/fyrradagin) 1. desember 1994”.
Hyponými (gr. hypo undir) ella undirheiti er eitt hugtak í merkingarfrøði. ‘Rósa’, ‘kaktus’ og ‘tulipan’ eru undirheiti til ‘plantu’, sum hevur tilvísing, ið umfatar tilvísingina hjá hinum trimum orðunum, t.e., at allar rósur eru plantur, men tað eru nógvar plantur, ið ikki eru rósur. Eitt annað dømi er orðið ‘foreldur’, sum hevur undirheitini ‘pápi’ og ‘mamma’.
Homonými er tað, at orð eru eins á skræðuni men hava ymiska merking. Øll orð hava eina “skræðu” (ein fonologiskan form) og eina innihaldssíðu (merking). Tað vanliga er, at “skræðan” á einum orði er ólík “skræðuni” á øllum øðrum orðum í málinum, og á sama hátt er merkingin hjá einum orði vanliga ólík merkingini hjá øllum øðrum orðum í málinum, men undantøk eru, t.d.: ‘skráa’ = ‘tyggja skrá’, ‘skráa’ = ‘halla’; ‘skrá’ = ‘yvirlit’, ‘skrá’ = ‘skrátubbak’. Sagt verður, at homonými er millum orðini, ella at tey eru homoným. Summi orð eru homoným, einsvorðin, í talu men ikki í skrift, t.d. ‘veður’, ‘vegur’.
Sýnonomi er tað, at orð eru samheiti, t.e. hava somu merking – og koma fyri í somu umstøðum – men hava ymiskan fonologiskan form. Fult sýnonomi er sera sjáldsamt, men dømi eru um tað, eitt nú ‘útvarp’ og ‘radio’, ‘tyrla’ og ‘helikoptari’; ‘mamma’ og ‘móðir’ hava somu merking, men ‘móðir’ hevur hægri stílvirði. Orðini ‘pissa’ og ‘míga’ hava somu tilvísing og somu grundmerking. Smábørn siga ‘eg vil pissa’. Harafturímóti ‘míga’ dýr, eitt nú seyður. Tað eru mong orðapør (leksempør) við somu tilvísing og somu grundmerking, men ofta hevur annað harumframt eina fasta eykamerking (konnotatión), t.d. ‘hestur’ og ‘gangari’, tað seinna við rósandi merking.
Polýsemi er tað, at orð kunnu hava ymiska merking í ymiskari málsligari støðu, t.d. orðið ‘krúna’: tað kann merkja 1) ovasti partur á træ, 2) høvuðprýði hjá kongi ella drotning, 3) næstytsti blaðkringur á blomstri. – Markið millum polýsemi og homonými kann vera trupult at staðfesta, men vanligt verður sett tað krav, at talan bara kann vera um polýsemi, har ið eitt ella fleiri felags merkingarlig eyðkenni koma fyri: krúnan á trænum er uppi í erva, og kongur hevur krúnu á høvdinum. Trupulleikin er sera sjónskur hjá orðabókarhøvundinum: skal orðabókin hava eitt leitorð við trimum ymiskum merkingum ella trý leitorð?
Analýtiskur setningur er setningur, ið altíð er sannur ella ósannur uttan mun til, hvør sigur hann, og nær hann verður sagdur. T.d. ‘allar einkjur hava verið giftar’. Hesin setningurin er altíð sannur, tí tað í orðinum ‘einkja’ liggur, at viðkomandi kona hevur verið gift, annars kundi hon ikki verið einkja. Kontradiktión, andsøgn, er analýtiskur setningur, ið altíð er ósannur, t.d. ‘allir gamlir dreingir eru giftir’.
Setningar kunnu vera meir enn eintýddir, t.d. ‘tá flýddi Grímur av Bretlandi’ kann merkja 1) tað var ein maður, ið flýddi, og hesin maður æt Grímur av Bretlandi, ella 2) tað var ein maður, ið flýddi, og hesin maður æt Grímur, og hann flýddi av einum landi, ið eitur Bretland.
Í merkingarfrøðini kunnu vit hugleiða setningar sum t.d. ‘Hann fekk ein knív’ og ‘Hann fekk honum ein knív’.
JíL
(gr. metaphora flyting)
Sí
*myndburður.
Aftur til yvirlitiðSkaldskapur um skaldskap.
Í modernismuni er yrkjarin tilvitaður
um málið sum fyritreyt og tekur
ofta sítt málsliga tilfar beinleiðis til umrøðu
og viðgerðar. Miðsavingin um orðingina
og skrivingina hevur havt við sær
m. Hesin skaldskapur fæst við viðurskiftini
millum mál og veruleika og við
tilveruspurningar, t.d. skapan, hjáveru,
og glatan av merking. M.a. Rói Patursson,
Carl Jóhan Jensen og Tóroddur
Poulsen hava yrkt m.
Aftur til yvirlitið(gr. navnabýti)
Ein stílsnild í
klassiskari tungusnild, skyld við *sýnekdoku.
M. er vanlig í talumáli og ritmáli
bæði fyrr og seinni. Í staðin fyri vanliga
orðið setur m. eitt annað orð, sum
merkir eitt skylt hugtak, soleiðis at orðið
fær óbeinleiðis merking. Sambandið
millum orðini kann vera av ymiskum
slagi: a) Orsøk í staðin fyri ávirkan og,
serliga, øvut, t.d. ‘tú skalt ikki bera boð í
bý’ (t.e. tú skalt ikki koma vegin fram),
‘reyðir gjørdust brynjuringar,/kjálkar
gjørdust bleikir’(Brestiskvæði); her undir
hoyrir eisini at nýta navnið á høvundi
í staðin fyri verk hansara, t.d. ‘tann sum
hevur lisið Shakespeare’; b) amboð ella
tilfar fyri lutin og øvut, t.d., ‘jarn’, ‘stál’
fyri vápn; c) rúm fyri innihald: ‘eitt glas
av vatni’, ‘meðan øll bygdin svam í
dansi- og veitslulagi’ (Tað lýsir á landi);
d) tekin ella sýmbol fyri tað sum tað
sýmboliserar, t.d. krossmerki fyri kristindóm,
krúnan fyri kongsvaldið; harumframt
fleiri onnur umbýti: eginleiki fyri
persón, tað undanfarna fyri tað eftirfylgjandi,
eigari fyri ogn o.a.
Aftur til yvirlitið Sí *ørindislæra.
Aftur til yvirlitið Sí *ørindislag.
Aftur til yvirlitið Sí *kvæði.
Aftur til yvirlitið(sv. koncentrationslyrik)
Yrking, ið snýr seg um ein evniskjarna,
eina hugmynd, sum skaldið strembar
eftir at seta fram stuttorðað og miðvíst,
soleiðis at yrkjarin skýggjar øll óneyðug
orð og evnistættir. Dømi um miðsøkna
yrking er “Yvir hvørjum tindi er ró” eftir
Goethe. Miðsøknar yrkingar eru kendar
í nógvum londum frá fornari tíð. Knøpp
og formføst ørindisløg styðja upp undir
sovorðna yrkingarlist, men í nútíðarskaldskapi
kann hon koma fram í alskyns
ørindisløgum og í prosayrkingum.
Mótsett miðsøknari yrking er *útsøkin
yrking.
Aftur til yvirlitið Hugtakið m., intertekstualitetur,
stavar frá Juliu Kristeva.
Tað snýr seg um tey ymisligu sambondini,
sum ein ávísur tekstur kann hava við
aðrar tekstir. Allir tekstir eru settir saman
sum mosaikkur av sitatum; allir
tekstir súgva upp í seg og umskapa aðrar
tekstir. Í bókmentafrøðiligum ástøði
sum *strukturalismu og
*poststrukturalismu
verður hildið, at tekstir vísa
heldur til aðrar tekstir ella til sín sjálvs
sum tekstir enn til uttan veruleikan. M.
og ávirkan, ella árin, eru hvørt sítt.
Ávirkan gongur frá einum eldri verki til
eitt yngri, m. kann ganga báðar vegir, tí
hann snýr seg um at lesa: hvør lestur
skapar tekstin, ið verður lisin, og tann
lesturin setir dám á allar aðrar lestrar,
sum lesarin lesur. Orðið millumtekstur
verður nýtt í ymiskum merkingum um:
a) tekst, ið brúkar annan tekst sum
keldu, b) um tekst, ið verður nýttur á
henda hátt og c) um sambandið millum
tekstirnar báðar.
Malan Marnersdóttir: Hvør av øðrum 2000.
Aftur til yvirlitið
MM
Sí *herming.
Aftur til yvirlitið(fr. moderne, mlat. modernus
nýggjur, av lat. modo nýligur, bendingarformur
av modus háttur)
Eitt hugtak,
sum fevnir um ávís sterk menningarrák
í vesturlendskari mentan og list
frá seinnu helvt á 19. øld og frameftir. Í
bókmentum gera hesi rákini vart við
seg bæði í óbundnum og bundnum
máli eins væl og í leikritum.
M. tók seg fyrst upp í stórbýunum. Støðið undir henni er tann tøkniliga menningin, maskinbúgvingin av arbeiðslívinum, tøknibúgvingin av lívinum í stórbýunum og framgongdin í náttúruvísindunum – hesar miklu broytingar, sum broyttu bæði tað ítøka lívið hjá menniskjum og andliga útsýni teirra so stórliga. Broytingarnar høvdu ávirkan á alt samfelagslívið, eisini á støðuna hjá listafólki og listini sjálvari. Tær skriðurnar, sum lupu á ymsum vísindaligum og samfelagsligum økjum, fingu aftursvar og samsvaranir í listini, og fyrst og sjónskast í myndalistini.
Undir m. verða flokkað listarák sum *sýmbolisma, kubisma, *ekspressionisma, *futurisma, *dadaisma, *surrealisma og fleiri.
Tað listarliga rákið, sum m. var uppreistur móti var *naturalisman. Í myndalistini sera týðuliga í kubismuni og øðrum rákum, í byggilistini í funktionalismuni. “Ismur” í hópatali tóku seg upp. Hetta var ein kollvelting nógv djúptøknari enn allar endurnýggjanir og umskifti tær seinastu øldirnar.
Í uppgerðini við naturalismuna gingu málarar á odda. Tað tykist, sum ein uppfinning hevur havt stóran týdning í hesum viðfangi: fotomyndin, ljósmyndin, sum mekaniskt hermdi eftir náttúruni neyvari enn nakar málari var førur. Hetta gjørdi, at spurningurin trokaði á: Hvar var markið millum list og ikki list? Skuldi málningurin kappast við ljósmyndina, máttumálarar gera sær greitt, hvat var tað týdningarmikla og eginliga í list teirra. Hetta leiddi til mótmæli móti kjarnanum í naturalismuni og til, at listamenninir varnaðust, at eginvirðið í málninginum lá í bygnaði av sjónligum táttum: litum, linjum, fláum og rúmi – ikki stýrdum av tráan eftir líkskapi við náttúruna, men av skapandi hugflogi listafólksins. Í teirri nýggju uppfatanini av list varð stórur dentur lagdur á skapandi eg listamansins, og frían bygnað. Hóast henda subjektiva táttin var kjarnin í antinaturalistisku rørsluni stremban eftir objektiviteti, at arbeiða við listaverkinum sum listaverki, reinsa tað fyri óviðkomandi sentimentalt og subjektivt innihald, reinrøkta objektivu tættirnar og geva upplivanini objektiva orðing.
Eisini undangongumenn í skaldskapi og bókmentum hildu, at hevdbundin *realisma og naturalisma dugdu ikki til at bera fram tann nýggja veruleikan, men góvu eina grunna mynd av honum. Teir vildu bora djypri í sálarlívið, í samfelagið eins væl og tungumálið. Í heimspeki, samfelagsvísindum og sálarfrøði kyknaðu um somu tíð upp nýggj rák. Týdningarmikil fyri bókmentamenningina vóru ikki minst rit eftir Nietzsche, Marx og Freud umframt teoriir um avmarkingar tungumálsins, og seinni eisini eksistentialisman.
Einsemi og avbyrging eru vanlig temu í modernistiskum bókmentum. Broytt samfelagsviðurskifti og harvið broytt støða hjá skaldum kunnu eiga sín part í tí. Mong hildu listina vera fjónaða í samfelagi, sum eyðkendist av fjølframleiðslu og vørumarknaði. Soleiðis verður ivin um virðið í skaldskapi og um møguleikan hjá skaldum at bera øðrum nakran sannleika samantvinnaður við modernistiskar bókmentir. Aftrat hesum kom virðiskreppan: nógvir modernistiskir høvundar hildu, at øll sokallað felags andlig virði, sum t.d. gudstrúgv og tjóðskaparhugsjón, vóru glatað og eingi nýggj virði komin í staðin. Hesi viðurskifti gjørdu, at nógv modernistisk skald kendu tað, sum tey tosaðu út í tóman heim ella við seg sjálv. Summur av hesum skaldskapinum tykist eisini at lata seg aftur og venda sær frá væntandi lesarum. Hesum hugburði funnust marxistar harðliga at. Ikki øll modernistisk rák høvdu henda hugburðin. Men tey eru felags um at loysa sundur hevdbundið orðalag og orðingarhátt. Hetta er alkunnugt viðvíkjandi bundnum skaldskapi (*lýrisk modernisma); eisini *absurdur sjónleikur og *nýggja skaldsøgan tóku mangt og hvat frá formroyndunum í eldri modernismu. Ekspressionistar (*ekspressionisma) brutu flestar reglur um bygging í leiki, og Proust (1871-1922), Joyce (1882-1941) og Kafka (1883-1924) kastaðu flestar hevdbundnar formtættir í skaldsøguni fyri borð. Í føroyskum prosa hava bøkurnar Rúm (1995) og Ósøgur – Søgur um djevulskap (2005) eftir Carl Jóhan Jensen tikið hevdina upp eftir Proust og Joyce. Tey seinastu árini hevur tað nýggjasta bókmentarákið verið kallað *postmodernisma.
Nýgerð í framseting og í áskoðanum og hugburði, ofta tvørt á ráðandi tíðarandan, gjørdu sítt til at modernistiskar stevnur í fyrstu syftu fingu lítla undirtøku millum lesarar.
Aftur til yvirlitiðM. tók seg fyrst upp í stórbýunum. Støðið undir henni er tann tøkniliga menningin, maskinbúgvingin av arbeiðslívinum, tøknibúgvingin av lívinum í stórbýunum og framgongdin í náttúruvísindunum – hesar miklu broytingar, sum broyttu bæði tað ítøka lívið hjá menniskjum og andliga útsýni teirra so stórliga. Broytingarnar høvdu ávirkan á alt samfelagslívið, eisini á støðuna hjá listafólki og listini sjálvari. Tær skriðurnar, sum lupu á ymsum vísindaligum og samfelagsligum økjum, fingu aftursvar og samsvaranir í listini, og fyrst og sjónskast í myndalistini.
Undir m. verða flokkað listarák sum *sýmbolisma, kubisma, *ekspressionisma, *futurisma, *dadaisma, *surrealisma og fleiri.
Tað listarliga rákið, sum m. var uppreistur móti var *naturalisman. Í myndalistini sera týðuliga í kubismuni og øðrum rákum, í byggilistini í funktionalismuni. “Ismur” í hópatali tóku seg upp. Hetta var ein kollvelting nógv djúptøknari enn allar endurnýggjanir og umskifti tær seinastu øldirnar.
Í uppgerðini við naturalismuna gingu málarar á odda. Tað tykist, sum ein uppfinning hevur havt stóran týdning í hesum viðfangi: fotomyndin, ljósmyndin, sum mekaniskt hermdi eftir náttúruni neyvari enn nakar málari var førur. Hetta gjørdi, at spurningurin trokaði á: Hvar var markið millum list og ikki list? Skuldi málningurin kappast við ljósmyndina, máttumálarar gera sær greitt, hvat var tað týdningarmikla og eginliga í list teirra. Hetta leiddi til mótmæli móti kjarnanum í naturalismuni og til, at listamenninir varnaðust, at eginvirðið í málninginum lá í bygnaði av sjónligum táttum: litum, linjum, fláum og rúmi – ikki stýrdum av tráan eftir líkskapi við náttúruna, men av skapandi hugflogi listafólksins. Í teirri nýggju uppfatanini av list varð stórur dentur lagdur á skapandi eg listamansins, og frían bygnað. Hóast henda subjektiva táttin var kjarnin í antinaturalistisku rørsluni stremban eftir objektiviteti, at arbeiða við listaverkinum sum listaverki, reinsa tað fyri óviðkomandi sentimentalt og subjektivt innihald, reinrøkta objektivu tættirnar og geva upplivanini objektiva orðing.
Eisini undangongumenn í skaldskapi og bókmentum hildu, at hevdbundin *realisma og naturalisma dugdu ikki til at bera fram tann nýggja veruleikan, men góvu eina grunna mynd av honum. Teir vildu bora djypri í sálarlívið, í samfelagið eins væl og tungumálið. Í heimspeki, samfelagsvísindum og sálarfrøði kyknaðu um somu tíð upp nýggj rák. Týdningarmikil fyri bókmentamenningina vóru ikki minst rit eftir Nietzsche, Marx og Freud umframt teoriir um avmarkingar tungumálsins, og seinni eisini eksistentialisman.
Einsemi og avbyrging eru vanlig temu í modernistiskum bókmentum. Broytt samfelagsviðurskifti og harvið broytt støða hjá skaldum kunnu eiga sín part í tí. Mong hildu listina vera fjónaða í samfelagi, sum eyðkendist av fjølframleiðslu og vørumarknaði. Soleiðis verður ivin um virðið í skaldskapi og um møguleikan hjá skaldum at bera øðrum nakran sannleika samantvinnaður við modernistiskar bókmentir. Aftrat hesum kom virðiskreppan: nógvir modernistiskir høvundar hildu, at øll sokallað felags andlig virði, sum t.d. gudstrúgv og tjóðskaparhugsjón, vóru glatað og eingi nýggj virði komin í staðin. Hesi viðurskifti gjørdu, at nógv modernistisk skald kendu tað, sum tey tosaðu út í tóman heim ella við seg sjálv. Summur av hesum skaldskapinum tykist eisini at lata seg aftur og venda sær frá væntandi lesarum. Hesum hugburði funnust marxistar harðliga at. Ikki øll modernistisk rák høvdu henda hugburðin. Men tey eru felags um at loysa sundur hevdbundið orðalag og orðingarhátt. Hetta er alkunnugt viðvíkjandi bundnum skaldskapi (*lýrisk modernisma); eisini *absurdur sjónleikur og *nýggja skaldsøgan tóku mangt og hvat frá formroyndunum í eldri modernismu. Ekspressionistar (*ekspressionisma) brutu flestar reglur um bygging í leiki, og Proust (1871-1922), Joyce (1882-1941) og Kafka (1883-1924) kastaðu flestar hevdbundnar formtættir í skaldsøguni fyri borð. Í føroyskum prosa hava bøkurnar Rúm (1995) og Ósøgur – Søgur um djevulskap (2005) eftir Carl Jóhan Jensen tikið hevdina upp eftir Proust og Joyce. Tey seinastu árini hevur tað nýggjasta bókmentarákið verið kallað *postmodernisma.
Nýgerð í framseting og í áskoðanum og hugburði, ofta tvørt á ráðandi tíðarandan, gjørdu sítt til at modernistiskar stevnur í fyrstu syftu fingu lítla undirtøku millum lesarar.
Modernism, ritstj. Malcolm Bradbury & James
McFarlane, 1976.
Sí *einrøða.
Aftur til yvirlitið Sí *siðaregla.
Aftur til yvirlitið Minsta merkingarberandi eindin
í orðum, t.d. bendingarendingin -ur í
‘armur’, sum ber merkingina kallkyn,
hvørfall, óbundið, eintal. Sí *málvísindi.
Aftur til yvirlitið(úr lat. motivus: eggjandi, sum elvir
til okkurt)
M. er algongt hugtak í ymsum
listagreinum og verður nýtt í ymiskari merking.
Í bókmentafrøði verður tað
nýtt um partar av tí tilfari, sum verkið er
skapað úr; formligar eindir, sum lýsa almennar,
ósøguligar menniskjansligar
umstøður: Eitt motiv er ein eyðkend
støða, sum ikki er bundin at einari ítøkiligari
hending, einstaklingum, tíð ella
stað, og sum tískil altíð kann verða endurtikin.
Tað verður oftari talað um m. í
frásagnum enn í lýriskum skaldskapi
(dømi um frásøgumotiv: kærleikstríhyrningurin,
øskudólgur, brøður ið eru
óvinir). Men eisini verður talað um
lýrisk m.: hav, sólsetur o.a.m. skilmarkað
sum ein objektivur evnistáttur ella
støða, sum yrkingin lýsir, ella ein ávísur
evniskjarni, sum kann vera felags fyri
mong verk. M. verða ofta flokkað í høvuðsm.
og eykam. alt eftir týdningi teirra
í hendingagongdini ella byggingini í
verkinum.
Aftur til yvirlitið
E. Frenzel: Motive der Weltliteratur 1980. W.
Kayser: Das sprachliche Kunstwerk 1973.
(gr. antithesis)
Orð og hugtøk, ið eru mótsetningar verða sett saman ella yvir av hvørjum øðrum; dømi: í lívi og deyða, í suður og norð, høgt og lágt, gott og ilt, hvítt og svart, ung og gomul. M. eru vanligir bæði í dagligum máli og sum bókmentalig stílsnild heilt úr fornøldini. Men tað er tó ymist, hvussu nógv m. verða brúktir í ymsum bókmentaligum tíðarskeiðum.
*Barokkurin var eitt tíðarskeið, sum brúkti m. sera nógv. M. kunnu vera heilt frá orðastigi og setningsstigi til heildarbygnað í einum bókmentaverki; t.d. hevur skaldsøgan
Feðgar á ferð mótsetningin millum tað gamla landbúnaðarsamfelagið og ta nýggja fiskivinnusamfelagið sum eitt bygnaðarligt høvuðseyðkenni.
Aftur til yvirlitið(gr. musai)
Í grikskari gudafrøði
døtur Zeus og Mnemosýnu
(minnisgudinnuna). Janus Djurhuus
nevnir m. dísir, tá ið hann yrkir um tær.
M. ella dísarnar vóru verjur fyri list og
mentan. Tær búðu á Helikonfjalli í Bøotiu, har sum keldurnar Hippokrena
og Aganippa runnu, men vórðu heiðraðar
á Parnassosfjalli við kelduna Kastaliu,
sumvar halgað Apollon – hann var
ofta mettur sum oddamaður teirra. M.
munnu í fyrstuni hava verið tríggjar dísar
fyri sang, tónleik og skaldskap (Homer
ákallar musuna, t.e. skaldskapargudinnuna,
men nevnir hana ikki við
navni). Hesiodos (u. 700 f. Kr.) sigur tær
vera níggju og nevnir tær. Í tíðarskeiðinum
hjá hellenismuni fekk hvør teirra sín
leiklut og samsvarandi eyðkennistekn í
myndlist: Kleio ella Klio søguskriving,
Kalliopa frásøgukvæði, Melpomena
harmleikir, alia skemtileikir, Terpiskora
dans, Erato ástaryrking, Polýhýmnia
lovsang (gr. hymnos), Euterpa tónleik og
lýriskan skaldskap, Urania stjørnufrøði.
Aftur til yvirlitið Skaldsligt m. er altíð samanbering
á onkran hátt og tí er m. tvískift,
hevur eina myndflógv og eina evnisflógv.
Samanberingin kann ganga styttri
ella longri. Í einfaldaðari mynd kunnu
vit seta upp fýra stig av myndamáli eftir,
hvussu langt samanberingin millum fláirnar
gongur, frá 1. stigi, har báðar fláirnar
renna saman, til 4. stig har sambandið
millum fláirnar er leysast.
1. stig av myndamáli er í hesari uppsetingini *myndburður ella metafora; dømi: Dagsins eyga sloknar nú; í byrjanarregluni í hesum kvøldsálminum er “dagsins eyga” myndburður fyri sólina; aftanfyri liggur onkursvegna samanburður millum sólina og eitt eyga, men tær báðar fláirnar í myndini, evnisflógvin (tað sum hevur við sólina at gera) og myndflógvin (eyga), eru ikki sundurskildar men renna saman í myndburðinum. Í nútíðarskaldskapi hevur myndburðurin verið hægst í metum av brigdum í myndamáli (*lýrisk modernisma).
2. stig er *samanbering. Tær báðar fláirnar í samanberingini eru knýttar saman við sambindingini “sum” ella “eins og”; dømi: “…eina rødd sum sól og vár,/ eitt sinn’ sum síl í á” (H.A. Djurhuus: “Vit kunnu øll at renna dyst”). Samanberingar eru ógvuliga vanligar í ymsum sløgum av skaldskapi, frá Homers kvæðum til barnarímur Hans Andriasar Djurhuus.
3. stig er *javnseting. Tvær útsagnir í eins uppbygdum setningum standa hvør yvir av aðrari; dømi:
Í hesari javnsetingini er útsøgn a) evnisflógvin, og útsøgn b) er myndflógvin. Fláirnar standa hvør fyri seg og eru sjálvstøðugar merkingareindir; myndflógvin um veðrið kastar ljós á evnisflónna um mannakor.
4. stig er *liðseting. Tvær útsagnir standa lið um lið, setningarnir eru ikki eins uppbygdir. Sambandið millum útsagnirnar er opið, tulkingarmøguleikarnir eru fríir. Sera vanligt myndbrigdi í skaldskapi av manna munni; dømi:
Útsøgn a) er myndflógvin og sigur nakað um evnisflónna, b), her: ‘vónleysa ást’.
Stundum verða *persónsgerð og *sálarkveiking eisini mett sum m.: Stólar hava bein, teldur hava minni, og tá ið lívið er torført, hava vit andróður. Hetta er slitnir – deyðir myndburðir, teirra myndberandi megi er burtur. Skaldsligt m. kann vera meira ella minni hevdbundið ella nýskapandi, alt eftir hvat tðarskeið og einstakir yrkjarar leggja dent á.M. í Bíbliuni hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri bókmentirnar ígjøgnum tíðina. Í norrønum m. eru *kenningarnar merkisverdar.
Eitt tað týdningarmesta viðvíkjandi m. er, hvussu tað er flættað inn í tema og heildarumhvørvi í yrkingini. M. er ein táttur í skaldverkinum og eigur lut í heild og bygnaði tess.
Í nýtíðar bókmentagransking hevur m. ofta verið kannað sálarfrøðiliga. Hinvegin hevur *sálargreiningin (psýkoanalýsan) eisini havt stóran týdning fyri tær djúptøknu broytingar, sum eru farnar fram í m. í modernistiskum skaldskapi – broytingar, sum í veruleikanum hava við sær, at tað hevdbundna myndar- og myndburðarhugtakið upploysist. Ávirkan frá sálargreiningini fekk eitt nú surrealistar at stremba eftir at lata ímyndanir frá dreymum, dagdreymum og ørsku floyma frítt og leita sær orð, uttan nakrarmoralskar ella listfrøðiligar tilætlanir. Samfelagsliga var endamálið at geva einstaklinginum fult frælsi. Dømi um modernistiskt m. – eitt nú hjá Róa Patursson, Carl Jóhan Jensen og Tóroddi Poulsen – vísa, at lesarin sjáldan finnur nakran ávísan líkskap millum evnislið og myndlið. Og her er væntuliga ein grundleggjandi munur millum hevdbundið og modernistiskt myndarhugtak. – Samanbinding ella hugsanasamband millum evnislið og myndlið er treytað av tí, sum í klassiskari skaldskaparfrøði (poetikki) nevnist “tertium conparationis” (“tað triðja í samanberingini”) – tað líkskaparpunktið millum báðar liðirnar, sum eigur at vera hampiliga eyðsæð hjá lesaranum (sum t.d. í myndburðinum “hálvdur mánabátur”). Í modernistiskum m. er harafturímóti ofta einki sjálvsagt samband millum evnislið og myndlið, ella myndburðurin er allur ein myndliður og hevur ongan evnislið.
Aftur til yvirlitið1. stig av myndamáli er í hesari uppsetingini *myndburður ella metafora; dømi: Dagsins eyga sloknar nú; í byrjanarregluni í hesum kvøldsálminum er “dagsins eyga” myndburður fyri sólina; aftanfyri liggur onkursvegna samanburður millum sólina og eitt eyga, men tær báðar fláirnar í myndini, evnisflógvin (tað sum hevur við sólina at gera) og myndflógvin (eyga), eru ikki sundurskildar men renna saman í myndburðinum. Í nútíðarskaldskapi hevur myndburðurin verið hægst í metum av brigdum í myndamáli (*lýrisk modernisma).
2. stig er *samanbering. Tær báðar fláirnar í samanberingini eru knýttar saman við sambindingini “sum” ella “eins og”; dømi: “…eina rødd sum sól og vár,/ eitt sinn’ sum síl í á” (H.A. Djurhuus: “Vit kunnu øll at renna dyst”). Samanberingar eru ógvuliga vanligar í ymsum sløgum av skaldskapi, frá Homers kvæðum til barnarímur Hans Andriasar Djurhuus.
3. stig er *javnseting. Tvær útsagnir í eins uppbygdum setningum standa hvør yvir av aðrari; dømi:
útsøgn a) Harmur og gleði, í felag
tey reika,
eydna, óeydna, tey ganga á rað.
útsøgn b) Viðrák og mótrák, tey skiftandi leika,
sólskin og ský ferðast saman í lag.

Kingo/Chr. Matras
Í hesari javnsetingini er útsøgn a) evnisflógvin, og útsøgn b) er myndflógvin. Fláirnar standa hvør fyri seg og eru sjálvstøðugar merkingareindir; myndflógvin um veðrið kastar ljós á evnisflónna um mannakor.
4. stig er *liðseting. Tvær útsagnir standa lið um lið, setningarnir eru ikki eins uppbygdir. Sambandið millum útsagnirnar er opið, tulkingarmøguleikarnir eru fríir. Sera vanligt myndbrigdi í skaldskapi av manna munni; dømi:
útsøgn a) Vatnið rennur av høgum fjøllum
eftir hvøssum gróti.
útsøgn b) Ilt er at leggja ást við hann, ið onga leggur ímóti.

Dvørgamoy IV, V.U. mb: Færøiske
Kvæder.
Útsøgn a) er myndflógvin og sigur nakað um evnisflónna, b), her: ‘vónleysa ást’.
Stundum verða *persónsgerð og *sálarkveiking eisini mett sum m.: Stólar hava bein, teldur hava minni, og tá ið lívið er torført, hava vit andróður. Hetta er slitnir – deyðir myndburðir, teirra myndberandi megi er burtur. Skaldsligt m. kann vera meira ella minni hevdbundið ella nýskapandi, alt eftir hvat tðarskeið og einstakir yrkjarar leggja dent á.M. í Bíbliuni hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri bókmentirnar ígjøgnum tíðina. Í norrønum m. eru *kenningarnar merkisverdar.
Eitt tað týdningarmesta viðvíkjandi m. er, hvussu tað er flættað inn í tema og heildarumhvørvi í yrkingini. M. er ein táttur í skaldverkinum og eigur lut í heild og bygnaði tess.
Í nýtíðar bókmentagransking hevur m. ofta verið kannað sálarfrøðiliga. Hinvegin hevur *sálargreiningin (psýkoanalýsan) eisini havt stóran týdning fyri tær djúptøknu broytingar, sum eru farnar fram í m. í modernistiskum skaldskapi – broytingar, sum í veruleikanum hava við sær, at tað hevdbundna myndar- og myndburðarhugtakið upploysist. Ávirkan frá sálargreiningini fekk eitt nú surrealistar at stremba eftir at lata ímyndanir frá dreymum, dagdreymum og ørsku floyma frítt og leita sær orð, uttan nakrarmoralskar ella listfrøðiligar tilætlanir. Samfelagsliga var endamálið at geva einstaklinginum fult frælsi. Dømi um modernistiskt m. – eitt nú hjá Róa Patursson, Carl Jóhan Jensen og Tóroddi Poulsen – vísa, at lesarin sjáldan finnur nakran ávísan líkskap millum evnislið og myndlið. Og her er væntuliga ein grundleggjandi munur millum hevdbundið og modernistiskt myndarhugtak. – Samanbinding ella hugsanasamband millum evnislið og myndlið er treytað av tí, sum í klassiskari skaldskaparfrøði (poetikki) nevnist “tertium conparationis” (“tað triðja í samanberingini”) – tað líkskaparpunktið millum báðar liðirnar, sum eigur at vera hampiliga eyðsæð hjá lesaranum (sum t.d. í myndburðinum “hálvdur mánabátur”). Í modernistiskum m. er harafturímóti ofta einki sjálvsagt samband millum evnislið og myndlið, ella myndburðurin er allur ein myndliður og hevur ongan evnislið.
Peter Hallberg: Diktens bildspråk 1982.
Slag av bókmentaligum
myndamáli (metafora). Sí *myndburður.
Aftur til yvirlitið(gr. metaphora flyting)
Slag
av bókmentaligum myndamáli (metafora).
Sí *myndamál. Tað at orð og hugtøk
verða nýtt í myndarligari, fluttari
merking, soleiðis at vanliga merking
teirra verður flutt yvir á eitt annað
merkingarøki; onkur táttur av merkingini
líkist nóg nógv hinum økinum til, at
sambandið millum bæði økini skilst.
Talað mál er yðjandi fult av m., t.d. eyga á nál, bein á borði,
barmur, hálsur,
vomb, nev o.s.fr. í landslagi. M. fevna ikki
bara um navnorð, teir kunnu eisini
liggja í sagnorðum og lýsingarorðum:
feløg kunnu sovna, klokkan gongur, avgerðir
kunnu vera tungar; hetta eru
stirðnaðir ella deyðir m., teir hava einki
myndarligt ella stílfrøðiligt virði longur.
Øðrvísi er við nýskapandi skaldsligum
m. Eisini har er talan um flutta merking,
um at tvey merkingarøki verða flutt
saman. Tað eru sostatt tvey løg, tvær
fláir í m., evnisflógv og myndflógv; vit
kunnu eisini siga, at m. er samansettur
av tveimum liður, evnisliði og myndliði.
Dømi:
‘hálvdur mánabátur” er ein eyðskildur m. fyri mánan í skerjandi sól. Eyðgreindar eru eisini evnisflógvin = mánin, og myndflógvin = báturin. Ein m. sum hesin, ið er eitt samansett navnorð við evnisliði í hvørsfalli og myndliði í hvørfalli, stendur nær *samanbering (‘mánin lýsir sum ein hálvdur bátur…’). Í øðrum førum byggir sambandið millum evnislið og myndlið als ikki á líka útsjónd, men heilt onnur felags eyðkenni. Í yrkingini “Á miðrókini” eftir Regin Dahl fyllir myndliðurin – bjargalýsingin – næstan alla yrkingina; bara seinasta regla í hvørjum ørindi vísir, at evnið í yrkingini er ikki ein bjargaferð, men lívsins ferð. Tann vandamikla sígingin er m. fyri vandar í lívinum hjá yrkingareg’num. Skaldsligir m. og myndamál yvirhøvur eru merkt av teimum ráðandi rákunum í hvørjum tíðarskeiði. Í eldri yrking tykjast m. skilvísari og greiðari enn í modernistiskari yrking, sum vil fara aftur um yvirflatuskilið og sleppa upprunaligum og dulvitaðum mynstrum framat, og sum skapar m., ið tað als myndbering ikki altíð ber til at greina sundur í evnisflógv og myndflógv, sum t.d. orðini “Tú ert fannaslit í gátum/ og mold ert tú við” í yrkingini “Gloymmegei” eftir Carl Jóhan Jensen. Sí *myndamál.
Aftur til yvirlitið
Undir stjørnumflokkum
lýsir yvir okkum
inn á gjógv og látur
hálvdur mánabátur.
lýsir yvir okkum
inn á gjógv og látur
hálvdur mánabátur.
H.A. Djurhuus: “Vøgguljóð.”
‘hálvdur mánabátur” er ein eyðskildur m. fyri mánan í skerjandi sól. Eyðgreindar eru eisini evnisflógvin = mánin, og myndflógvin = báturin. Ein m. sum hesin, ið er eitt samansett navnorð við evnisliði í hvørsfalli og myndliði í hvørfalli, stendur nær *samanbering (‘mánin lýsir sum ein hálvdur bátur…’). Í øðrum førum byggir sambandið millum evnislið og myndlið als ikki á líka útsjónd, men heilt onnur felags eyðkenni. Í yrkingini “Á miðrókini” eftir Regin Dahl fyllir myndliðurin – bjargalýsingin – næstan alla yrkingina; bara seinasta regla í hvørjum ørindi vísir, at evnið í yrkingini er ikki ein bjargaferð, men lívsins ferð. Tann vandamikla sígingin er m. fyri vandar í lívinum hjá yrkingareg’num. Skaldsligir m. og myndamál yvirhøvur eru merkt av teimum ráðandi rákunum í hvørjum tíðarskeiði. Í eldri yrking tykjast m. skilvísari og greiðari enn í modernistiskari yrking, sum vil fara aftur um yvirflatuskilið og sleppa upprunaligum og dulvitaðum mynstrum framat, og sum skapar m., ið tað als myndbering ikki altíð ber til at greina sundur í evnisflógv og myndflógv, sum t.d. orðini “Tú ert fannaslit í gátum/ og mold ert tú við” í yrkingini “Gloymmegei” eftir Carl Jóhan Jensen. Sí *myndamál.
René Wellek & Austin Warren: “Image, Metaphor,
Symbol, Myth” Theory of Literature
1949 (Elsa Gress týddi til da. 1964).
Gudasøgn (e. myth, d. myte úr gr.
mythos søga)
1) Gudasøgn. Søga um, hvussu heimurin
ella partar av honum vórðu skaptir
í forsøguligari tíð av yvirnatúrligum
máttum. M. er sostatt eitt slag av frágreiðingum
um náttúrufyribrigdi, men
eisini staðfesting av samfelagsligum
vanum og siðum; tær hava størsta
ávirkan í sonevndum frumkendum
samfeløgum, har sum nýtíðar tøkni og
vísindi ikki eru komin framat; sí tó 2).
Orðið gudafrøði (da. mytologi) verður brúkt bæði um m. hjá einum fólki ella í einum tíðarskeiði, og um ta frøðigreinina sum granskar tær. M. hava stóran leiklut í bókmentum. Nevnast kunnu kvæði Homers; forngrikskar m. eru somuleiðis uppistøðan í griksku harmleikunum, og tær hava ríkað vesturlendskar bókmentir til henda dag. *Gudakvæði millum *eddukvæði eru umframt *Snorra-Eddu týdningarmestu heimildirnar um norrønar m., hóast tær ikki eru uppskrivaðar fyrr enn í kristnari tíð; hesar m. hildu fram at liva í *kenningum í dróttkvæðum, tær hómast í summum hetjukvæðum og øðrum fornum norrønum bókmentum. Aðrar m. enn kristnar høvdu ilt við seg í Evropa ímiðøldini, til *endurreisnin fór at leita aftur til grikskar m. Seinni vaktu slóðbrótarar hjá *romantikkinum áhuga fyri keltiskari og norrønari gudafrøði (í Danmark Oehlenschläger og Grundtvig). Uppaftur aðrir høvundar skaptu sínar egnu m.
Freud hevði stóran áhuga fyri m. sum heimildum um, hvat formar menniskjasálina, t.d. søgnini um Ødipus, og lærusveinur hansara C.C. Jung kannaði líkar m. úr ymiskum mentanarøkjum og rakti tær til ‘felags dulvitið’ hjá mannaættini, har hann fann felags menniskjaligar hugmyndir (*arketýpur, *sálarfrøðilig bókmentagransking).
Franski mannfrøðingurin og strukturalisturin Lévi-Strauss hevur havt ávirkan á bókmentafrøði við sínum kanningum av m. hjá frumkendum fólkasløgum. Hann kannaði, hvussu struktururin í m. er samansettur av mótsetningum (t.d. ‘lív og deyði’), og hvussu hesin djúpstruktururin sæst aftur undir ymiskum yvirflatustrukturi í m. hjá ólíkastu samfeløgum; tann ólíka yvirflatustrukturin setti hann í samband við munin millum tey ymisku samfelagssniðini; hann metti, at m. eru ein ótilvitaður háttur hjá menniskjum at loysa lívsgátur og rættvísgera samfelagsreglur. Hansara ástøði um, at “mýtur hugsa í menniskjum” er ein hornasteinur í *strukturalismuni.
2) Heitið m. verður ofta nýtt í fluttari merking um hugmyndir í samtíðini, sum ikki eru gudasagnir, men eru góðkendar, óskilvísar frágreiðingar ella rættvísgeringar av ráðandi samfelagsligum atburði. Slíkar m. eru skaptar av politikarum ella lýsarum. Ein hin kendasti granskarin av m. í mentanini í okkara tíð var Roland Barthes. Hann vísti á, at mangt og hvat, sum gongur fyri at vera natúrligt, er stívnaðir samfelagsnormar og mynstur: fyribrigdi í mentan og list fáamýtiskamerking, og tað sama er at siga um alskyns gerandislig ting; aftrat frummerking síni ognast tey eina merking í øðrum umfari gjøgnum samfelagsligt brúk. Vín, t.d., er í Fraklandi ikki bara ein drykkur sum allir aðrir, men ein “totemdrykkur”, ella rituellur drykkur, t.e. drykkur bundin at halgisiðum, á sama hátt sum mjólkin frá teirri hollendsku kúnni í Hollandi, ella teið, sum bretska kongshúsið drekkur hátíðarliga saman. Tað er støði undir einum felags siðalag. Fyri fransmenn, sigur Barthes, er tað at trúgva upp á vín ein felagsskapur, sum teir eru tvingaðir inn í. Og at drekka vín er eitt ritual, ein halgisiður, fyri samfelagsliga innliman. Við at skapa mýtiska merking royna mentanir at fáa sínar egnu normar at sýnast vera almenn náttúrufyribrigdi.
Aftur til yvirlitiðOrðið gudafrøði (da. mytologi) verður brúkt bæði um m. hjá einum fólki ella í einum tíðarskeiði, og um ta frøðigreinina sum granskar tær. M. hava stóran leiklut í bókmentum. Nevnast kunnu kvæði Homers; forngrikskar m. eru somuleiðis uppistøðan í griksku harmleikunum, og tær hava ríkað vesturlendskar bókmentir til henda dag. *Gudakvæði millum *eddukvæði eru umframt *Snorra-Eddu týdningarmestu heimildirnar um norrønar m., hóast tær ikki eru uppskrivaðar fyrr enn í kristnari tíð; hesar m. hildu fram at liva í *kenningum í dróttkvæðum, tær hómast í summum hetjukvæðum og øðrum fornum norrønum bókmentum. Aðrar m. enn kristnar høvdu ilt við seg í Evropa ímiðøldini, til *endurreisnin fór at leita aftur til grikskar m. Seinni vaktu slóðbrótarar hjá *romantikkinum áhuga fyri keltiskari og norrønari gudafrøði (í Danmark Oehlenschläger og Grundtvig). Uppaftur aðrir høvundar skaptu sínar egnu m.
Freud hevði stóran áhuga fyri m. sum heimildum um, hvat formar menniskjasálina, t.d. søgnini um Ødipus, og lærusveinur hansara C.C. Jung kannaði líkar m. úr ymiskum mentanarøkjum og rakti tær til ‘felags dulvitið’ hjá mannaættini, har hann fann felags menniskjaligar hugmyndir (*arketýpur, *sálarfrøðilig bókmentagransking).
Franski mannfrøðingurin og strukturalisturin Lévi-Strauss hevur havt ávirkan á bókmentafrøði við sínum kanningum av m. hjá frumkendum fólkasløgum. Hann kannaði, hvussu struktururin í m. er samansettur av mótsetningum (t.d. ‘lív og deyði’), og hvussu hesin djúpstruktururin sæst aftur undir ymiskum yvirflatustrukturi í m. hjá ólíkastu samfeløgum; tann ólíka yvirflatustrukturin setti hann í samband við munin millum tey ymisku samfelagssniðini; hann metti, at m. eru ein ótilvitaður háttur hjá menniskjum at loysa lívsgátur og rættvísgera samfelagsreglur. Hansara ástøði um, at “mýtur hugsa í menniskjum” er ein hornasteinur í *strukturalismuni.
2) Heitið m. verður ofta nýtt í fluttari merking um hugmyndir í samtíðini, sum ikki eru gudasagnir, men eru góðkendar, óskilvísar frágreiðingar ella rættvísgeringar av ráðandi samfelagsligum atburði. Slíkar m. eru skaptar av politikarum ella lýsarum. Ein hin kendasti granskarin av m. í mentanini í okkara tíð var Roland Barthes. Hann vísti á, at mangt og hvat, sum gongur fyri at vera natúrligt, er stívnaðir samfelagsnormar og mynstur: fyribrigdi í mentan og list fáamýtiskamerking, og tað sama er at siga um alskyns gerandislig ting; aftrat frummerking síni ognast tey eina merking í øðrum umfari gjøgnum samfelagsligt brúk. Vín, t.d., er í Fraklandi ikki bara ein drykkur sum allir aðrir, men ein “totemdrykkur”, ella rituellur drykkur, t.e. drykkur bundin at halgisiðum, á sama hátt sum mjólkin frá teirri hollendsku kúnni í Hollandi, ella teið, sum bretska kongshúsið drekkur hátíðarliga saman. Tað er støði undir einum felags siðalag. Fyri fransmenn, sigur Barthes, er tað at trúgva upp á vín ein felagsskapur, sum teir eru tvingaðir inn í. Og at drekka vín er eitt ritual, ein halgisiður, fyri samfelagsliga innliman. Við at skapa mýtiska merking royna mentanir at fáa sínar egnu normar at sýnast vera almenn náttúrufyribrigdi.
R. Barthes: Mythologies 1970 (en. týð. 1973).
Northrup Frye: Anatomy of Criticism 1957.
Cl.Lévi-Strauss: Anthropologie structurale
1958 (en. týð. 1968).