L
(gr. drama, gerð, útinnan; hendingagongd)
Tekstir ætlaðir til
framførslu, oftast uppbygdir av samrøðu
og einrøðu og í nýggjari tíð pallleiðbeiningum
um, hvussu leikpallurin
skal innrættast og partvíst, hvussu leikararnir
skulu bera seg. Henda skilmarkingin
fevnir um størsta partin av l., sum
eru skrivaðar fram til okkara dagar. Av
undantøkum eru at nevna leikir, sum
eru rein mima ella keipur. L. verða býttar
í tveir høvuðsflokkar: *harmleikir og
*skemtileikir.
Evropeiskar l. eru upprunnar í Grikkalandi, eftir øllum at døma sum framhald av ávísum halgisiðum – ritum – serliga knýttum at Dionýsosi og dyrkan av honum. Leikirnir til heiðurs Dionýsosi vóru samansettir av dansi, tónleiki, sangi og orðum; hildið verður, at grikski harmleikurin og skemtileikurin, sum vit kenna í varðveittu verkunum frá 5.øld f.K., eru sprotnir av Dionýsosar-leikunum.
Miðaldar-l. tóku seg upp í kirkjuni í 10. øld. Burtur úr teimum kirkjuligu halgisiðunum spruttu tey fyrstu *halgileikritini, tað fyrsta um barnið í krubbuni, ein jólaleikur.
Í *endurreisnini blómaðu evropeiskar leikbókmentir við klassiskari fyrimynd. Í 16. og 17. øld blómaðu l., serliga í Onglandi (Shakespeare), Spania (Calderon) og Fraklandi (Corneille, Racine, Molière). – Eisini í 18. øld settu tær klassisku fyrimyndirnar dám á l. Men samstundis vuksu fram borgaraligar l., fyrst í skemtileikinum, sum vendi sær burtur frá tí miskunnarleysa látrinum í klassiska skemtileikinum og setti tað samkensluríka smílið og siðaliga uppbygging av áskoðarunum í staðin. Í harmleikinum varð skift um persónar: Gudar, kongar og prinsar máttu víkja fyri lægri samfelagsstættum; *aleksandrinsku ørindini hurvu og prosa kom í staðin. Hesar broytingar tóku seg upp í Onglandi (Lillo, Moore u. 1730), men breiddust til Fraklands (Diderot) 1750- árini) og Týsklands (Lessing og “bürgerliches Trauerspiel” í 1750-árunum).
L. í romantikkinum fluttu seg enn longri burtur frá teimum strongu hugmyndunum hjá klassisismuni um “tað sømiliga” og “tað sannlíka”. Boðberar fyri romantiskar l. eru l. hjá *Sturm und Drang-rørsluni, t.d. Götz von Berlichingen eftir Goethe (sýnt 1774) og Die Räuber (Ránsmenninir) eftir Schiller (sýnt 1782). Romantiskar l. eru í Týsklandi umboðaðar av t.d. Ludwig Tieck við leikinum Die verkehrte Welt, 1798. Í Fraklandi tóku romantiskar l. seg upp við Victor Hugo, sum sló ígjøgnum við Hernani (sýnt 1839). Danskar romantiskar l. náddu blóma sínum hjá Adam Oehlenschläger stutt eftir aldaskiftið 1800.
Í seinnu helvt á 19. øld stóðu norðurlendskar l. høgt. Stevnumiðið at taka samtíðartrupulleikar til viðgerðar í l. spratt í Fraklandi, og fyrsti norðurlendski problemleikurin er eftir B. Bjørnson (En fallit, 1875). Størstu norðurlendsku leikritaskaldini í 19. øld verða Ibsen (1828-1906) og Strindberg (1849- 1912) mettir at vera.
Tveir høvundar, sum á mangan hátt eru eyðkendir umboðsmenn fyri evropeiskar l. í 20. øld, eru B. Brecht og S. Beckett. Brecht var ungur nógv ávirkaður av ekspressionistiskum leikhúsi, varð seinni ein av teim, sum skaptu politiskt royndarleikhús í Berlin; hann helt, at tann grikska leikhúsfrøðin var avoldað og vildi í staðin seta *episkt leikhús. Leikritini hjá S. Beckett eru í flestum førum í samsvari við kravið um tær 3 *eindirnar, men tey eru óvanlig í tí, at tey onga *søgugongd hava, men í staðin seta fram onkra støðu, ið vanliga er tann sama, tá ið leikurin endar, sum tá ið hann byrjaði, t.d. Bíðað eftir Godot frá 1953. Beckett verður roknaður fyri at vera umboð fyri *absurda leikhúsið.
Føroyskar l. tóku seg upp í romantisku tjóðskaparvekingini og vóru tætt knýttar at Føringafelagnum (stovnað 1889). Tær tóku evni úr føroyskum bókmentum, søgu og samfelagslívi. Seinni føroyskar l. hava hildið fram at dyrka hesar evnisbólkarnar, men hava eisini tikið nútíðarlig evni upp. Sí *søguleikrit.
Aftur til yvirlitiðEvropeiskar l. eru upprunnar í Grikkalandi, eftir øllum at døma sum framhald av ávísum halgisiðum – ritum – serliga knýttum at Dionýsosi og dyrkan av honum. Leikirnir til heiðurs Dionýsosi vóru samansettir av dansi, tónleiki, sangi og orðum; hildið verður, at grikski harmleikurin og skemtileikurin, sum vit kenna í varðveittu verkunum frá 5.øld f.K., eru sprotnir av Dionýsosar-leikunum.
Miðaldar-l. tóku seg upp í kirkjuni í 10. øld. Burtur úr teimum kirkjuligu halgisiðunum spruttu tey fyrstu *halgileikritini, tað fyrsta um barnið í krubbuni, ein jólaleikur.
Í *endurreisnini blómaðu evropeiskar leikbókmentir við klassiskari fyrimynd. Í 16. og 17. øld blómaðu l., serliga í Onglandi (Shakespeare), Spania (Calderon) og Fraklandi (Corneille, Racine, Molière). – Eisini í 18. øld settu tær klassisku fyrimyndirnar dám á l. Men samstundis vuksu fram borgaraligar l., fyrst í skemtileikinum, sum vendi sær burtur frá tí miskunnarleysa látrinum í klassiska skemtileikinum og setti tað samkensluríka smílið og siðaliga uppbygging av áskoðarunum í staðin. Í harmleikinum varð skift um persónar: Gudar, kongar og prinsar máttu víkja fyri lægri samfelagsstættum; *aleksandrinsku ørindini hurvu og prosa kom í staðin. Hesar broytingar tóku seg upp í Onglandi (Lillo, Moore u. 1730), men breiddust til Fraklands (Diderot) 1750- árini) og Týsklands (Lessing og “bürgerliches Trauerspiel” í 1750-árunum).
L. í romantikkinum fluttu seg enn longri burtur frá teimum strongu hugmyndunum hjá klassisismuni um “tað sømiliga” og “tað sannlíka”. Boðberar fyri romantiskar l. eru l. hjá *Sturm und Drang-rørsluni, t.d. Götz von Berlichingen eftir Goethe (sýnt 1774) og Die Räuber (Ránsmenninir) eftir Schiller (sýnt 1782). Romantiskar l. eru í Týsklandi umboðaðar av t.d. Ludwig Tieck við leikinum Die verkehrte Welt, 1798. Í Fraklandi tóku romantiskar l. seg upp við Victor Hugo, sum sló ígjøgnum við Hernani (sýnt 1839). Danskar romantiskar l. náddu blóma sínum hjá Adam Oehlenschläger stutt eftir aldaskiftið 1800.
Í seinnu helvt á 19. øld stóðu norðurlendskar l. høgt. Stevnumiðið at taka samtíðartrupulleikar til viðgerðar í l. spratt í Fraklandi, og fyrsti norðurlendski problemleikurin er eftir B. Bjørnson (En fallit, 1875). Størstu norðurlendsku leikritaskaldini í 19. øld verða Ibsen (1828-1906) og Strindberg (1849- 1912) mettir at vera.
Tveir høvundar, sum á mangan hátt eru eyðkendir umboðsmenn fyri evropeiskar l. í 20. øld, eru B. Brecht og S. Beckett. Brecht var ungur nógv ávirkaður av ekspressionistiskum leikhúsi, varð seinni ein av teim, sum skaptu politiskt royndarleikhús í Berlin; hann helt, at tann grikska leikhúsfrøðin var avoldað og vildi í staðin seta *episkt leikhús. Leikritini hjá S. Beckett eru í flestum førum í samsvari við kravið um tær 3 *eindirnar, men tey eru óvanlig í tí, at tey onga *søgugongd hava, men í staðin seta fram onkra støðu, ið vanliga er tann sama, tá ið leikurin endar, sum tá ið hann byrjaði, t.d. Bíðað eftir Godot frá 1953. Beckett verður roknaður fyri at vera umboð fyri *absurda leikhúsið.
Føroyskar l. tóku seg upp í romantisku tjóðskaparvekingini og vóru tætt knýttar at Føringafelagnum (stovnað 1889). Tær tóku evni úr føroyskum bókmentum, søgu og samfelagslívi. Seinni føroyskar l. hava hildið fram at dyrka hesar evnisbólkarnar, men hava eisini tikið nútíðarlig evni upp. Sí *søguleikrit.
C. H. Isaksen: “Sjónleikur í Føroyum”, Varðin 5,
1925. Illustrated Encyclopedia of World Theatre 1973.
Orð, sæð úr sjónarhorninum hjá
orðabókarfrøði, ein óítøkilig stødd, sum
allir bendir formar av orðinum hoyra til.
Í flestum førum er tað galdandi, at allir
orðaformar, sum hoyra til sama l., hava
sama stovn við sama innihaldi.
Aftur til yvirlitið
JíL
Sí *hexametur.
Aftur til yvirlitið L. eru bøkur við stuttum og
longri tekstum í bundnum og óbundnum
máli til undirvísing í móðurmálinum,
lagaðar eftir ymsum skúlastigum.
Fyrstu føroysku bøkurnar ætlaðar børnum eru Føroysk lesibók fyri eldri børn (1906), Stavingarbókin (1907) og Lesibók fyri yngri børn (1907, nevnd Harubókin), allar eftir A. C. Evensen. Áður var útkomin Förisk ABC og lesingabók (1891) eftir Jógvan Poulsen og Christian Ludvig Johannesen, Føringafelag gav út, at læra seg at lesa føroyskt eftir og ikki serliga ætlað børnum. Lesibøkur eru fyrst og fremst læribøkur at læra at stava og síðani lesa eftir. Men tær hava eisini til uppgávu at bera kunnleika, uppaling og hollan stuttleika. Tilfarið í fyrstu føroysku lesibókunum var vituliga eitt úrval av tí sum var til taks á føroyskum og varð hildið hóskandi fyri børn. Í Lesibók fyri yngri børn eru størstu einstøku tilfarslatarar Hammershaimb, Jakob Jakobsen og Jóannes Patursson. A. C. Evensen stendur sjálvur undir einum stórum parti av tilfarinum; hetta er mest týtt tilfar, hóast tað ikki er tilskilað; tað var vanligt langt inn í 20. øld, at tilfar var týtt og umskrivað, uttan at høvundur varð nevndur, men bara ritstjóri ella útgevari. Harubókin er ein strangur uppalari, sum revsar eitt nú ólýðin børn. Ein lesibók, ið ber av teim flestu, er Barnabókin eftir H.A. Djurhuus. Hon kom út í 2 bindum 1923 og 1924 og er ætlað børnum, ið hava lært at stava og eru farin at læra seg at lesa. Hon er ósentimental uppaling av bygdabørnum, moralsk men eisini glað. Samanborin við aðrar lesibøkur er hon eingin strong áminnandi læribók men tølandi skaldskapur. Hvør nývørrur hon var, sæst í ummæli M.A. Jacobsens; hann skrivar m.a. “Tað er ivaleyst, at mangur kennari man hava verið illa við, tá ið hann las bókina á fyrsta sinni: søgurnar vóru so endaleysar, og innihaldið saknaði hinar vanligu áminningar og livireglur. Men tað var sjónligt, at børnini hildu nakað annað; væl vóru søgurnar endaleysar, men tær vóru gjørdar so meistaraligar, at børnini av sær sjálvum hildu áfram í huganum. Og kom tí alt at vera so livandi í hesi bók og so nærskylt við barnalyndið…” (Varð. 8.bd.)
Lesibók fyri vaksin er Lesibók A.C. Evensens frá 1911, ætlað Læraraskúlanum. Tað er bók, ið hevur tað sum eitt aðalmál at laða upp tjóðarbókmentagarðin. Í allari tjóðarsøgutilevning verður dentur lagdur á, at gera søguna, eisini bókmentasøguna, so langa sum gjørligt, finna henni støði so langt afturi sum til ber. Lesibók er býtt sundur í 3 deildir. 1. deild leggur fyri við grein eftir ritstjóran um fornar bókmentir og inniheldur fjølbroytt dømi úr forníslendskum skaldskapi, m.a. úr Føroyingasøgu – tann norrøni grunnurin verður her lagdur undir tann føroyska skaldskap, sum síðani fylgir. Føroyskt tilfar er tó eisini drigið fram í 1. deild, nevniliga brot úr føroyskum miðaldarlógum og - brøvum. – 2. deild byrjar eisini við inngangi ritstjórans, sum her skrivar serliga um kvæðayrking men eisini sagnir. Deildin goymir eitt stórt og fjølbroytt úrval av gomlum og nýggjari kvæðum umframt nakrar sagnir. – 3. deild er tær nýggju, skrivaðu føroysku bókmentirnar; hon hevur ikki inngang eftir ritstjóran, men byrjar við V.U. Hammershaimb og endar við yrkingum eftir H.A. Djurhuus. – Fyri seg standa aftast søvn av orðatøkum og gátum – tey hoyra ikki til nakað ávíst tíðarskeið – og alraaftast eftirmáli ritstjórans um føroyskt mál, ein frágreiðing um støðuna hjá føroyskum máli gjøgnum tíðina. Hugsanin, at mál og skaldskapur eru ein samgrógvin eind kemur fram í m.a. hesum orðum: “Frá Hammershaimb mugu nútíðar føroyskar bókmentir telja sín uppruna; hann kveikti tann huga, ið nú finnst til at reisa tað fallna mál aftur á føtur, hann lærdi okkum at brúka tað og skapti virðing fyri tí í okkara eygum og fremmanda manna.” Í hesum orðum liggur eisini endamálið við Lesibók frá 1911 goymt.
Nýggjari l., sostatt ein røð (2.-7. skúlaár), sum kom út 1966-83, halda fast við fyrimyndina í teimum eldru l., og evnisliga verða tær tí alt fjarari nútíðini. Í staðin fyri stórar l. koma nú partvíst smærri bøkur um einstøk evni við einari blanding av gomlum og nýggjum tekstum, soleiðis at fortíðin verður tikin við, men nútíðin ikki gloymd, t.d. røðin Lesið og lærið, sum er fimm smáar bøkur, ætlaðar 6.-7. flokki í barnaskúlanum, hvør við sínum uppgávuhefti umframt lærarabók.
Aftur til yvirlitiðFyrstu føroysku bøkurnar ætlaðar børnum eru Føroysk lesibók fyri eldri børn (1906), Stavingarbókin (1907) og Lesibók fyri yngri børn (1907, nevnd Harubókin), allar eftir A. C. Evensen. Áður var útkomin Förisk ABC og lesingabók (1891) eftir Jógvan Poulsen og Christian Ludvig Johannesen, Føringafelag gav út, at læra seg at lesa føroyskt eftir og ikki serliga ætlað børnum. Lesibøkur eru fyrst og fremst læribøkur at læra at stava og síðani lesa eftir. Men tær hava eisini til uppgávu at bera kunnleika, uppaling og hollan stuttleika. Tilfarið í fyrstu føroysku lesibókunum var vituliga eitt úrval av tí sum var til taks á føroyskum og varð hildið hóskandi fyri børn. Í Lesibók fyri yngri børn eru størstu einstøku tilfarslatarar Hammershaimb, Jakob Jakobsen og Jóannes Patursson. A. C. Evensen stendur sjálvur undir einum stórum parti av tilfarinum; hetta er mest týtt tilfar, hóast tað ikki er tilskilað; tað var vanligt langt inn í 20. øld, at tilfar var týtt og umskrivað, uttan at høvundur varð nevndur, men bara ritstjóri ella útgevari. Harubókin er ein strangur uppalari, sum revsar eitt nú ólýðin børn. Ein lesibók, ið ber av teim flestu, er Barnabókin eftir H.A. Djurhuus. Hon kom út í 2 bindum 1923 og 1924 og er ætlað børnum, ið hava lært at stava og eru farin at læra seg at lesa. Hon er ósentimental uppaling av bygdabørnum, moralsk men eisini glað. Samanborin við aðrar lesibøkur er hon eingin strong áminnandi læribók men tølandi skaldskapur. Hvør nývørrur hon var, sæst í ummæli M.A. Jacobsens; hann skrivar m.a. “Tað er ivaleyst, at mangur kennari man hava verið illa við, tá ið hann las bókina á fyrsta sinni: søgurnar vóru so endaleysar, og innihaldið saknaði hinar vanligu áminningar og livireglur. Men tað var sjónligt, at børnini hildu nakað annað; væl vóru søgurnar endaleysar, men tær vóru gjørdar so meistaraligar, at børnini av sær sjálvum hildu áfram í huganum. Og kom tí alt at vera so livandi í hesi bók og so nærskylt við barnalyndið…” (Varð. 8.bd.)
Lesibók fyri vaksin er Lesibók A.C. Evensens frá 1911, ætlað Læraraskúlanum. Tað er bók, ið hevur tað sum eitt aðalmál at laða upp tjóðarbókmentagarðin. Í allari tjóðarsøgutilevning verður dentur lagdur á, at gera søguna, eisini bókmentasøguna, so langa sum gjørligt, finna henni støði so langt afturi sum til ber. Lesibók er býtt sundur í 3 deildir. 1. deild leggur fyri við grein eftir ritstjóran um fornar bókmentir og inniheldur fjølbroytt dømi úr forníslendskum skaldskapi, m.a. úr Føroyingasøgu – tann norrøni grunnurin verður her lagdur undir tann føroyska skaldskap, sum síðani fylgir. Føroyskt tilfar er tó eisini drigið fram í 1. deild, nevniliga brot úr føroyskum miðaldarlógum og - brøvum. – 2. deild byrjar eisini við inngangi ritstjórans, sum her skrivar serliga um kvæðayrking men eisini sagnir. Deildin goymir eitt stórt og fjølbroytt úrval av gomlum og nýggjari kvæðum umframt nakrar sagnir. – 3. deild er tær nýggju, skrivaðu føroysku bókmentirnar; hon hevur ikki inngang eftir ritstjóran, men byrjar við V.U. Hammershaimb og endar við yrkingum eftir H.A. Djurhuus. – Fyri seg standa aftast søvn av orðatøkum og gátum – tey hoyra ikki til nakað ávíst tíðarskeið – og alraaftast eftirmáli ritstjórans um føroyskt mál, ein frágreiðing um støðuna hjá føroyskum máli gjøgnum tíðina. Hugsanin, at mál og skaldskapur eru ein samgrógvin eind kemur fram í m.a. hesum orðum: “Frá Hammershaimb mugu nútíðar føroyskar bókmentir telja sín uppruna; hann kveikti tann huga, ið nú finnst til at reisa tað fallna mál aftur á føtur, hann lærdi okkum at brúka tað og skapti virðing fyri tí í okkara eygum og fremmanda manna.” Í hesum orðum liggur eisini endamálið við Lesibók frá 1911 goymt.
Nýggjari l., sostatt ein røð (2.-7. skúlaár), sum kom út 1966-83, halda fast við fyrimyndina í teimum eldru l., og evnisliga verða tær tí alt fjarari nútíðini. Í staðin fyri stórar l. koma nú partvíst smærri bøkur um einstøk evni við einari blanding av gomlum og nýggjum tekstum, soleiðis at fortíðin verður tikin við, men nútíðin ikki gloymd, t.d. røðin Lesið og lærið, sum er fimm smáar bøkur, ætlaðar 6.-7. flokki í barnaskúlanum, hvør við sínum uppgávuhefti umframt lærarabók.
Sigrun Hjalmarsdóttir: Lesibókin – hin
gloymda barnabókin. Føroyskar lesibøkur
1891-1990. Høvuðsritgerð á Føroyamálsdeildini
1998.
Brigdi í *myndamáli:
tvær sjálvstøðugar útsagnir, sum
snúgva seg um hvør sítt evni, standa lið
um lið; liðstøðan ger at tær ávirka hvør
aðra; tær eru ikki eins uppbygdar, sambandið
millum teirra er opið, sum ein
varhugi meira enn nakað, ið er greitt avmarkað.
Teir fríu tulkingar møguleikarnir
eru styrkin í hesum stílbrigdinum;
vanligt í skaldskapi av manna munni,
men ikki bara har; dømi:
Somuleiðis:
Aftur til yvirlitið
útsøgn a: Tað er satt, sum talað er,
mong er konan eym.
útsøgn b: Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.
mong er konan eym.
útsøgn b: Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.
úr “Brynhildartátti”
Somuleiðis:
Hoyrt havi eg frá gamlari tíð,
at ørnin er eitt fok.
Nú skal eg kvøða um Sjúrð hin unga
og hans fyrsta tok.
Ørnin er so snart eitt djór,
hon flýgur so langa leið.
Nú skal eg kvøða um Sjúrð hin unga,
tað fyrsta sum hann út reið.
og
at ørnin er eitt fok.
Nú skal eg kvøða um Sjúrð hin unga
og hans fyrsta tok.
Ørnin er so snart eitt djór,
hon flýgur so langa leið.
Nú skal eg kvøða um Sjúrð hin unga,
tað fyrsta sum hann út reið.
úr “Dvørgamoy I”
Vatnið rennur av høgum fjøllum
eftir hvøssum gróti.
Ilt er at leggja ást við hann,
ið onga leggur ímóti.
eftir hvøssum gróti.
Ilt er at leggja ást við hann,
ið onga leggur ímóti.
úr “Dvørgamoy IV”
Peter Hallberg: Diktens bildspråk 1982.
Sí *málvísindi.
Aftur til yvirlitið Sí *dømisøga 1).
Aftur til yvirlitið Fornt ørindislag, kent úr
nógvum eddukvæðum, t.d. Hávamálum.
Ørindið er býtt sundur í tvær helvtir,
sum eru tríggjar reglur hvør. Fyrstu
tvær reglurnar í hvørji helvtini eru
knýttar saman við stavrími, endareglurnar
hava stuðlar fyri seg sjálvar. 2
áherðslustavilsi eru í hvørji av fyrrnevndu
reglunum, 2 ella 3 í endareglunum;
dømi:
Aftur til yvirlitið
Ei er manni
mikil gáva best,
ofta varð ltlum lovað;
vi hálvum drýli
og hallari skál
góðan eg mær vinin vann
ofta varð ltlum lovað;
vi hálvum drýli
og hallari skál
góðan eg mær vinin vann
Hávamál, 52. ør., Regin í Líð týddi.
Kulturhistorisk leksikon for nordiskmiddelalder. Vésteinn Ólason: “Bragfræði” bls. 63-68,
Íslensk bókmentasaga I 1992.
Reglubundið skifti í áherðslu í
talu, skaldskapi, tónleiki o.tíl., ljóðlag,
rýtma.
Aftur til yvirlitið(kvk ft)
Yrking, kvæði; henda
merking á orðinum, sum annars merkir
‘strálur, geislar’, stavar frá íslendska
halgikvæðinum Ljómurnar, kannað
síðsta katólska biskupi í Íslandi Jóni Arasyni,
tó ikki av røttum; yrkingin er øll
varðveitt í Íslandi, brot av henni eru
varðveitt í Føroyum, men bara í Føroyum
er tónalagið varðveitt. Tá ið Sjóvarbóndin
yrkti kvæði sítt við fyrimynd í
Paradise lost eftir John Milton, tók hann
eftir Ljómunum og nevndi kvæðið
Púkaljóm. Um Ljómurnar, varðveitslu
teirra og ávirkan í Føroyum, hevur Jón
Helgason skrivað.
Í Fuglakvæði Nólsoyar Páls verður brúktur kallkynsformur, *ljómur.
Aftur til yvirlitiðÍ Fuglakvæði Nólsoyar Páls verður brúktur kallkynsformur, *ljómur.
Jón Helgason: „Ljómurnar” Útiseti 1945, bls.
19-29.
(kk)
Yrking, sí *ljómur kvk ft. Orðið
verður brúkt sum kallkynsorð í Fuglakvæðinum
eftir Nólsoyar Páll, t.d. í 47.
ør.: „Brúkið nú munn og hendur og
føtur,/ fúkið nú avstað!/ nú skal kvøða
um gamla gorp/ ljómsins triðja dag“.
Sjóvarbóndin nýtir orðið l. í Púkaljómi,
heitinum á enduryrking síni av Paradise
Lost.
Um kallkynsorðið ljómur hevur Chr.
Matras skrivað í Varðan 34. bd., bls. 184.
Aftur til yvirlitið J. Derrida og onnur umboð
fyri *avbygging nýta hugtakið l. til
at seta heiti á tann hugburðin, sum
tráar eftir einum miðdepli ella upprunaligari
borgan fyri allari merking,
hugburðin sum eftir tykkinum hjá Derrida
hevur sett sín dám á vesturlendska
heimspeki frá Platon. Grikska orðið
logos kann merkja bara ‘orð’, men í
heimspeki merkir tað ofta ‘tann evsta
grundreglan fyri sannleika ella skil’, og í
kristnari gudfrøði vísir tað til Guds orð
sum uppruna at øllum lutum. Atfinningarnar
hjá Derrida móti logosentriskari
hugsan vísa, hvussu hon roynir at
køva mun til frama fyri líkskap og hjáveru:
tann heimspekiliga ‘metafýsikkin
hjá hjáveruni’ krevur eitt ‘transendentalt’
(yvirnatúrligt) teknmið, ella, alt
samanlagt, sjálvhjálpna, óhefta merking
(t.d. Gud, menniskja, sannleiki). Tað
týdningarmesta dømið um l. er tann
áhaldandi fonosentrisman (en. phonocentrism),
sum gevur talu framíhjárættindi
mótvegis skriving, tí tala verður
mett at tryggja heila ‘hjáveru’ og heilskapaða
merking.
Aftur til yvirlitið
Jacques Derrida: L’écriture et la difference 1967.
(gr. lysis, en. resolution, fr. dénouement)
L. er síðsti partur í innari
*søgugongd
í leikritum og skaldsøgum; hon
fylgir í kjalarvørrinum á *skiftinum og
loysir alskyns trupulleikar í *kreppuni.
Aftur til yvirlitið Skaldsøga har fólk, staðir og
hendingar úr veruliga lívinum eru fjald
aftan fyri dulnevni.
Aftur til yvirlitið Skaldskapur í bundnum máli, ið
sýnir huglag, kenslur; sbr. *frásøgu-skaldskapur.
Aftur til yvirlitið Sum eyðkennir, viðvíkur lýrikki, l.
yrking.
Aftur til yvirlitið *Modernisma verður
ofta í Norðurlondum serliga nýtt um modernistiska yrking. Hon hevði við sær fjølbroytta nýgerð bæði viðvíkjandi
evni, formi og ørindislagi. Rímkrøv og
krøv um regluliga rýtmu falla burtur.
Hevdbundið skaldsligt mál verður avlagt,
dagligt mál verður tikið við í yrkingina,
ikki minst fyribrigdi frá nýggju
tøknini, t.d. samskiftis- og samferðslutøkni;
hetta ger, at markið millum
skaldsligt og annað mál verður ótýðuligt.
Í nógvari modernistiskari yrking er
myndamálið sera samansett og torskilt:
myndburðir (metaforur) verða høvuðstróðrið
í yrkingunum, soleiðis at myndflógvin
(*myndamál) verður rúgvismikil
og fløkt, og evnisflógvin hvørvur. Við
óvanligari setningaskipan og orðarað
verður roynt at vísa út um hevdbundnar
merkingar; við tvørsagnum (paradoksum)
og óvæntaðum myndamáli
verður roynt at skaka lesararnar og
skerpa sansanina.
Í evropeiskum høpi verða Charles Baudelaire (1821-1867; Fleurs du mal 1857 [Blomstur syndarinnar]) og Edgar Alan Poe (1809-1849) roknaðir sum slóðarar fyri modernismuni. Í Norðurlondum vann modernisma ikki munandi fram fyrr enn eftir seinna heimsbardaga. Tó ruddaðu finnlandssvensku skaldini henni slóð frá 1910: Gunnar Björling (1887-1960), Edith Södergran (1892-1923; Dikter 1916, Septemberlyren 1918), Elmer Diktonius (1896- 1961), sí *ekspressionisma. Donsk skald komu uppí millum 1920 og 1940, t.d. Paul de la Cour, Jens August Schade, GustavMunch Petersen. Í Íslandi vinnur modernisma fram í 1940-árunum, umboðað av t.d. Steini Steinari, Jóni úr Vör, Hannesi Sigfússyni. Í Noreg somuleiðis eftir kríggið við t.d. Rolf Jacobsen, Tarjei Vesaas, Gunnvor Hofmo, Astrid Hjertenæs, Paal Brekke.
Í føroyskum skaldskapi sæst modernistisk ávirkan t.d. hjá Chr. Matras (1900- 1988) tá ið hann 21 ára gamal yrkti “Eg sigi tær satt”, har fram kemur modernað hugsan um menniskjans samansetta sálarlív; men yrkingin er hevdbundin í tí, at í myndamáli hennara er tað rættiliga greitt, nær talan er um myndflógv og nær um evnisflógv (*myndamál); yrkingin er hevdbundin formliga, hóast endarím ikki hava høvuðssessin. Og Karsten Hoydal (1912-1990) yrkti 1946 yrkingina “Hvítur sandur” við modernistiskum eyðkennum; hon hevur óreglulig ørindi í fríari rýtmu uttan endarím og snýr seg, á modernaðum skaldamáli, um fyritreytir mannahugans.
Ikki fyrr enn fyrst í 1960-árunum sló modernistisk yrking ígjøgnum í Føroyum við Guðrið Helmsdal, f. 1941 (Lýtt lot 1963) og Líggjasi í Bø, f. 1938 (Til lívið 1964) á odda, umboðandi tvey ymisk rák í 60-árunum. Tað ber ikki til beinleiðis at javnseta tey við norðurlendsku modernismuna í 1940-árunum, tí tey koma somikið nógv seinni;men tey eru kortini ein sproti av hesari rørsluni. Tey føroysku modernistisku skaldini í 1960- árunum gjørdu upp við eldri føroyskan skaldskap, bæði evnisliga og formliga. Tey eyðkennast av sterkum tilviti um sína tíð, av samfelagsligum og politiskum tilviti. Heimurin var vorðin minni, fjarir heimspartar vóru ávirkaðir av tí, sum hendi í okkara heimsparti og øvut, tað altjóðaliga sjónarhorni var týdningarmikið í politikki. Í Triðja heiminum kravdu gomul hjálond hjá Evropa frælsi og stríddust fyri tí. Kalda kríggið millum U.S.A. og Sovjettsamveldið býtti samstundis heimin sundur í tvær fylkingar, gjørdi at vit fingu Natostøðir og aðrar avleiðingar av altjóðapolitikki inn á okkum. Tað neyðuga í at hugsa og virka við altjóðasjónarhorni í huga gjørdist alt greiðari. T.d. gjørdist Meginfelag føroyskra studenta í hesum árum limur í alheims studentafelagsskapi. Tøknimenningin átti við Útvarpi Føroya, stovnað 1956, sín stóra part í at tað ikki longur bar til at gloyma, at vit vóru partur av stórum, ófriðarligum heimi. Í heimspekini ráddi *eksistentialisman, fransmenninir Jean Paul Sartre (1905- 19) og Albert Camus (1913-1960) og onglendingurin Bertrand Russel (1872- 1970) settu dám á tíðina.
Tey bæði nevndu yrkingasøvnini, Lýtt lot og Til lívið, sum á avgerandi hátt umboða nýgerð í føroyskari yrking, komu út á føroyskum útisetaforløgum í Keypmannahavn. Lýtt lot er fyrsta yrkingasavnið við órímaðum yrkingum burturav og fyrsta yrkingasavnið eftir kvinnu. Her stígur tann kvinnuligi yrkjarin fram við kenslum sínum í skaldskapi, sum hevur loyst frá teirri tjóðskaparromantisku hevdini, á máli har hevdbundin skaldslig orð fáa sín egna dám í yrkingum, har sálarlívið hjá hinum einstaka og tann ytri heimurin renna saman. Tann sansandi og følandi vakurleikatráandi einstaklingurin og tilveruspurningar hansara eru settir fram í ítøkum, men einføldum og almennum myndum. Til lívið goymir fyri tað mesta rímaðar yrkingar við regluligari rýtmu. Tað nýggja í henni er, at hon næstan burturav viðger aktuel samfelagslig, politisk evni, ofta føroysk men eisini úr Triðja heiminum á sera speiskan, atfinnandi hátt; eisini tann expressionistiska permumyndin eftir Jack Kampmann og sjálvur prentformurin – savnið er prentað við teirri nýggju off-sett-tøknini – eru tíðartekin.
Framhaldið av føroysku modernismuni kom í seinnu helvt á 1960-árunum, tá ein bólkur av ungum yrkjarum steig fram: Steinbjørn B. Jacobsen (f. 1937), Arnbjørn Danielsen (1947-1980), Alexander Kristiansen (f. 1949), Rói Patursson (f. 1947) og Heðin M. Klein (f. 1950). Hesir yrkjarar eru sera ólíkir sínámillum. Felags fyri teir er, at teir bróta niður markið, sum í eldri skaldskapi er millum skaldsligt og ikki skaldsligt bæði evnisliga og formliga; teir víðka yrkisøkið við at taka gerandisdagin, politisku støðuna og einstaklingslívið upp til viðgerðar á nýggjan hátt. Teir endurnýggja skaldskaparmálið, ikki minst tað skaldsliga myndamálið. Marknasteinar verða fluttir bæði formliga og evnisliga og víðkanin av skaldskapinum hevur við sær øðrumegin yrkingar, ið eru eins og einføld, skilvís prosa, ið bara er sett upp sum yrking, sí *støkkprosa, hinumegin yrkingar, sum í myndum og lýsingum eru fjart frá vanligari, hevdbundnari orðing av hugsan og kenslum.
Aftur til yvirlitiðÍ evropeiskum høpi verða Charles Baudelaire (1821-1867; Fleurs du mal 1857 [Blomstur syndarinnar]) og Edgar Alan Poe (1809-1849) roknaðir sum slóðarar fyri modernismuni. Í Norðurlondum vann modernisma ikki munandi fram fyrr enn eftir seinna heimsbardaga. Tó ruddaðu finnlandssvensku skaldini henni slóð frá 1910: Gunnar Björling (1887-1960), Edith Södergran (1892-1923; Dikter 1916, Septemberlyren 1918), Elmer Diktonius (1896- 1961), sí *ekspressionisma. Donsk skald komu uppí millum 1920 og 1940, t.d. Paul de la Cour, Jens August Schade, GustavMunch Petersen. Í Íslandi vinnur modernisma fram í 1940-árunum, umboðað av t.d. Steini Steinari, Jóni úr Vör, Hannesi Sigfússyni. Í Noreg somuleiðis eftir kríggið við t.d. Rolf Jacobsen, Tarjei Vesaas, Gunnvor Hofmo, Astrid Hjertenæs, Paal Brekke.
Í føroyskum skaldskapi sæst modernistisk ávirkan t.d. hjá Chr. Matras (1900- 1988) tá ið hann 21 ára gamal yrkti “Eg sigi tær satt”, har fram kemur modernað hugsan um menniskjans samansetta sálarlív; men yrkingin er hevdbundin í tí, at í myndamáli hennara er tað rættiliga greitt, nær talan er um myndflógv og nær um evnisflógv (*myndamál); yrkingin er hevdbundin formliga, hóast endarím ikki hava høvuðssessin. Og Karsten Hoydal (1912-1990) yrkti 1946 yrkingina “Hvítur sandur” við modernistiskum eyðkennum; hon hevur óreglulig ørindi í fríari rýtmu uttan endarím og snýr seg, á modernaðum skaldamáli, um fyritreytir mannahugans.
Ikki fyrr enn fyrst í 1960-árunum sló modernistisk yrking ígjøgnum í Føroyum við Guðrið Helmsdal, f. 1941 (Lýtt lot 1963) og Líggjasi í Bø, f. 1938 (Til lívið 1964) á odda, umboðandi tvey ymisk rák í 60-árunum. Tað ber ikki til beinleiðis at javnseta tey við norðurlendsku modernismuna í 1940-árunum, tí tey koma somikið nógv seinni;men tey eru kortini ein sproti av hesari rørsluni. Tey føroysku modernistisku skaldini í 1960- árunum gjørdu upp við eldri føroyskan skaldskap, bæði evnisliga og formliga. Tey eyðkennast av sterkum tilviti um sína tíð, av samfelagsligum og politiskum tilviti. Heimurin var vorðin minni, fjarir heimspartar vóru ávirkaðir av tí, sum hendi í okkara heimsparti og øvut, tað altjóðaliga sjónarhorni var týdningarmikið í politikki. Í Triðja heiminum kravdu gomul hjálond hjá Evropa frælsi og stríddust fyri tí. Kalda kríggið millum U.S.A. og Sovjettsamveldið býtti samstundis heimin sundur í tvær fylkingar, gjørdi at vit fingu Natostøðir og aðrar avleiðingar av altjóðapolitikki inn á okkum. Tað neyðuga í at hugsa og virka við altjóðasjónarhorni í huga gjørdist alt greiðari. T.d. gjørdist Meginfelag føroyskra studenta í hesum árum limur í alheims studentafelagsskapi. Tøknimenningin átti við Útvarpi Føroya, stovnað 1956, sín stóra part í at tað ikki longur bar til at gloyma, at vit vóru partur av stórum, ófriðarligum heimi. Í heimspekini ráddi *eksistentialisman, fransmenninir Jean Paul Sartre (1905- 19) og Albert Camus (1913-1960) og onglendingurin Bertrand Russel (1872- 1970) settu dám á tíðina.
Tey bæði nevndu yrkingasøvnini, Lýtt lot og Til lívið, sum á avgerandi hátt umboða nýgerð í føroyskari yrking, komu út á føroyskum útisetaforløgum í Keypmannahavn. Lýtt lot er fyrsta yrkingasavnið við órímaðum yrkingum burturav og fyrsta yrkingasavnið eftir kvinnu. Her stígur tann kvinnuligi yrkjarin fram við kenslum sínum í skaldskapi, sum hevur loyst frá teirri tjóðskaparromantisku hevdini, á máli har hevdbundin skaldslig orð fáa sín egna dám í yrkingum, har sálarlívið hjá hinum einstaka og tann ytri heimurin renna saman. Tann sansandi og følandi vakurleikatráandi einstaklingurin og tilveruspurningar hansara eru settir fram í ítøkum, men einføldum og almennum myndum. Til lívið goymir fyri tað mesta rímaðar yrkingar við regluligari rýtmu. Tað nýggja í henni er, at hon næstan burturav viðger aktuel samfelagslig, politisk evni, ofta føroysk men eisini úr Triðja heiminum á sera speiskan, atfinnandi hátt; eisini tann expressionistiska permumyndin eftir Jack Kampmann og sjálvur prentformurin – savnið er prentað við teirri nýggju off-sett-tøknini – eru tíðartekin.
Framhaldið av føroysku modernismuni kom í seinnu helvt á 1960-árunum, tá ein bólkur av ungum yrkjarum steig fram: Steinbjørn B. Jacobsen (f. 1937), Arnbjørn Danielsen (1947-1980), Alexander Kristiansen (f. 1949), Rói Patursson (f. 1947) og Heðin M. Klein (f. 1950). Hesir yrkjarar eru sera ólíkir sínámillum. Felags fyri teir er, at teir bróta niður markið, sum í eldri skaldskapi er millum skaldsligt og ikki skaldsligt bæði evnisliga og formliga; teir víðka yrkisøkið við at taka gerandisdagin, politisku støðuna og einstaklingslívið upp til viðgerðar á nýggjan hátt. Teir endurnýggja skaldskaparmálið, ikki minst tað skaldsliga myndamálið. Marknasteinar verða fluttir bæði formliga og evnisliga og víðkanin av skaldskapinum hevur við sær øðrumegin yrkingar, ið eru eins og einføld, skilvís prosa, ið bara er sett upp sum yrking, sí *støkkprosa, hinumegin yrkingar, sum í myndum og lýsingum eru fjart frá vanligari, hevdbundnari orðing av hugsan og kenslum.
Turið Sigurðardóttir: “Vakurleikin – veruleikin
– skaldskapurin” í: Bókmentasøgum 2004,
bls. 268-93.
(tý. Lustprinzip, en. pleasure
principle)
Hugtak í sálargreining
Freuds. Sí *sálarfrøðilig bókmentagransking.
Aftur til yvirlitið(da. triviallitteratur)
Bókmentir, sum verða mettar at
hava lítið og einki listarligt virði. Teirra
endamál er at stytta lesaranum stundir,
stuttleika honum, ugga hann, geva honum
ella henni spenning, tryggleika
o.a.tíl.
Aftur til yvirlitið
Robert Escarpit: Bogen og læseren 1972. Geir
Hjorthol: Populærlitteratur – Ideologi og forteljing
1995.
Bókmentaverk, sum metist
at hava lítið listarligt virði.
Aftur til yvirlitið