H
er heimspekingur og
samfelagsfrøðingur, f. 1929, uppvaksin í
Týsklandi. Royndirnar av krígs- og eftirkrígstíðini
og arvurin eftir samfelagsfrøðiliga
granskingarstovnin “Frankfurtsskúlan”
hava gjørt hann til ein av
týdningarmestu stríðsmonnunum fyri
eini víðgongdari fólkaræðisligari hugsan
í heimspeki, samfelagsteori og mentanarkjaki.
Kendastu verk hansara eru Strukturwandel der Öffentlichkeit (1968) um borgaraliga *almennið og Theorie des kommunikativen Handelns 1-2 (1981). Seinna bókin snýr seg um, at lívsheimurin og “samskiftisvirksemið” eru tað neyðuga límið, ið halda samfelagnum saman. Habermas verjir “skynsemið í tí nýtíðarliga” ímóti tí “postmodernaða” í bókini Der philosophische Diskurs der Moderne (1985).
Aftur til yvirlitiðKendastu verk hansara eru Strukturwandel der Öffentlichkeit (1968) um borgaraliga *almennið og Theorie des kommunikativen Handelns 1-2 (1981). Seinna bókin snýr seg um, at lívsheimurin og “samskiftisvirksemið” eru tað neyðuga límið, ið halda samfelagnum saman. Habermas verjir “skynsemið í tí nýtíðarliga” ímóti tí “postmodernaða” í bókini Der philosophische Diskurs der Moderne (1985).
Troels Nørager: System og livsverden. Habermas’
konstruktion af det moderne. Århus
1989; Det moderne – en bog om Jürgen
Habermas. Ristj. Jørn Erslev Andersen,
Hans-Jørgen Schanz, Per Stounbjerg. Århus
1983.
MM
Japanskur yrkingarformur, órímaður
og uttan rýtmiskt ljóðlag; 3 ørindisreglur
við ávísari nøgd av stavilsum í
hvørjari (3-7-5). H. er í veruleikanum
*tanka, sum tvær tær síðstu reglurnar
eru skornar av; hetta frábrigdið tók seg
upp í 16. øld. Tann beinrakna, mergjaða
japanska orðalistin í h. og tanka hevði
ávirkan á summi vesturlendsk skald í 20.
øld, fyrst á imagistar (*imagisma), sum
tóku hesar formarnar upp; seinni tóku
onnur teir upp. Av føroyskum skaldum,
sum hava verið ávirkað av teimum,
kunnu vit nevna Guðrið Helmsdal
Nielsen, Chr. Matras í yrkingum sínum
frá seinni árum og Tórodd Poulsen.
Aftur til yvirlitið(e. mystery plays, tý. geistliches
Drama)
Trúarsjónleikir í miðøld við
evni úr Bíbliuni og halgisøgum. H.
vuksu fram av skiftissangi í gudstænastuni,
serliga á páskum og jólum, ikki
seinni enn í 11. øld. Í fyrstuni vóru h. á
latíni og bara fluttir av prestlærdum og
kórdreingjum. Seinni gjørdust teir
rúgvumeiri og vórðu fluttir út á torg
framman fyri kirkjurnar og at enda á
sølutorg, og tá vórðu teir fluttir á tjóðartungumálum
og leikmenn høvdu
sýningarnar um hendur. Í 14.-16. øld var
kjarnin í h. pínslusøgan, og skapanin og
syndafallið vóru tá eitt slag av forleiki.
Summir av hesum h. gjørdust ovurlangir,
upp í 40.000 ørindisreglur og vardu í
nógvar dagar. Í sambandi við h. tóku sonevnd
*siðaleikrit seg upp í 15. øld. H.
vóru útbreiddir um allan tann katólska
heimin. Teir fullu burtur flestastaðni í
16. øld, hóast leivdir av teimum hildu
sær longur. Sí eisini *leikbókmentir.
Aftur til yvirlitið(gr. tragoidia, av tragos, geitarbukkur,
og oidos, songur; ‘geitarsongur’)
Álvarsamt leikrit (ella, í víðkaðari
merking, frásøgubókmentir eins og t.d.
skaldsøgur, íslendingasøgur), sum lýsir
vanlukkuliga fallið hjá høvuðspersóninum
í verkinum. Einstakir forngrikskir
harmleikir, eitt nú Evmenidurnar
eftir Aiskylos, kundu enda væl, um
evnið var gudasøguligt og stílurin virðiligur,
men tann vanligari endin, sum
hevur við sær, at høvuðspersónurin
doyr, er seinni vorðin eitt avgerandi
eyðkenni, ið hoyrir upp í skilmarkingina
av h. Út frá verkum Aiskylosar, Evripidesar
og Sofoklesar setti Aristoteles í
skaldskaparfrøði sínari (4. øld f.K.) fram
ta skilmarking av h., sumhevur verið avgerandi
fyri fatanina av hesi skaldskapargrein:
herming eftir einari gerð, sum
er álvarsom og fullfíggjað, soleiðis at
burturúr spyrst *katarsis (reinsan)
gjøgnum hendingar, ið vekja samkenslu
og ótta. Aristoteles bendi eisini á, at
høvuðspersónurin kom í ta lagnutungu
vanlukkuna av onkrum mistaki, ið ofta
kemur fram sum hýbris, t.e. hugmóð
móti gudunum, og hevur við sær revsing
gudanna, nemesis.
H. metist at hava havt 3 blómaskeið: Tað forngrikska í 5. øld f.K. við teimum trimum nevndu skaldunum; bretskar leikbókmentir um aldaskiftið 1600 (Marlowe og Shakespeare) og franski h. í 17. øld (Corneille og Racine). H. eftir hesi skald fara í flestøllum førum fram í fjarløgdum støðum og tíðum og hava fremmandsligt yvirbrá; mál teirra er bundið í ørindisløg og hevur tí hátíðarligan dám; frá hesum bregða fyri ein part summir h. eftir Marlowe og Shakespeare, har sum persónar tala ymist bundið ella óbundið mál.
Frásagnarformurin í grikskum h. er strangur; leikurin byrjar við einum leiktátti, sum er *formáli (prologur); harnæst kemur kórið inn og flytur fyrsta kórkvæðið (stasimon), síðan skiftast leiktættir og kórkvæði, til liðugt er og kórið gongur út, eftir at hava flutt seinasta kvæði sítt (exodos). Skiftandi pallmynd varð ikki nýtt í grikska leikhúsinum, og tí mátti leikurin fara fram á einum og sama stað. Aristoteles bendir á, at í h. verður strembað eftir, at alt fer fram innan fyri eitt samdøgur og hann skrivar eisini um, at tað er neyðugt, at hendingarnar gera eina heild.
Í *endurreisnini, tá ið klassisk mentan gjørdist fyrimynd fyri mentan og list, vórðu orð Aristotelesar tulkað sum óvikandi reglur fyri, hvussu h. áttu at vera (*eindirnar, tær tríggjar). Fronsku leikskaldini vóru trúgv móti hesum leiðbeiningunum, og serliga Racine eydnast tað at fella saman evni og form í leikritum sínum, sum flestøll eru um fólk, sum eru á ytstu trom av kensluligari kvøl og vónloysi.
Bretski h. eru ólíkur hinum franska. Umframt ta klassisku ávirkanina vóru Shakespeare og samtíðarmenn hansara ávirkaðir av tí frælsa frásagnarforminum í miðaldarleikritum, sum ikki høvdu fyrilit fyri “teimum trimum eindunum” og sum lovaðu høvundunum at blanda álvarsamt og margháttligt saman. Av klassiskum høvundum tykist tað at vera rómverjin Seneca (1. ølf. f.K.), sum bretsku harmleikaskaldunum best dámdi.
Frá 18. øld hava nógvar royndir verið gjørdar at skriva samtíðarharmleikir um vanligar samfelagsborgarar. Fólk hava verið ymisk á máli um úrslitið. Ibsen og Strindberg røkka kanska eina longst í hesum royndum í verkum sum Heddu Gabler, Faðirinum og Frøkun Juliu. Men eingin man í størri mun enn amerikanarin Eugene O’Neill hava roynt at endurlívgað h. Í sjálvsævisøguligu leikritunum Long Day’s Journey into Night og A Moon for the Misbegotten lýsir hann ta harmsøguligu lagnuna hjá húsinum Tyrone; hesi verk hava klassiskt snið í tí, at tey virða regluna um tær tríggjar eindirnar.
Ymisk onnur nútíðarskald hava roynt at skriva h. (Yeats, Synge, Brecht, Miller o.fl.), men kanska talar svørt komedia sterkari til nútíðarfólk enn hevdbundin h.
Aftur til yvirlitiðH. metist at hava havt 3 blómaskeið: Tað forngrikska í 5. øld f.K. við teimum trimum nevndu skaldunum; bretskar leikbókmentir um aldaskiftið 1600 (Marlowe og Shakespeare) og franski h. í 17. øld (Corneille og Racine). H. eftir hesi skald fara í flestøllum førum fram í fjarløgdum støðum og tíðum og hava fremmandsligt yvirbrá; mál teirra er bundið í ørindisløg og hevur tí hátíðarligan dám; frá hesum bregða fyri ein part summir h. eftir Marlowe og Shakespeare, har sum persónar tala ymist bundið ella óbundið mál.
Frásagnarformurin í grikskum h. er strangur; leikurin byrjar við einum leiktátti, sum er *formáli (prologur); harnæst kemur kórið inn og flytur fyrsta kórkvæðið (stasimon), síðan skiftast leiktættir og kórkvæði, til liðugt er og kórið gongur út, eftir at hava flutt seinasta kvæði sítt (exodos). Skiftandi pallmynd varð ikki nýtt í grikska leikhúsinum, og tí mátti leikurin fara fram á einum og sama stað. Aristoteles bendir á, at í h. verður strembað eftir, at alt fer fram innan fyri eitt samdøgur og hann skrivar eisini um, at tað er neyðugt, at hendingarnar gera eina heild.
Í *endurreisnini, tá ið klassisk mentan gjørdist fyrimynd fyri mentan og list, vórðu orð Aristotelesar tulkað sum óvikandi reglur fyri, hvussu h. áttu at vera (*eindirnar, tær tríggjar). Fronsku leikskaldini vóru trúgv móti hesum leiðbeiningunum, og serliga Racine eydnast tað at fella saman evni og form í leikritum sínum, sum flestøll eru um fólk, sum eru á ytstu trom av kensluligari kvøl og vónloysi.
Bretski h. eru ólíkur hinum franska. Umframt ta klassisku ávirkanina vóru Shakespeare og samtíðarmenn hansara ávirkaðir av tí frælsa frásagnarforminum í miðaldarleikritum, sum ikki høvdu fyrilit fyri “teimum trimum eindunum” og sum lovaðu høvundunum at blanda álvarsamt og margháttligt saman. Av klassiskum høvundum tykist tað at vera rómverjin Seneca (1. ølf. f.K.), sum bretsku harmleikaskaldunum best dámdi.
Frá 18. øld hava nógvar royndir verið gjørdar at skriva samtíðarharmleikir um vanligar samfelagsborgarar. Fólk hava verið ymisk á máli um úrslitið. Ibsen og Strindberg røkka kanska eina longst í hesum royndum í verkum sum Heddu Gabler, Faðirinum og Frøkun Juliu. Men eingin man í størri mun enn amerikanarin Eugene O’Neill hava roynt at endurlívgað h. Í sjálvsævisøguligu leikritunum Long Day’s Journey into Night og A Moon for the Misbegotten lýsir hann ta harmsøguligu lagnuna hjá húsinum Tyrone; hesi verk hava klassiskt snið í tí, at tey virða regluna um tær tríggjar eindirnar.
Ymisk onnur nútíðarskald hava roynt at skriva h. (Yeats, Synge, Brecht, Miller o.fl.), men kanska talar svørt komedia sterkari til nútíðarfólk enn hevdbundin h.
Illustrated Encyclopedia of World Theater,
London 1977.
Tað, at sjálvljóð eru eins, men
ikki fylgjandi hjáljóð, t.d. tók: bót og
fram: rann eru h.; sbr. *heilrím.
Aftur til yvirlitið Tað at bæði sjálvljóð og fylgjandi
hjáljóð bera upp á rím, alrím, lætna:
tætna og ól – sól eru h.; sbr. *hálvrím.
Aftur til yvirlitið(d. dokumentarisme)
Heiti á bókmentaligum verkum,
sum lýsa sannsøguligar hendingar við at
nýta heimildir beinleiðis, eitt nú skjøl,
vitnisfrásagnir, samrøður o.a.tíl. H. sipar
ikki til ævisøgur og tílíkar søguligar frásagnir,
men til frásagnir í skaldsligum
formi, serliga skaldsøgur og leikrit, har
sum høvundarnir hvørki skapa persónar
ella hendingar, men eru bundnir av
heimildum sínum; men teir velja kortini
burtur úr teimum og knýta tær saman,
so at heildarmynd spyrst burturúr. Tí er
ofta trupult at seta greitt mark millum
h. og aðrar bókmentir, t.d. ferðalýsingar
og blaðmannafrásagnir øðrumegin, og
hinumegin søguligar skaldsøgur og leikrit
ella realistiskar samtíðarskaldsøgur.
Flestar h. eru um samtíðarhendingar
ella hendingar, sum nýliga eru yvirstadnar,
og ofta eru tær skrivaðar sum
atfinning ella til at avdúka samfelagsligt
órættvísi. Viðhvørt hevur verið funnist
at h. av teirri orsøk, at tær eru ikki fagurfrøðilig
skapan men yrkisskriving ella
blaðskriving.
Sum serstakt tekstslag verða h. til eftir 1960, hóast fyrimyndir kunnu síggjast í eldri skaldverkum, t.d. U.S.A. eftir John Dos Passos (1930-36). Millum teir, sum løgdu til brots við slíkari skriving vóru øðrumegin Oscar Lewis, sum bygdi bøkur sínar á ljóðskrivaðum ella snarritaðum samrøðum, og hinumegin A. Kluge, sum nýtti heimildir av ymsum slag. Báðir mátarnir hava verið nýttir seinni. Av norðurlendskum høvundum eru at nevna sviarnir Sara Lidman (Gruva, 1968), P.O. Enquist (Legionärerna, 1968) og danin Thorkild Hansen (Jens Munk, 1965, Slavernes kyst, 1967 o.fl.) Í leikritaformi var Peter Weiss (Die Ermittlung, 1965) millum fyrstu umboðini fyri h.; eisini fyri útvarp og sjónvarp hava nógv leikrit verið skrivað av hesum slag.
Aftur til yvirlitiðSum serstakt tekstslag verða h. til eftir 1960, hóast fyrimyndir kunnu síggjast í eldri skaldverkum, t.d. U.S.A. eftir John Dos Passos (1930-36). Millum teir, sum løgdu til brots við slíkari skriving vóru øðrumegin Oscar Lewis, sum bygdi bøkur sínar á ljóðskrivaðum ella snarritaðum samrøðum, og hinumegin A. Kluge, sum nýtti heimildir av ymsum slag. Báðir mátarnir hava verið nýttir seinni. Av norðurlendskum høvundum eru at nevna sviarnir Sara Lidman (Gruva, 1968), P.O. Enquist (Legionärerna, 1968) og danin Thorkild Hansen (Jens Munk, 1965, Slavernes kyst, 1967 o.fl.) Í leikritaformi var Peter Weiss (Die Ermittlung, 1965) millum fyrstu umboðini fyri h.; eisini fyri útvarp og sjónvarp hava nógv leikrit verið skrivað av hesum slag.
H. er einliðað, ella ósamansett,
skaldsligt orð fyri persón ella lut. H.
kunnu vera a) vanlig orð, sum eru nýtt í
aðrari merking, t.d. brúður (= kvinna),
brandur (= svørð), ben (= sár); ella
b) gomul ella sjáldsom orð, sum bara
ella næstan bara eru nýtt í skaldskapi,
t.d. fljóð (= kvinna), snót (= kvinna),
droyri (= blóð), seggur (=maður). H. eru
sera vanlig í føroyskumkvæðum eins og
tey somuleiðis eru í norrønum skaldskapi.
Aftur til yvirlitið H. er innrím í
*dróttkvæði.
Aftur til yvirlitiðTulkingarfrøði.
Aftur til yvirlitið(gr. mimesis, lat. imitatio)
Platon
og Aristoteles skaptu hugtakið h. í
skaldskaparfrøði. Platon metti, at allir
listamenn hermdu eftir objektivum
fyribrigdum, sum á hin bógvin ikki vóru
verulig uttan bara á tann hátt, at tey
endurspeglaðu ‘frummyndina’; millum
listaverkið og sannleikan var tí dupult
glopp, tað var í roynd h. av h. Aristoteles
helt hin vegin, at allar listagreinir bygdu
á h. eftir onkrum, sum lá uttan fyri listaverkið,
og tann h. fevndi um tað almenna
í fyribrigdunum. Tann listarliga
orðingin, skapanin, leitaði tískil ikki til
‘frummyndirnar’ handan fyribrigdini,
sum menniskjað sansar, men til teir algildu
eginleikarnar hjá fyribrigdunum
og dró fram teir tættir í hendingagongdini,
sum hava alment gildi. “Skaldskapurin
setur tískil fram hitt almenna,
men søguvísindini hitt serstaka”, og tí er
“skaldskapurin heimspekiligari og hægri
enn søguvísindini” (Aristotelses: Um
skaldskaparlistina, 9. kap.).
Rómverjar (t.d. Horats) skoyttu uppí, at listamaðurin átti eisini at herma eftir undanmonnum sínum í listini, soleiðis sum rómversk skald høvdu tey griksku til fyrimynd. Latínska hugtakið imitatio fekk tí heldur øðrvísi merking enn mimesis hjá grikkum, og tað var hugmyndin hjá rómverjum, sum lá aftan fyri strembanina hjá nógvum skaldum í endurreisnartíðini og klassisismuni eftir at herma eftir grikskum og rómverskum fornaldarskaldskapi. – Ávísar stevnur í nýggjari tíð hava havnað lærisetninginum um h. í skaldskapi og list og hava hildið tað verið høvuðseyðkennið hjá skaldum at skapa nýtt. Harumframt hevur h. verið tulkað sum handfaringin hj høvundum av veruleikanum, tey háttaløg í stíli og frásøgn, sum í ymsum tíðarskeiðum hava verið nýtt til at endurspegla dagligt lív. (*realisma).
Aftur til yvirlitiðRómverjar (t.d. Horats) skoyttu uppí, at listamaðurin átti eisini at herma eftir undanmonnum sínum í listini, soleiðis sum rómversk skald høvdu tey griksku til fyrimynd. Latínska hugtakið imitatio fekk tí heldur øðrvísi merking enn mimesis hjá grikkum, og tað var hugmyndin hjá rómverjum, sum lá aftan fyri strembanina hjá nógvum skaldum í endurreisnartíðini og klassisismuni eftir at herma eftir grikskum og rómverskum fornaldarskaldskapi. – Ávísar stevnur í nýggjari tíð hava havnað lærisetninginum um h. í skaldskapi og list og hava hildið tað verið høvuðseyðkennið hjá skaldum at skapa nýtt. Harumframt hevur h. verið tulkað sum handfaringin hj høvundum av veruleikanum, tey háttaløg í stíli og frásøgn, sum í ymsum tíðarskeiðum hava verið nýtt til at endurspegla dagligt lív. (*realisma).
E. Auerbach: Mimesis, 1946 (en. týð. 1953 do.
týð. 1965).
H. hava verið til hjá germonskum tjóðum í
hvussu er síðan tíðliga
í miðøldini; tey eru nevnd í søguritum,
men lítið av teimum er varðveitt fyrr
enn í eddukvæðum. *Eddukvæði verða
býtt sundur í h. og *gudakvæði.
Aftur til yvirlitið(gr. hexametros, ‘seksmáldur’)
Forngrikskt ørindislag, 6 rættir tríliðir í
hvørjari reglu, tann síðsti styttur 1
stavilsi; einki ørindabýti. Í staðin fyri
hvønn av teimum4 fyrstu ørindisfótunum
kundi koma spondaios (*ørindisføtur);
*regluhvíld var í hvørjari reglu, men ikki altíð á sama stað,
og tað gjørdi ørindislagið fjølbroyttari. Upprunaliga
varð hexametur nýtt í *frásøgukvæðum
(elst teirra eru kvæði Homers) og
seinni eisini í øðrumskaldskapi á grikskum
og latíni. Byrjanin á Ilions kvæði í
týðing Janusar Djurhuus í hexametri er
soleiðis:
Janus Djurhuus hevur eisini yrkt í hexametri.
Saman við hexametri varð *pentametur nýtt í tvíreglum longu í forngrikskum skaldskapi (*distikon, *elegiskt lag). Á nýggjari málum hevur ørindislagið verið nýtt bæði í týðingum av klassiskum verkum og í frumyrktum yrkingum av ymiskum slag. Í miðøld kom upp sonevnt leoniskt lag; í tí ríma saman stavilsið undan regluhvíld og endastavilsið í regluni, og hetta ørindislagið varð vanligt í latínskum skaldskapi.
Aftur til yvirlitið
Vreiðina/ kvøð um gud/ inna hjá/
Peleusar/ soni A/killeus/
vanlukku/kvidnu, ið/ voldi A/kaiunum/ ótaldar/ vansar:/
vanlukku/kvidnu, ið/ voldi A/kaiunum/ ótaldar/ vansar:/
Janus Djurhuus hevur eisini yrkt í hexametri.
Saman við hexametri varð *pentametur nýtt í tvíreglum longu í forngrikskum skaldskapi (*distikon, *elegiskt lag). Á nýggjari málum hevur ørindislagið verið nýtt bæði í týðingum av klassiskum verkum og í frumyrktum yrkingum av ymiskum slag. Í miðøld kom upp sonevnt leoniskt lag; í tí ríma saman stavilsið undan regluhvíld og endastavilsið í regluni, og hetta ørindislagið varð vanligt í latínskum skaldskapi.
Sí *eykamerking.
Aftur til yvirlitið Tað at orð eru einsvorðin í
talu og/ella skrift og hava ymiska merking,
sí *einsnevning,
*merkingarfrøði.
Aftur til yvirlitið(da. association)
Sí *hugstroymi.
Aftur til yvirlitið(da. ideologi, av. gr. orðunum
idea, ‘hugmynd’, og logos, ‘frøði’;
ísl. hugmyndafræði)
Orðið merkir ‘læran
um hugmyndir’, men verður nýtt í
víðari týdning um eitt meira ella minni
skilbundið kervi av hugmyndum og
virðismetingum, sum ein ávísur samfelagsbólkur
í einum ávísum tíðarskeiði er
felags um. T.d. vóru hugsanirnar um
frælsi og javnað avgerandi fyri borgarastættina,
sum um 1800 trokaði einaveldið
burtur í Fraklandi og sjálv tók
ræðið. Hesar hugsanir vórðu samanfataðar
í hugmyndini um liberalismu, sum
gjørdist kjarnin í h. hjá borgarastættini.
Serliga Karl Marx fekst við hugtakið h., og tiltikin eru orð hansara: “Ráðandi hugmyndir í hvørjum tíðarskeiði eru hugmyndirnar hjá ráðandi stætt” (1846). Marx kallaði átrúnaðin opium fólksins, men segði eisini, at hann var “neyðarróp teirra kúgaðu”. Hetta tvílyndið í allari h., at goyma í sær bæði staðfesting av ráðandi støðuni og dreymin um eitt betri lív, er týdningarmikið fyri atfinningarnar hjá Marx móti teimum borgaraligu vísindunum, sum hann ákærdi fyri at rættvísgera órættvísa samfelagsskipan við hugtøkum sum frælsi og fólkaræði, ið stóðu í rópandi mótsøgn móti tí veruleika, ið tey skuldu lýsa. Sambært teirri fatanini vóru hesi vísindini eitt slag av h. ella “følskum tilviti” um samfelagið. Fyritreytin hjá Marx var, at tilvit menniskjans er formað av teimum evnisligu lívstreytunum, og rannsókn av sambondunum millum heimsfatan og samfelagsskipan hevur verið ein megintáttur í allari samfelagsfrøði síðan í 19. øld.
Vituliga hevur leingi verið fingist við at kanna hugmyndaheimin í bókmentunum, men ikki fyrr enn í seinnu helvt av 20. øld var talan um serligt háttalag tí viðvíkjandi, nevniliga hugmyndafrøðiliga kanning ella *hugmyndafrøðikritikk (da. ideologikritik). Millum slóðbrótararnar í tílíkum kanningum eru G. Lukács og L. Löwenthal, sum vegaðu fyri marxistiskari bókmentagransking; men royndir tann vegin hava eisini verið knýttar at strukturalismu og kvinnugransking. Hugmyndafrøðilig gransking krevur at hava fyrilit fyri teimum søguligu umstøðunum í viðkomandi bókmentaverki og gera mun á sjónarmiðum hjá søgupersónum, høvundi og lesarum. Tá ið væl verður atborið, kann slík kanning vísa, hvussu heimsmyndin í einum verki myndast í samspæli millum innihald og form tess og ráðandi h. í samfelagnum.
Aftur til yvirlitiðSerliga Karl Marx fekst við hugtakið h., og tiltikin eru orð hansara: “Ráðandi hugmyndir í hvørjum tíðarskeiði eru hugmyndirnar hjá ráðandi stætt” (1846). Marx kallaði átrúnaðin opium fólksins, men segði eisini, at hann var “neyðarróp teirra kúgaðu”. Hetta tvílyndið í allari h., at goyma í sær bæði staðfesting av ráðandi støðuni og dreymin um eitt betri lív, er týdningarmikið fyri atfinningarnar hjá Marx móti teimum borgaraligu vísindunum, sum hann ákærdi fyri at rættvísgera órættvísa samfelagsskipan við hugtøkum sum frælsi og fólkaræði, ið stóðu í rópandi mótsøgn móti tí veruleika, ið tey skuldu lýsa. Sambært teirri fatanini vóru hesi vísindini eitt slag av h. ella “følskum tilviti” um samfelagið. Fyritreytin hjá Marx var, at tilvit menniskjans er formað av teimum evnisligu lívstreytunum, og rannsókn av sambondunum millum heimsfatan og samfelagsskipan hevur verið ein megintáttur í allari samfelagsfrøði síðan í 19. øld.
Vituliga hevur leingi verið fingist við at kanna hugmyndaheimin í bókmentunum, men ikki fyrr enn í seinnu helvt av 20. øld var talan um serligt háttalag tí viðvíkjandi, nevniliga hugmyndafrøðiliga kanning ella *hugmyndafrøðikritikk (da. ideologikritik). Millum slóðbrótararnar í tílíkum kanningum eru G. Lukács og L. Löwenthal, sum vegaðu fyri marxistiskari bókmentagransking; men royndir tann vegin hava eisini verið knýttar at strukturalismu og kvinnugransking. Hugmyndafrøðilig gransking krevur at hava fyrilit fyri teimum søguligu umstøðunum í viðkomandi bókmentaverki og gera mun á sjónarmiðum hjá søgupersónum, høvundi og lesarum. Tá ið væl verður atborið, kann slík kanning vísa, hvussu heimsmyndin í einum verki myndast í samspæli millum innihald og form tess og ráðandi h. í samfelagnum.
Terry Eagleton: Criticism and Ideology 1978.
Marx/Engels: Die deutsche Ideologie 1846
(ísl. týð.: Þýska hugmyndafræðin 1983).
Ideas and Ideologies in Scandinavian Literature
since the First World War, ritstj. Sveinn
S. Höskuldsson 1975. Turið Sigurðardóttir:
“Virðingin fyri veruleikanum” Bókmentasøgur
2004, bls. 176-242.
Óritstjórnað avskrift av
hugsan. Ein frásagnartøkni, sum roynir
at endurgeva tilvitsrenslið so beinleiðis
sum møguligt, uttan at royna at fáa skilvísan samanhang í tað. H. hevur ment
*innaneinrøðuna, men brýtur frá henni
við ikki at vera skipað skilvíst. Hugtakið
h. (en. stream of consciousness) er komið
frá amerikanska sálarfrøðinginum og
heimspekinginum William James
(1842-1910), ið brúkti tað um allar tær
hugsanir, kenslur, minnir og sansanir,
sum streyma gjøgnum mannatilvitið.
Fyrstu ferð at h. er brúkt sum skaldslig
tøkni í fullum blóma er í skaldsøguni
Ulysses (1922) eftir írska skaldið James
Joyce.
Aftur til yvirlitið
Leyvoy Joensen: “Ulysses-øldin”, Varðin bd.
71:141-160. 2004.
Heitið varð tikið upp í 19.
øld og sipaði til virðini og hugsjónirnar í
evropeisku *endurreisnini, sum legði
dent á, at menniskjað átti at menna og
víðka førleika og evni síni. Humanistarnir
í endurreisnini granskaðu grikska og
rómverska søgu og fingu á tann hátt
eina mynd av ‘menniskjanum’, sum var
nógv vónríkari og jaligari enn tann hjá
miðaldarkristindóminum. Heldur enn
at vera ein neyðars syndari, sum bíðaði
eftir loysn úr einum díki av holdsligari
spillu, var menniskjað eitt undurverk av
óendaligum møguleikum fyri at menna
seg fram móti javnvág millum síni likamligu,
andligu, siðalagsligu og vitbornu
evni.
Í Týsklandi og Norðurlondum vakti h. hjá mongum áhuga fyri tjóðarsøguni: Gomul søgurit vórðu útgivin og nýggj skrivað. Teirra millum var 1. útgáva av danasøgu Saxos (1514), sum íbirti humanistiska søguskriving í Norðurlondum. Í 16. øld fingu danskir søguskrivarar áhuga fyri íslendskum fornritum um norðurlandasøgu. Sami áhugin fekk danska fornminnasavnaran Ole Worm í 1636 at útvega sær kvæðauppskriftir úr Føroyum, tær fyrstu kvæðauppskriftir úr Føroyum, sum søgur ganga frá.
Nógvir av humanistunum, eitt nú Erasmus og Milton í 16. og 17. øld, sameintu tættir úr kristnari og klassiskari mentan til tað, sum hevur verið kallað kristin h.; men í 18. øld tók *upplýsingarstevnan at loysa hugsjónina um fullkomnan menniskjans frá tí átrúnaðarliga, yvirnatúrliga, soleiðis at h. í 20. øld í høvuðsmerking síni sipar til teir siðalagsspekingarnar, sum venda sær frá gudfrøðiligum lærusetningum og fáast við reint menniskjanslig málsevni. Umframt at vera skilmarkað mótvegis gudfrøðini so kom h. eisini í mótsetning til vísindaliga materialismu: frá miðjari 19. øld og frameftir settu Matthew Arnolds og aðrir upp ímóti krøvunum frá vísindunum hugsjónina um ta menniskjansligu fullkomnanina við javnvág millum sjálvsmenning og siðalagsligan sjálvsaga. Henda h., sum M. Arnold stendur fyri, er eitt frábrigdi av tí algongdu liberalu h., sum í miðjuna á sínari heimsfatan setur hugmyndina um einstaklingin, sum hevur sjálvsavgerðarvald. Í nýtíðarbókmentafrøði fær liberal h. og viðhvørt h. yvirhøvur avbjóðing frá *poststrukturalismu, sum í staðin fyri eindarhugtakið ‘menniskja’ setur ‘subjektið’, sum er kynsskilmarkað, ‘miðspjatt’ og ikki longur hevur sjálvsavgerðarvald.
Aftur til yvirlitiðÍ Týsklandi og Norðurlondum vakti h. hjá mongum áhuga fyri tjóðarsøguni: Gomul søgurit vórðu útgivin og nýggj skrivað. Teirra millum var 1. útgáva av danasøgu Saxos (1514), sum íbirti humanistiska søguskriving í Norðurlondum. Í 16. øld fingu danskir søguskrivarar áhuga fyri íslendskum fornritum um norðurlandasøgu. Sami áhugin fekk danska fornminnasavnaran Ole Worm í 1636 at útvega sær kvæðauppskriftir úr Føroyum, tær fyrstu kvæðauppskriftir úr Føroyum, sum søgur ganga frá.
Nógvir av humanistunum, eitt nú Erasmus og Milton í 16. og 17. øld, sameintu tættir úr kristnari og klassiskari mentan til tað, sum hevur verið kallað kristin h.; men í 18. øld tók *upplýsingarstevnan at loysa hugsjónina um fullkomnan menniskjans frá tí átrúnaðarliga, yvirnatúrliga, soleiðis at h. í 20. øld í høvuðsmerking síni sipar til teir siðalagsspekingarnar, sum venda sær frá gudfrøðiligum lærusetningum og fáast við reint menniskjanslig málsevni. Umframt at vera skilmarkað mótvegis gudfrøðini so kom h. eisini í mótsetning til vísindaliga materialismu: frá miðjari 19. øld og frameftir settu Matthew Arnolds og aðrir upp ímóti krøvunum frá vísindunum hugsjónina um ta menniskjansligu fullkomnanina við javnvág millum sjálvsmenning og siðalagsligan sjálvsaga. Henda h., sum M. Arnold stendur fyri, er eitt frábrigdi av tí algongdu liberalu h., sum í miðjuna á sínari heimsfatan setur hugmyndina um einstaklingin, sum hevur sjálvsavgerðarvald. Í nýtíðarbókmentafrøði fær liberal h. og viðhvørt h. yvirhøvur avbjóðing frá *poststrukturalismu, sum í staðin fyri eindarhugtakið ‘menniskja’ setur ‘subjektið’, sum er kynsskilmarkað, ‘miðspjatt’ og ikki longur hevur sjálvsavgerðarvald.
(lat. væta)
H. er upprunaliga heiti
á teimum fýra likamsvætunum, sum
læknar í fornøldini samanfataðu í læruni
“humoral týpologi” og sum teir
býttu menniskju í 4 týpur eftir: sangvinikarar,
kolerikarar, melankolikarar og
flegmatikarar. Hildið varð, at lutfallið
millum væturnar gjørdi av lyndið hjá tí
einstaka.
Sum fyribrigdi í bókmentum hevur orðið verið brúkt síðan 18. øld um glaðlyntan, jaligan hugburð, sum lýsir enntá syrgiligar og álvarsligar hendingar og umstøður í bókmentaverki á stuttligan ella láturligan hátt. H. vísir tað stuttliga ella láturliga í tí syndarliga ella álvarsama við samkenslu og virðing fyri tí, sum smílst verður at. Móttsett hesum vísa *satira og *speisemi lítla ella onga virðing ella samkenslu. Eitt gott dømi um føroyskan høvund, ið skrivar við h. er Heðin Brú.
Aftur til yvirlitiðSum fyribrigdi í bókmentum hevur orðið verið brúkt síðan 18. øld um glaðlyntan, jaligan hugburð, sum lýsir enntá syrgiligar og álvarsligar hendingar og umstøður í bókmentaverki á stuttligan ella láturligan hátt. H. vísir tað stuttliga ella láturliga í tí syndarliga ella álvarsama við samkenslu og virðing fyri tí, sum smílst verður at. Móttsett hesum vísa *satira og *speisemi lítla ella onga virðing ella samkenslu. Eitt gott dømi um føroyskan høvund, ið skrivar við h. er Heðin Brú.
Eitt lógarskjal, ið er varðveitt
í Kongsbókini, sí *Seyðabrævið.
Brævið er ógvuliga illa farið og kámt.
Tað snýr seg um, hvussu nógvir hundar
eru loyvdir í ymsum bygdum, og
nevndir eru ymsir hundar, seyðahundar,
lírahundar og fuglahundar. H. verður
hildið at vera frá uml. 1350-1400.
Aftur til yvirlitið
Jón Helgason: “Kongsbókin úr Føroyum” Útiseti 1951, bls. 108-112.
(gr. hyperbole óhógv)
Óhógv, at
gera ov nógv av, avgerð; dømi: “Eg havi
sagt tað túsund ferðir”, “tú ert móti
øllum”. Sí eisini *amplifikatión.
Aftur til yvirlitið Í navnafrøði: kelinavn,
stuttnevni.
Aftur til yvirlitið Undirheiti. Sí
*merkingarfrøði.
Aftur til yvirlitið Yrking til ávíst høvi,
*tilburðaryrking.
Aftur til yvirlitið Tann ella teir týdningarmestu
persónarnir í skaldverki; sbr.
*eykapersónur.
Aftur til yvirlitið Í fornnorrønum og íslendskum
skaldskapi er h. fyrsta ljóð í
fyrsta áherðslustavili í ørindisreglu sum
við stavrími rímar við stuðlarnar
(*stuðlar) í regluni frammanundan; í ørindisreglunum Frítt tú vart í fornum
tíma,/ fagra jøkilsland, er f í “frítt” og
“fornum” stuðlar, og “fagra” er høvuðsstavur.
Aftur til yvirlitið