F
Listfrøðiligur, estetiskur. Fagrar bókmentir,
*fagurbókmentir ella fagrar
bókmentir eru skaldsligar bókmentir
t.d. skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar,
sjónleikir. Mótsettar føgrum bókmentum
eru *yrkisbókmentir.
*Bókmentir.
Aftur til yvirlitið Fagrar bókmentir; sbr.
*yrkisbókmentir.
Aftur til yvirlitið(lat. fabula, dømisøga)
Sí *dømisøga
2). Sum bókmentafrøðiligt hugtak
gongur f. aftur til *russiska formalismu,
og seinni hava bókmentafrøðingar, sum
hoyra til *nýkritikkin nýtt tað. F. er
evniskjarnin í søgugongdini í frásøgn av
onkrum slag (skaldsøgu, stuttsøgu,
leikriti); f. er høvuðstættirnir í søguni,
uttan at teir eru knýttir til ávísar
einstaklingar, ávísa tíð ella umhvørvi,
settir fram í rættari tíðarrøð (t.e. uttan
atlit at søgutíðini í verkinum)
Aftur til yvirlitið(lat. figura likam, formur)
Í klassiskari
tungulist og stílfrøði verður skilt
ímillum *tropur og figurar sum tvey
snið av kynstrigari málnýtslu í røðu og
riti. Tropur eru orð, ið verða nýtt í fluttari
merking (*myndburður,
*sýmbol).
Figurar eru stílsnildir, sum byggja á
orðarað og setningafrøðiligar tættir.
Figurar býtast í ymsar undirbólkar:
Endurtøkufigurar eru: *anafora; epanalepsis (felagsheiti fyri endurtøku-figurar); epanastrofa (síðsta orð í ørindisreglu verður endurtikið fremt í næstu reglu; vanligt hjá A. Brorson, her í týðing eftir J.H.O.D.: “Gloppast eitt sindur steingjandi grindir, / steingjandi grindir, tá gerst tú glað”); *epifora; epizeuxis (endurtiknu orðini ella liðirnir standa lið um lið, t.d. “Móðurlandið, móðurlandið,” Jóannes Patursson; “Í grønum dølum, í grønum dølum” J.H.O.D.); hendiadýs (endurtøka við frábrigdi, sama hugmynd orðað við 2 navnorðum í staðin fyri lýsingarorð + navnorð, t.d. “ígjøgnum veður og vind”, t.e. vindsamt veður; “Ljós og gleði”, t.d. ljós gleði); metabola (øvut endurtøka , t.d. “eg í øllum, alt í mær”, Karsten Hoydal “Mikið varð mær givið”. Sum tvíliðaður figurur fellur metabola saman við *krossbrigdi, ið tó sum oftast ikki hevur einsorðaðar liðir); paronomasi (ljóðspæl, orðaspæl; í ymiskum líki í ymiskum bókmenta-tíðarskeiðum; í En folkefjende sigur Stockmann lækni við blaðstjóran, sum aftrar seg við at prenta grein um, at vatnið í býnum er heilsuskaðiligt: “Tør De ikke? De som er redaktør?”); pleonasma (orðing við ov nógvum orðum, t.e. við orðum, sum einki skoyta upp í merkingina; p. verður mett sum lýti; dømi: tápuligur býttlingur, gamal oldingur); polýtoton (endurtøka av sama orði í ymsum bendingarformum, t.d. “gudanna Guð” Grundtvig/ Louis Zachariasen); sýmploka (samanflætting, rammuendurtøka; somu orð endurtikin í byrjan og enda á setningi ella ørindi); *tautologi.
Mótsetningsfigurar eru: antitesa, sí *mótsetningar; kiasma, sí *kross-brigdi; oxýmoron (tilætlað sjálvmótsøgn, samanseting av orðum, sum merkingarliga benda hvørt sín veg, nógv brúkt í barokki og surrealismu; dømi: “vísur dári”); paradoks, sí *tvørsøgn; zeugma (tveir ella fleiri setningsliðir við ólíkari merking verða knýttar saman við tí triðja, sum sambært vanligari merking bara hóskar saman við øðrum teirra; zeugma verður brúkt t.d. í komiskum stíli, í hittinorðum og í impressionistiskum stíli; dømi: “Lívið er sum ein barnaskjúrta, stutt og skitið”).
Leikfigurar eru: *aposiopesa; *apostrofa; ellipsa (eitt ella fleiri orð ella setningsliðir eru lagdir burtur úr setningi, uttan at tað órógvar fatanina); graduatión (stigvís styrkjan ella veikjan av orðing) ; hýperbaton (óregluligt orðarað; dømi “ríkir menn og reystir”; *ironi; retoriskur spurningur; visión (ein háttur at mana myndir, sjónir, dreymar o.a.tíl. fram, sum um hendingarnar fóru fram fyri eygunum á lesaranum; dømi: “Lurta, lurta – eitt ljóð er enn, /tað er barna- og einkjugrátur”, J.H.O.D.: “Eitt summarkvøld í Klaksvík 1841”).
Ljómfigurar eru: *rím (*alrím, *assonansur, *hálvrím, *kallrím, *kvinnurím, *stavrím); orðaspæl; evfoni (vælljóð); hiat (lat. hiatus glopp, gjógv; tá ið tvey sjálvljóð sum líkjast ella eru eins renna saman, skapast ljóðglopp; var hildið at lýta skaldskap, men verður eisini brúkt tilvitað av skaldum, ið gera nógv burtur úr ljómi).
Aftur til yvirlitiðEndurtøkufigurar eru: *anafora; epanalepsis (felagsheiti fyri endurtøku-figurar); epanastrofa (síðsta orð í ørindisreglu verður endurtikið fremt í næstu reglu; vanligt hjá A. Brorson, her í týðing eftir J.H.O.D.: “Gloppast eitt sindur steingjandi grindir, / steingjandi grindir, tá gerst tú glað”); *epifora; epizeuxis (endurtiknu orðini ella liðirnir standa lið um lið, t.d. “Móðurlandið, móðurlandið,” Jóannes Patursson; “Í grønum dølum, í grønum dølum” J.H.O.D.); hendiadýs (endurtøka við frábrigdi, sama hugmynd orðað við 2 navnorðum í staðin fyri lýsingarorð + navnorð, t.d. “ígjøgnum veður og vind”, t.e. vindsamt veður; “Ljós og gleði”, t.d. ljós gleði); metabola (øvut endurtøka , t.d. “eg í øllum, alt í mær”, Karsten Hoydal “Mikið varð mær givið”. Sum tvíliðaður figurur fellur metabola saman við *krossbrigdi, ið tó sum oftast ikki hevur einsorðaðar liðir); paronomasi (ljóðspæl, orðaspæl; í ymiskum líki í ymiskum bókmenta-tíðarskeiðum; í En folkefjende sigur Stockmann lækni við blaðstjóran, sum aftrar seg við at prenta grein um, at vatnið í býnum er heilsuskaðiligt: “Tør De ikke? De som er redaktør?”); pleonasma (orðing við ov nógvum orðum, t.e. við orðum, sum einki skoyta upp í merkingina; p. verður mett sum lýti; dømi: tápuligur býttlingur, gamal oldingur); polýtoton (endurtøka av sama orði í ymsum bendingarformum, t.d. “gudanna Guð” Grundtvig/ Louis Zachariasen); sýmploka (samanflætting, rammuendurtøka; somu orð endurtikin í byrjan og enda á setningi ella ørindi); *tautologi.
Mótsetningsfigurar eru: antitesa, sí *mótsetningar; kiasma, sí *kross-brigdi; oxýmoron (tilætlað sjálvmótsøgn, samanseting av orðum, sum merkingarliga benda hvørt sín veg, nógv brúkt í barokki og surrealismu; dømi: “vísur dári”); paradoks, sí *tvørsøgn; zeugma (tveir ella fleiri setningsliðir við ólíkari merking verða knýttar saman við tí triðja, sum sambært vanligari merking bara hóskar saman við øðrum teirra; zeugma verður brúkt t.d. í komiskum stíli, í hittinorðum og í impressionistiskum stíli; dømi: “Lívið er sum ein barnaskjúrta, stutt og skitið”).
Leikfigurar eru: *aposiopesa; *apostrofa; ellipsa (eitt ella fleiri orð ella setningsliðir eru lagdir burtur úr setningi, uttan at tað órógvar fatanina); graduatión (stigvís styrkjan ella veikjan av orðing) ; hýperbaton (óregluligt orðarað; dømi “ríkir menn og reystir”; *ironi; retoriskur spurningur; visión (ein háttur at mana myndir, sjónir, dreymar o.a.tíl. fram, sum um hendingarnar fóru fram fyri eygunum á lesaranum; dømi: “Lurta, lurta – eitt ljóð er enn, /tað er barna- og einkjugrátur”, J.H.O.D.: “Eitt summarkvøld í Klaksvík 1841”).
Ljómfigurar eru: *rím (*alrím, *assonansur, *hálvrím, *kallrím, *kvinnurím, *stavrím); orðaspæl; evfoni (vælljóð); hiat (lat. hiatus glopp, gjógv; tá ið tvey sjálvljóð sum líkjast ella eru eins renna saman, skapast ljóðglopp; var hildið at lýta skaldskap, men verður eisini brúkt tilvitað av skaldum, ið gera nógv burtur úr ljómi).
Ulla Albeck: Dansk stilistik. Gyldendal 1965.
Sí *fremmandagerð.
Aftur til yvirlitið Strukturalistiskur
máti at vísa tematisku gongdina í
teksti. “S” stendur fyri “sem” = minsta
merkingareindin. Høvuðsmótsetningarnir
í einum teksti verða funnir. Vit
kunnu taka Burtur á heiði (1975) eftir
Marionnu D. Dahl (f.1947) sum dømi.
Siga vit, at høvuðstemað er vinskapur,
so kann grundleggjandi mótsetningurin
í søguni sigast at vera vinskapur –
fíggindaskapur. Fyri at koma frá vinskapi
til fíggindaskap skal vinskapurin
fyrst noktast. Tað verður víst soleiðis:
Og øvugt: skal fíggindaskapurin vendast til vinskap aftur, so skal hann noktast; tað verður víst soleiðis:
Í Burtur á heiði verður vinskapurin noktaður, tá ið dré lýgur fyri vinmonnunum um útvarpstólið, og hann verður til fíggindaskap, tá ið hann verður avdúkaður. Hinvegin kemur dreingjaflokkurin í eina ótolandi støðu, tí at André er farin burturúr – har er trot og longsil. Vinskapurin kemur í aftur, tá ið hinir fyrigeva André og hann iðrar seg:
S-frymilin
| vinskapur |
Og øvugt: skal fíggindaskapurin vendast til vinskap aftur, so skal hann noktast; tað verður víst soleiðis:
| fíggindaskapur |
Í Burtur á heiði verður vinskapurin noktaður, tá ið dré lýgur fyri vinmonnunum um útvarpstólið, og hann verður til fíggindaskap, tá ið hann verður avdúkaður. Hinvegin kemur dreingjaflokkurin í eina ótolandi støðu, tí at André er farin burturúr – har er trot og longsil. Vinskapurin kemur í aftur, tá ið hinir fyrigeva André og hann iðrar seg:
S-frymilin

Dømi (Burtur á heiði)
(1) André lýgur.
(2) Hann verður avdúkaður.
(3) Hinir dreingirnir sakna André – vinaskarin er ófullfíggjaður: trot.
(4) Teir fyrigeva André, hann iðrar seg.
Torben Kragh Grodal o.a.: Tekststrukturer. En
indføring i tematisk og narratologisk tekstanalyse
1974. Finn Brandt-Pedersen og
Anni Rønn-Poulsen: Metodebogen. Analysemetoder
til litterære tekster 1980 og
seinni. Malan Marnersdóttir o.fl.: Vinalagið,
náttúran og samfelagið. Tættir í ritverki
Marionnu Debes Dahl 1994, bls. 12-15.
Aftur til yvirlitið
MM
(lat. oratio tecta; fr.
style indirect libre; tý. erlebte Rede)
Ein
frásøgutøkni, sum kámar munin millum
røðu og frásøgn, millum beinleiðis
talu og óbeinleiðis talu.
Fjald beinleiðs tala er í málfrøðiligari tátíð (innaneinrøða er harafturímóti í nútíð), vísir seg sum frásøgn, men er fjald røða hjá persónunum og hevur tí ofta talumálsdám.
Fjald beinleiðis tala kann standa sum innskot í beinleiðis ella óbeinleiðis talu, sum t.d. í stuttsøguni “Fyri fyrst” eftir Mariu Mikkelsen. Skiparin Per í Vík er komin inn á skrivstovuna hjá reiðaranum og tosar við skrivstovudreingin; Per hevur orðið: “... [ beinleiðis tala:] – Ná – so var tað hasin seðilin upp á saltið og handan undirskriftin! Les upp! [Fjald beinleiðis tala:] Jú, reiðarin var nú ein rættur maður upp á sín post...”.
Fjald beinleiðis tala kann eisini vera skotin inn í frásøgn, sum t.d. í stuttsøguni “Bolla” eftir Heðin Brú: “[frásøgn:] Tað fór sum eldur til høvdið á Bolla, hann brendi á dyr. [Fjald beinleiðsi tala:] Skuldu teir nú ikki geva honum frið inni í húsunum heldur?”
Fjald beinleiðis tala er nær skyld við innaneinrøðu. Men meðan henda seinna er í 1. persóni, krógvar fjald beinleiðis tala persónsviðurskiftini við at vera í 3. persóni. Sí *impressionisma.
Aftur til yvirlitiðFjald beinleiðs tala er í málfrøðiligari tátíð (innaneinrøða er harafturímóti í nútíð), vísir seg sum frásøgn, men er fjald røða hjá persónunum og hevur tí ofta talumálsdám.
Fjald beinleiðis tala kann standa sum innskot í beinleiðis ella óbeinleiðis talu, sum t.d. í stuttsøguni “Fyri fyrst” eftir Mariu Mikkelsen. Skiparin Per í Vík er komin inn á skrivstovuna hjá reiðaranum og tosar við skrivstovudreingin; Per hevur orðið: “... [ beinleiðis tala:] – Ná – so var tað hasin seðilin upp á saltið og handan undirskriftin! Les upp! [Fjald beinleiðis tala:] Jú, reiðarin var nú ein rættur maður upp á sín post...”.
Fjald beinleiðis tala kann eisini vera skotin inn í frásøgn, sum t.d. í stuttsøguni “Bolla” eftir Heðin Brú: “[frásøgn:] Tað fór sum eldur til høvdið á Bolla, hann brendi á dyr. [Fjald beinleiðsi tala:] Skuldu teir nú ikki geva honum frið inni í húsunum heldur?”
Fjald beinleiðis tala er nær skyld við innaneinrøðu. Men meðan henda seinna er í 1. persóni, krógvar fjald beinleiðis tala persónsviðurskiftini við at vera í 3. persóni. Sí *impressionisma.
(da. tetralogi; úr gr. tetra ferfalt,
logos orð, tala)
Fýra bókmentaverk,
sum hvørt sær eru ein heild, men sum
hoyra saman. Formurin hevur uppruna
í forngrikskum leikritum. Skaldsøgan
Alexandriakvartettin (1957-60) eftir
Lawrence Durrel (1912-1990) er dømi
um f.
Aftur til yvirlitið Kvæði í dróttkvæðastíli. Munurin
á f. og *drápu er tann, at f. hevur ikki
*stev og er yvirhøvur styttri, og tí var f.
mettur sum minni vert lovkvæði enn
drápa.
Aftur til yvirlitiðÍ víðastu merking dyrkan av
tøkni í listini, mótsett evni, bæði í fagurbókmentum og
bókmentakritikki. Heitið
hevur verið nógv nýtt í niðrandi
merking um bókmentir, sum leggja
dent á formin og skilja hann frá merking
skaldverksins. Í nútímans bókmentaumrøðu
vísir heitið ofta serliga til
grundreglurnar hjá ymsum russiskum
og kekkiskum teoretikarum; sí *russiska formalismu.
Aftur til yvirlitið Forleikur til leikrit. Eftir fyrimynd
frá klassiskum leikritum varð f., prologur,
næstan altíð nýttur í eldri leikritum,
men hann hvarv í realismuni. Í 20. øld
kom f. aftur í nýtslu. Hugtakið f. verður
eisini nýtt um eina og hvørja byrjan á
einum bókmentaverki, sum kunnar um
týdningarmestu evnini.
Aftur til yvirlitið Ein grein
av fornnorrønum prosabókmentum;
flestar av søgunum, ið verða nevndar
f. N. fara fram í Norðurlondum í fornøld,
tíðini áðrenn Ísland varð nomið.
Heitið f. N. fingu hesar søgur í fyrstu
heildarútgávuni (C.C. Rafn, Keypmannahavn
1829-30). F. N. kunnu býtast
leysliga eftir evni í hetjusøgur, víkingasøgur
og ævintýrasøgur. Týðuligast
eru tær hetjusøgur avmarkaðar, sum
styðja seg til forn hetjukvæði, t.d. *Vølsungasøga, Norna-Gests táttur, Heiðrekssøga,
ella hetjusagnir, t.d. Ragnars søga
loðbrókar, Rólvs søga kraka, Søga Hálvs
og Hálvsrekka. Flestar av hesum søgum
eru tó blandaðar við onnur evni. Hetjusøgurnar
millum f. N. víkja frá hinum
bólkunum við ta, at tær varðveita ofta
nakað av tí harmbundna, tragiska, hugburðinum
í hetjukvæðunum (*eddukvæði,
*hetjukvæði): hetjurnar eru ikki
ósigrandi, men falla við sømd ella verða
feldar við sviki. Víkingasøgur líkjast ævintýrum;
tær eru ofta ævisøga hjá einari
ella tveimum hetjum og enda ofta við,
at kappin fær løn fyri avreksverk síni,
kongsdóttur og ríki ella, í hvussu er,
mæta konu og góða umrøðu.
Hildið verður, at f. N. hava livað á manna munni, hava verið sagdar til stuttleika og lærdóm og skrivaðar upp við sama endamáli. Hildið verður, at tær flestu eru uppskrivaðar í seinnu helvt av 13. øld; einki handrit av nakrari f. er eldri enn 1300, og tey flestu eru nógv yngri. Allar varðveittar f. eru festar á blað í Íslandi og tær flestu helst fyri 1400; onkrar kunnu vera yngri.
Søguevnini í f. eru órealistisk og ævintýrlig, hetjurnar eru ovurmenni, sum sigra bæði jatnir og skrímsl eins væl og menn. Persónarnir í teimum yngru f. eru týpur, antin ljósir ella døkkir. Í f. eru ymsar lýsingar av fremmandum londum, bæði til stuttleika og lærdóm; hesar lýsingar hava samsvaran í landafrøðiritum úr samtíðini. Í f. eru nógvar fjakksøgur og ævintýramotiv; summi teirra ganga aftur í fleiri søgum. Tað sama er við ymsum føstum frásøguliðum; tað er ikki vist, at her er talan um beinleiðis ávirkan frá einari søgu til aðra, hóast tað hevur verið hildið; eins væl kann her vera talan um munnliga frásøguhevd.
F. leggja høvuðsdentin á skjóta frásøgn og spennandi hendingar, hóast tað oftast er greitt, at alt fer at enda væl. Stílur og orðalag í teimum eldru f. standa nærri *kongasøgum og *íslendingasøgum, har er søgupallurin eisini heimurin hjá víkingaøld, hóast vissuliga merktur av hugflogi og av, at nógv er avgjørt. Ávirkan frá *riddarasøgum er greið í yngri f., bæði í orðalagi og lýsingum, sum eru fingnar frá fyrimyndum úr riddaramentanini. Tað er skilligt, at f. vóru leingi ógvuliga væl umtóktar, bæði av tí at tær eru varðveittar í nøgd av handritum, og tí at tær hava verið yrkisevni hjá føroyskum og norskum kvæðaskaldum og ikki minst hjá íslendskum rímnaskaldum.
F. vóru fyrst útgivnar í Svøríki í 1664. Tann skaldskapurin í bundnum máli, sum er partur av f., var útgivin fyri seg í Eddica minora 1903.
Aftur til yvirlitiðHildið verður, at f. N. hava livað á manna munni, hava verið sagdar til stuttleika og lærdóm og skrivaðar upp við sama endamáli. Hildið verður, at tær flestu eru uppskrivaðar í seinnu helvt av 13. øld; einki handrit av nakrari f. er eldri enn 1300, og tey flestu eru nógv yngri. Allar varðveittar f. eru festar á blað í Íslandi og tær flestu helst fyri 1400; onkrar kunnu vera yngri.
Søguevnini í f. eru órealistisk og ævintýrlig, hetjurnar eru ovurmenni, sum sigra bæði jatnir og skrímsl eins væl og menn. Persónarnir í teimum yngru f. eru týpur, antin ljósir ella døkkir. Í f. eru ymsar lýsingar av fremmandum londum, bæði til stuttleika og lærdóm; hesar lýsingar hava samsvaran í landafrøðiritum úr samtíðini. Í f. eru nógvar fjakksøgur og ævintýramotiv; summi teirra ganga aftur í fleiri søgum. Tað sama er við ymsum føstum frásøguliðum; tað er ikki vist, at her er talan um beinleiðis ávirkan frá einari søgu til aðra, hóast tað hevur verið hildið; eins væl kann her vera talan um munnliga frásøguhevd.
F. leggja høvuðsdentin á skjóta frásøgn og spennandi hendingar, hóast tað oftast er greitt, at alt fer at enda væl. Stílur og orðalag í teimum eldru f. standa nærri *kongasøgum og *íslendingasøgum, har er søgupallurin eisini heimurin hjá víkingaøld, hóast vissuliga merktur av hugflogi og av, at nógv er avgjørt. Ávirkan frá *riddarasøgum er greið í yngri f., bæði í orðalagi og lýsingum, sum eru fingnar frá fyrimyndum úr riddaramentanini. Tað er skilligt, at f. vóru leingi ógvuliga væl umtóktar, bæði av tí at tær eru varðveittar í nøgd av handritum, og tí at tær hava verið yrkisevni hjá føroyskum og norskum kvæðaskaldum og ikki minst hjá íslendskum rímnaskaldum.
F. vóru fyrst útgivnar í Svøríki í 1664. Tann skaldskapurin í bundnum máli, sum er partur av f., var útgivin fyri seg í Eddica minora 1903.
Fornt ørindislag, runnið av
forngermonskum ørindislag. Finst á
norrønum rúnaristum frá 9. øld, vanligt
í eddukvæðum og seinni. Hvør ørindisregla
hevur altíð tvey áherðslustavilsi,
men nøgdin av forliðum og áherðsluløttum
stavilsum er skiftandi; ørindislagið
hevur tí ikki fasta rýtmu. Ørindisreglurnar
eru knýttar saman tvær og
tvær við *stavrími; ójavnar reglur
(1.,3.,5. …) hava ymiskt ein ella tveir
*stuðlar, og javnar reglur (2.,4.,6. …)
fornyrðislag
hava *høvuðsstav í fyrsta áherðslustavilsi.
Ørindini eru ymisk til longdar í elstu kvæðunum,
men yvirhøvur eru tey 8 reglur.
Eddukvæðið Vøluspá hevur fornyrðislag:
Aftur til yvirlitið
Hoyrið meg allar
halgar ættir,
meiri og minni
magar Heimdallar;
vilt tú, at eg, Valfaðir,
væl frá sigi
fornsøgum frænda
teim fyrstu eg minnist.
halgar ættir,
meiri og minni
magar Heimdallar;
vilt tú, at eg, Valfaðir,
væl frá sigi
fornsøgum frænda
teim fyrstu eg minnist.
(Regin í Líð týddi)
Vésteinn Ólason: “Bragfræði” bls. 63-68,
Íslensk
bókmenntasaga I, 1992.
Fólkafundir hava verið hildnir í
Føroyum sunnudagar ella hátíðardagar á
sumri, oftast burtur frá bygd og bý á náttúruvøkrum
støðum. Stórar fólkafjøldir úr mongum og fjarskotnum bygdum savnaðust
á f., kenningar hittust og nýggj vinabond
vórðu knýtt. Fundirnir vórðu lýstir í
bløðunum, hvat evnið var og hvørjir
talarar. Tað varð nógv sungið á f. Tann
kendi sangurin “So harður er streymur”
eftir Jóan Petur uppí í Trøð lýsir teir gomlu
f. og eggjar fólki til at fara á f. Fyrsti f. í
Føroyum var á Sandi 2. hvítusunnudag
1894. F. vóru ein týðandi umrøðupallur og
almenni í tjóðskaparrørsluni.
Aftur til yvirlitið Tá ið tráðurin verður slitin í skaldsøgu
e. ø. við innskoti úr framtíðini ella
upplýsingum um framtíðina.
Aftur til yvirlitið(lat. narrare
siga frá)
granskar teir formligu tættirnar í
frásagnartekstum av ymsum slag. Yvirhøvur
verður hugtakið f. nýtt um verkini
hjá teimum fronsku strukturalistunum,
t.d. A.J. Greimas (1917-1992) og T.
Todorov (f.1939), sum fingu innblástur frá
rannsóknunum hjá russiska málgranskaranum
V. Propp (1895-1970) av
einum ávísum flokki av russiskum
ævintýrum. Propp býtti hendingagongdina
í ævintýrum sundur í grundeindir,
frásagnarliðir (en. function), sum bera dám
av *motivum, og skilmarkaði grundeindirnar
við leikluti teirra í huga: “Ein
frásagnarliður er ein gerð hjá einum
persóni, skild og greind við atliti at tí
týdningi hon hevur fyri hendingagongdina
í heild”. V. Propp hevur 31 frásagnarliðir til
samans, teir koma fyri í ávísari, fastari
raðfylgju, men allir eru teir ikki at finna í
hvørjum ævintýri. V. Propp flokkar
ævintýrapersónar í *aktantar (fr. actant,
av lat. actus, gerð, + ant) á avmarkaðum
virkisøkjum, t.d. virkisøkið hjá hetjuni,
bartrognum o.s.fr.; sostatt kunnu fleiri enn
ein persónur koma fyri á sama virkisøki.
A.J. Greimas byggir á skilmarkingarnar hjá
V. Propp men ger ymsar broytingar og
roynir at einfalda myndil hansara, fækkar
t.d. frásagnarliðirnar; øll sum fáast við f.
hava tað í felag at byggja á *málvísindi;
eins og málfrøðin kannar málskipanina (fr.
langue) aftan fyri málnýtsluna (fr. parole),
leitar f. eftir bygnaði ella strukturi aftan fyri
hendingagongdina. Greimas gongur út frá
bygnaðinum í setningum, tá ið hann leitar
eftir grundmerkingini undir tekstayvirflatuni
fyri soleiðis at fáa borið saman ymiskar
tekstir. Tað er hansara hugsan, at vit greina
merking sum eina skipan av mótsetningum
og munum. Eftir hugsan Greimas er tað høvuðsleikluturin hjá f.
at seta framfrásagnarreglur, ið hava víðfevnt
gildi. – Tað tykist, sum f. fær best
úrslit, tá ið hon fæst við einføld sløg av
frásagnum: sagnir, dagdvøljubókmentir
o.a. tíl., men er minni haldgóð, tá ið tað
snýr seg um samansettar bókmentir.
*Strukturalisma.
Aftur til yvirlitið
T. M. Anderson: The Icelandic Family Saga: An
analytic Reading 1967. A. J. Greimas: Sémantique structurale 1966 (do. týð.:
Strukturel semantic, 1974). V. Propp:
Morphology of the Folktale 1968, úrd. í:
Grodal, Madsen, Røder: Tekststrukturer.
Introduktion til tematisk og narratologisk
tekstanalyse 1974. T. Todorov: La poétique
de la prose (en. týð.: The Poetics of Prose
1977).
Listin at siga frá, frásøgukynstur.
Aftur til yvirlitið(en. narrating time, da. fortælletid)
F. er tíðin, tá ið søga verður
søgd, í flestum førum eftir at søgutíðin
er farin ella søgugongdin er lokin; f.
viðvíkur sambandinum millum lesara
og frásøgufólk, hon skipar subjektivu
(hjá søgupersónunum) og relativu (í
mun til lesaran) tíðina í frásøgnini; sbr.
*søgutíð.
Aftur til yvirlitið(da. fortæller, tý. Erzähler, en.
narrator)
Tann, ið sigur søguna, sum
um er at røða. Í nútímans greining av
skaldsligum søgum er f. tann ímyndaða
‘røddin’, sum ber søguna fram, og f.
verður skilt frá høvundinum sjálvum
(sum kann hava skrivað aðrar søgur við
heilt øðrvísi frásøgufólkum), og *innbygda
høvundinum, ella implisitta
høvundinum, sum ikki sigur søguna,
men er aftanfyri sum tað valdið, ið hevur
ábyrgd av at velja søguna og finna
upp á eitt f. til hennara. F. eru ymisk, alt
eftir hvør lutur teirra er í søguni: Í
*fyrstapersóns søgu er f. uppi í søguni
antin sum vitni ella sum luttakari í
hendingunum. Í *triðjapersóns søgu
stendur f. uttan fyri hendingarnar; eitt
*alvitandi f. stendur uttan fyri hendingarnar,
men hevur serlig framíhjárættindi,
eitt nú atgongd til tær ósøgdu
hugsanirnar hjá persónunum og vitan
um hendingar, sum fara fram á ymiskum
støðum. F. eru eisini ymisk viðvíkjandi,
hvussu sjónsk tey eru; summi
hava týðulig eyðkenni og persónsmensku;
soleiðis í fyrstapersóns søgum
og summum triðjapersóns søgum
(*ágangandi frásøgufólk); onnur eru
bara ein ‚rødd’; soleiðis í flestum triðjapersóns
søgum. Eisini verður skilt ímillum
álítandi f., hvørs frásøgn vit mugu
líta á, og *óálítandi f., sum kann siga
skeivt frá og ikki vita so væl ella á annan
hátt vera villleiðandi; flest triðjapersóns
f. eru álítandi, men summi fyrstapersóns
f. eru óálítandi. Í leikriti er f. ein
leikari, sum gevur áskoðarunum beinleiðis
ein samandrátt av hendingum
undan einari leikmynd, ella meðan ein
leikmynd verður spæld. Sí eisini *sjónarhorn.
Aftur til yvirlitið Í víðastu merking er f. tað,
á hvønn hátt høvundurin leggur søgu
sína fram fyri lesaran, hvussu hann
skapar eina skaldsliga frásøgn burtur úr
tilfari sínum. Uppistøðan í kanningum
av skaldsøgum eru greiningar av
ymsum táttum av f., men nógv av
teimum hugtøkum, sum eru sprottin av
slíkum greiningum eru eins viðkomandi
fyri kanning av øðrum frásøgubókmentum.
Søguhøvundar velja sær
*sjónarhorn við at velja sær
*frásøgufólk.
– Týdningarmikil táttur í kanning
av f. er, hvussu høvundurin skipar tíðina
í verkinum (*søgutíð,
*frásagnartíð).
Gongdin í søgutíðini í frásøguverki er
ofta sett fram á trinnanda hátt: yvirlit:
hendingar, sum eru farnar fram gjøgnum
langa tíð, eru drignar saman í yvirlitskenda
frágreiðing; pallsetingar: persónar,
umhvørvi og hendingar verða
lýst, sett á pall; og tíðarglopp: longri ella
styttri tíðarskeið verða umlopin. Sjónarhorn,
tíð og umhvørvi eru avgerandi
fyri *byggingina í frásøgnini. – Tað hevur
stóran týdning fyri f. og *stílin í einari
søgu, hvussu høvundurin setur taluna
og hugsanirnar hjá persónunum
fram (*beinleiðis tala, óbeinleiðis tala); um høvundurin tíðarsetir verkið í
samtíð síni, í fortíðini ella kanska framtíðini;
um høvundurin heldur seg hava
átrokandi politiskan, heimspekiligan
ella siðalagsligan boðskap at bera lesarunum
ella bara vil stytta lesarunum
stundir við stuttleika- ella lættisoppabókmentum.
Aftur til yvirlitið
W.C. Booth: The Rhetoric of Fiction 1961. M.
Nøjgaard: Det litterære værk. Tekstanalysens
grundbegreber 1996.
(gr. epos, tað, sum sagt
verður, orð)
Long frásøgn í bundnum
máli, sum sigur frá avreksverkum hjá
einari ella fleiri viðgitnum hetjum í háfloygdum,
formføstum stíli. F. blómaðu í
fornøld hjá ymiskum tjóðum, og hildið
verður, at tey livdu á manna munni,
áðrenn tey vóru uppskrivað. T.d. bóru
ferðandi kvøðarar fram Homerskvæði í
forna Grikkalandi.
Elstu f. eru eysturlendsk, t.d. tað bábýlonska f. um Gilgamesh, sum er til í handriti frá 1600 f. Kr.
Elsta germanska f. er Beowulf, yrkt í Onglandi í 8. øld við *fornyrðislagi. Beowulf sigur hetjusøgur úr Danmark og Svøríki. Frá u. 1200 er tað miðhátýska Niebelungenlied, t.e. Nivlungaljóð, yrkt í Eysturríki í fýraregluørindum við endarími, um sama evni sum mong norrøn hetjukvæði, harímillum mong *eddukvæði og Sjúrðarkvæðini í Føroyum. Í romonskum londum vórðu f. yrkt í riddaratíðini, í Fraklandi Chansons de geste í 11. – 13. øld, og ávirkan frá teimum kemur fram í týskum f. í 12. 13. øld.
Tað er ikki sum at siga tað at skilmarka f. mótvegis skaldsøgu, serliga skaldsøgu í bundnum máli. Tað hevur verið sagt, at f. viðvíkur tjóðini og er hetjukent, meðan skaldsøgan er borgaralig og einstaklingsbundin; somuleiðis at skaldsøgan við sálarfrøðiliga áhuga sínum avloysir tað algilda og stílfulla í f. Tó er rímiligt at gera søguligan skilnað við tað, at f. er tann gamli høvuðsformurin, tá ið um frsøgn ræður, og oftast viðger evni, ið hava samband við gudasagnir og sagnatilfar viðvíkjandi hetjum ella átrúnaði.
Aftur til yvirlitiðElstu f. eru eysturlendsk, t.d. tað bábýlonska f. um Gilgamesh, sum er til í handriti frá 1600 f. Kr.
Elsta germanska f. er Beowulf, yrkt í Onglandi í 8. øld við *fornyrðislagi. Beowulf sigur hetjusøgur úr Danmark og Svøríki. Frá u. 1200 er tað miðhátýska Niebelungenlied, t.e. Nivlungaljóð, yrkt í Eysturríki í fýraregluørindum við endarími, um sama evni sum mong norrøn hetjukvæði, harímillum mong *eddukvæði og Sjúrðarkvæðini í Føroyum. Í romonskum londum vórðu f. yrkt í riddaratíðini, í Fraklandi Chansons de geste í 11. – 13. øld, og ávirkan frá teimum kemur fram í týskum f. í 12. 13. øld.
Tað er ikki sum at siga tað at skilmarka f. mótvegis skaldsøgu, serliga skaldsøgu í bundnum máli. Tað hevur verið sagt, at f. viðvíkur tjóðini og er hetjukent, meðan skaldsøgan er borgaralig og einstaklingsbundin; somuleiðis at skaldsøgan við sálarfrøðiliga áhuga sínum avloysir tað algilda og stílfulla í f. Tó er rímiligt at gera søguligan skilnað við tað, at f. er tann gamli høvuðsformurin, tá ið um frsøgn ræður, og oftast viðger evni, ið hava samband við gudasagnir og sagnatilfar viðvíkjandi hetjum ella átrúnaði.
W.P. Ker: Epic and Romance, London 1897. Jan
de Vries: Heldenlied und Heldensage 1961
(en. týð. 1965).
Skaldskapur ið sigur
frá søgu í bundnum ella óbundnum
máli.
Aftur til yvirlitið Yrking ið sigur frá søgu,
mótsett *lýriskari yrking.
Aftur til yvirlitið(tý Entfremdung, fr./e. aliénation, d.
fremmedgørelse, í. firring)
Eisini nevnd firring: í eginligari merking
tann støðan at okkurt ella onkur er onkrum øðrum fremmandur ella fjarur,
at ein ynskilig eind er slitin. Nú á døgum
verður hugtakið nýtt um tær kenslur,
sum taka menniskjað, tá ið tað samfelagsliga
umhvørvið er tí fremmant ella
fíggindaligt, ella tá ið tess egna sálarlív
tykist tí óskiljandi, men eisini í trengri
merking um fremmandagerðina hjá
arbeiðarum frá úrdráttunum av arbeiði
sínum.
Á fronskum og enskum hevur hugtakið verið nýtt heilt frá 14. øld, bæði í løgfrøðiligari merking um eigaraskifti, og í sambandi við f. menniskjans frá gudi, og ta hugsanina ber til at rekja aftur til syndafalshugmyndina; seinni varð eisini farið at nýta tað um sinnissjúku, serliga um hugklovning – skizofreni. F. menniskjans mótvegis náttúruni var frammarlaga í hugsan Rousseaus, og tað ber til at siga, at allar hesar merkingar endurljóða enn í orðinum. Týski heimspekingurin Hegel (1770- 1831) hevur tó fram um aðrar havt avgerandi ávirkan á núverandimerkingina við ástøði sínum um arbeiðsbýtið í samfelagnum og f. arbeiðisins (Phänomenologie des Geistes, 1807). Hann helt uppá, at við arbeiðinum umskapaði menniskjað sínar andligu eginleikar til lutir, og harvið gjørdust teir honum fremmandir, menniskjað “er ikki longur heima í nærumhvørvi sínum í tann máta, at tað birtist tí sum tess egna verk”. Heimspekingarnir Fichte (1762- 1814) og Feuerbach (1804-72) tóku orðið f. upp, men tað fall Marx (1818- 1883) í lut at geva hesum heimspekiliga hugtaki søguligt og samfelagsligt innihald við at knýta tað at einkaognarrættinum til framleiðslutól og tvídrátt millum lønararbeiði og kapital – “øll háttaløg til at menna framleiðsluna verða til háttaløg til at ráða yvir framleiðaranum og eyðræna hann. ... vanæra arbeiðaran og gera hann til eitt uppískoyti upp í maskinuna, fremmandagera hann frá andligu møguleikunum í arbeiðsgongdini” (1858). Marx helt uppá at við tað, at framleiðarin í kapitalismuni er skildur frá úrdráttunum av framleiðslu síni, birtast teir honum sum fremmandir lutir, sum vøra á marknaðinum, har sum menniskjanslig samskifti gerast til vørubýti – samskifti millum lutir. Um tað fyribrigdið verður stundum nýtt orðið lutgerð (Verdinglichung, reification, tingsliggørelse, hlutgerving. Bókin Geschichte und Klassenbewusstsein [Søga og stættartilvit], sum Georg Lukács gav út 1923, er kendast av teimum verkum, sum taka henda tráðin upp úr ástøði Marx).
Tað var hugsan Marx, at valdtøka arbeiðaranna var fyrsta stigið til at taka av fremmandagerðina, og alla tíð síðan hevur kjakið staðið um, antin f. er eitt søguliga treytað samfelagseyðkenni ella bart út ein av óbroytandi lívstreytum menniskjans. Sálargreining Freuds gav íkast til hesa umrøðuna í 20. øld við sínum ástøði um burturskotran av girndum menniskjans og um, at stórur partur av sálarlívi menniskjans er tí dult. Nú á døgum vilja summir sálar- og samfelagsfrøðingar tulka f. fyrst og fremst sum kenslu menniskjans at vera máttleyst í sínum stórbýarumhvørvi, einsamalt í múgvuni, fremmant bæði sær sjálvum og øðrum, at øll tilvera tess er høpisleys. Tað er eingin ivi um, at í hesi víðu merking er f. grundtemað í skaldverkum hjá *modernismuni. F. hava fá tulkað betur enn Kafka í skaldsøgum sínum, og hon er uppistøðan í verkum, sum falla undir *eksistentialismuna og í *absurdum leikritum.
Brecht (1898-1956) metti sítt *episka leikhús sum lið í stríðnum móti f. arbeiðaranna, áskoðararnir áttu at síggja sítt gerandisliga umhvørvi í nýggjum ljósi við tað, at vanabundin fyribrigdi vóru gjørd fremmandslig (sonevnd Verfremdungseffekt). Tann hugsan at sovorðin fremmandagering av vanbundnum veruleika er týdningarmest av øllum listarsnildum var áður komin fram við *russisku formalismuni og hugtaki hennara ‘undarliggerð’ (ostranenie). Summir hugsarar hava viljað hildið, at bara í sannari list fær menniskjað tíðarbundið vunnið á f. síni við miskunnarleyst at gera sær hana greiða (út frá teimum fyritreytunum rósti t.d. týski heimspekingurin Adorno leikritunum hjá Brecht).
Einsemi menniskjans og kenslan av høpisloysi tilverunnar er eitt týdningarmikið tema í nútíðarbókmentum, eisini føroyskum, bæði millum yrkjarar og søguskald. Vit finna tað í prosa t.d. hjá Jens Paula Heinesen í skaldsøgum og stuttsøgum hansara frá 1950-árum og 60-árunum.
Aftur til yvirlitiðÁ fronskum og enskum hevur hugtakið verið nýtt heilt frá 14. øld, bæði í løgfrøðiligari merking um eigaraskifti, og í sambandi við f. menniskjans frá gudi, og ta hugsanina ber til at rekja aftur til syndafalshugmyndina; seinni varð eisini farið at nýta tað um sinnissjúku, serliga um hugklovning – skizofreni. F. menniskjans mótvegis náttúruni var frammarlaga í hugsan Rousseaus, og tað ber til at siga, at allar hesar merkingar endurljóða enn í orðinum. Týski heimspekingurin Hegel (1770- 1831) hevur tó fram um aðrar havt avgerandi ávirkan á núverandimerkingina við ástøði sínum um arbeiðsbýtið í samfelagnum og f. arbeiðisins (Phänomenologie des Geistes, 1807). Hann helt uppá, at við arbeiðinum umskapaði menniskjað sínar andligu eginleikar til lutir, og harvið gjørdust teir honum fremmandir, menniskjað “er ikki longur heima í nærumhvørvi sínum í tann máta, at tað birtist tí sum tess egna verk”. Heimspekingarnir Fichte (1762- 1814) og Feuerbach (1804-72) tóku orðið f. upp, men tað fall Marx (1818- 1883) í lut at geva hesum heimspekiliga hugtaki søguligt og samfelagsligt innihald við at knýta tað at einkaognarrættinum til framleiðslutól og tvídrátt millum lønararbeiði og kapital – “øll háttaløg til at menna framleiðsluna verða til háttaløg til at ráða yvir framleiðaranum og eyðræna hann. ... vanæra arbeiðaran og gera hann til eitt uppískoyti upp í maskinuna, fremmandagera hann frá andligu møguleikunum í arbeiðsgongdini” (1858). Marx helt uppá at við tað, at framleiðarin í kapitalismuni er skildur frá úrdráttunum av framleiðslu síni, birtast teir honum sum fremmandir lutir, sum vøra á marknaðinum, har sum menniskjanslig samskifti gerast til vørubýti – samskifti millum lutir. Um tað fyribrigdið verður stundum nýtt orðið lutgerð (Verdinglichung, reification, tingsliggørelse, hlutgerving. Bókin Geschichte und Klassenbewusstsein [Søga og stættartilvit], sum Georg Lukács gav út 1923, er kendast av teimum verkum, sum taka henda tráðin upp úr ástøði Marx).
Tað var hugsan Marx, at valdtøka arbeiðaranna var fyrsta stigið til at taka av fremmandagerðina, og alla tíð síðan hevur kjakið staðið um, antin f. er eitt søguliga treytað samfelagseyðkenni ella bart út ein av óbroytandi lívstreytum menniskjans. Sálargreining Freuds gav íkast til hesa umrøðuna í 20. øld við sínum ástøði um burturskotran av girndum menniskjans og um, at stórur partur av sálarlívi menniskjans er tí dult. Nú á døgum vilja summir sálar- og samfelagsfrøðingar tulka f. fyrst og fremst sum kenslu menniskjans at vera máttleyst í sínum stórbýarumhvørvi, einsamalt í múgvuni, fremmant bæði sær sjálvum og øðrum, at øll tilvera tess er høpisleys. Tað er eingin ivi um, at í hesi víðu merking er f. grundtemað í skaldverkum hjá *modernismuni. F. hava fá tulkað betur enn Kafka í skaldsøgum sínum, og hon er uppistøðan í verkum, sum falla undir *eksistentialismuna og í *absurdum leikritum.
Brecht (1898-1956) metti sítt *episka leikhús sum lið í stríðnum móti f. arbeiðaranna, áskoðararnir áttu at síggja sítt gerandisliga umhvørvi í nýggjum ljósi við tað, at vanabundin fyribrigdi vóru gjørd fremmandslig (sonevnd Verfremdungseffekt). Tann hugsan at sovorðin fremmandagering av vanbundnum veruleika er týdningarmest av øllum listarsnildum var áður komin fram við *russisku formalismuni og hugtaki hennara ‘undarliggerð’ (ostranenie). Summir hugsarar hava viljað hildið, at bara í sannari list fær menniskjað tíðarbundið vunnið á f. síni við miskunnarleyst at gera sær hana greiða (út frá teimum fyritreytunum rósti t.d. týski heimspekingurin Adorno leikritunum hjá Brecht).
Einsemi menniskjans og kenslan av høpisloysi tilverunnar er eitt týdningarmikið tema í nútíðarbókmentum, eisini føroyskum, bæði millum yrkjarar og søguskald. Vit finna tað í prosa t.d. hjá Jens Paula Heinesen í skaldsøgum og stuttsøgum hansara frá 1950-árum og 60-árunum.
Sí *fremmandagerð.
Aftur til yvirlitið(tý. Primärvorgang, en.
primary-process)
Hugtak í driftalæru
Freuds um teir mátar, sum dulvitið
starvast. Frumtilgongdirnar fylgja *lystgrundregluni
og brýggja seg ikki um
*veruleikagrundregluna. Eyðkent fyri
frumtilgongd er, at orka kann verða forskotin
millum ímyndanarinnihald.
Frumtilgongdin knýtir ting saman, sum
líkjast ella á onkran hátt standa nær
hvørt øðrum. Eingi skilvís sambond eru
í frumtilgongdini. Umframt skilvísi
vanta tvær aðrar víddir: tíðarvíddin og
fast mark millum subjekt og objekt. Tað
at tíðarvíddin vantar ger, at í frumtilgongd
forma ímyndanir og kveikingar
(impulsir) frá ymiskum tíðarskeiðum í
søgu subjektsins ein akronan ella tíðarleysan
bygnað. Tað at fast mark millum
subjekt og objekt vantar ger, at markini
eru skiftandi og partvíst heilt niðurbrotin.
Frumtilgongdin ræður í tí partinum
av sálarlívinum, sum Freud kallar
“tað” ella “id”. Í tí partinum, sum Freud
kallar “eg”, ræður hin vegin *sekundertilgongd.
Markið millum tær báðar tilgongdirnar
er ikki fast. Fyri tað fyrsta
virkar ein partur av eg-verjuni ótilvitað
og sambært frumtilgongdini (t.d.
*burtskotran); fyri tað annað fer ymiskt
hugsanastarvsemi, t.d. skapandi (listarlig,
vísindalig) hugsan, fram sambært
grundreglunum hjá frumtilgongdini
uttan at tilvitið er sett úr gildi (regressión
í tænastu eg’sins).
Støðan hjá frumtilgongdini og hjá sekundertilgongdini verður ofta ímyndað sum ein samfeld heild, har sum frumtilgongdarpólurin er tær tilgongdirnar, har sum orkan er heilt óbundin og einki skilvísi til staðar; tann ytsti sekundertilgongdarpólurin, harafturímóti, eyðkennist av fullkomuliga regluligari niðurstøðugerð, sum brúkar kunstigar teknskipanir (skilvísi, støddfrøði). Til sovorðnar ímyndanir av frum- og sekundertilgongdini eru ofta knýttar hugleiðingar umymisk teknsløg: Eyðkent fyri ta frumtilgongdarligu hugsanina skuldi so verið, at teknini í ímyndanarinnihaldi hennara eru indeksikal og ikonisk, t.e. við líkskapi knýttum at teirri upplivdu støðuni. Fyri sekundertilgongd skuldi tað verið eyðkenni, at hon nýtir máltekn og kunstigar teknskipanir, sum ikki eru “natúrliga” bundnar at einum høpi, men eru siðbundnar og samfelagsligar. *Sálarfrøðilig bókmentagransking.
Aftur til yvirlitiðStøðan hjá frumtilgongdini og hjá sekundertilgongdini verður ofta ímyndað sum ein samfeld heild, har sum frumtilgongdarpólurin er tær tilgongdirnar, har sum orkan er heilt óbundin og einki skilvísi til staðar; tann ytsti sekundertilgongdarpólurin, harafturímóti, eyðkennist av fullkomuliga regluligari niðurstøðugerð, sum brúkar kunstigar teknskipanir (skilvísi, støddfrøði). Til sovorðnar ímyndanir av frum- og sekundertilgongdini eru ofta knýttar hugleiðingar umymisk teknsløg: Eyðkent fyri ta frumtilgongdarligu hugsanina skuldi so verið, at teknini í ímyndanarinnihaldi hennara eru indeksikal og ikonisk, t.e. við líkskapi knýttum at teirri upplivdu støðuni. Fyri sekundertilgongd skuldi tað verið eyðkenni, at hon nýtir máltekn og kunstigar teknskipanir, sum ikki eru “natúrliga” bundnar at einum høpi, men eru siðbundnar og samfelagsligar. *Sálarfrøðilig bókmentagransking.
Skemtiyrking, táttur.
Orðið stavar úr Fuglakvæðinum eftir
Nólsoyar Páll, 19. ør., og er ikki brúkt
aðrastaðni: „Annan dag í frægdarljómi/
falkurin ristir fjaðrar,/ syftir hann seg til
skýggja upp,/ men ætlar at gista jarðar;“
sí eisini *ljómur kk.
Aftur til yvirlitið Sí *orðarað.
Aftur til yvirlitið(fr. vers libre)
Eitt slag av
skaldskapi, sum ikki lagar seg eftir nøkrum
regluligum *ørindislagi; reglurnar í
honum hava óregluliga longd, og um
rím er, so er tað eisini óregluligt. Í staðin
fyri regluligt mynstur í ørindislagi nýtir
hann smildligari skifti millum høvdir og
lægdir ella rýtmiska samanseting, sum
viðhvørt er stuðlað av *anaforum og
øðrum endurtøkusnildum. Í okkara tíð
er hetta tann nógv mest nýtti ørindisformurin
í vesturlendskum skaldskapi.
Hann hevði fyridømi í ymsum týðingum
av Sálmunum í Bíbliuni; men f.ø.
vann ikki fram av álvara fyrr enn seint í
19. og tíðliga í 20. øld við Walt Whitman,
fronsku *sýmbolismuni og
*modernismuni.
Aftur til yvirlitið Avantgarde-rørsla í evropeiskari
list og bókmentum. Sett fram í 1909
av italska skaldinum Filippo Marinetti í
teirri fyrstu av nógvum futuristiskum
yvirlýsingum. F. vrakaði avgjørt allar
eldri listahevdir og -siðir; hon skúgvaði
somuleiðis til viks viðurkendar málfrøðiligar
reglur í roynd síni at fáa fram
tað dýnamiska og ferðina í 20. øld,
maskinøldini. Uppi í hennara nýggja
skaldsliga háttalagi vóru prentlistarligar
royndir og yrkingar, settar saman av
merkingarleysum ljóðum. Mussolini
tók upp ta ágangandi, kallmansligu
dyrkanina hjá Marinetti av maskinum
og hernaði og úrnýtti hana sum part av
almennu fascistisku mentanini. Í Sovjettsamveldinm,
harafturímóti, kyknaði
1912 upp ein serligur kollveltingarsinnaður
sosialistabólkur av futuristum;
oddamaður hansara var Vladimir Majakovski.
Í Fraklandi ávirkaði futurisman
yrkjaran Guillaime Apollinaire og
*dada-rørsluna.
Aftur til yvirlitið Tekstur sum avskrivað er eftir,
forrit.
Aftur til yvirlitiðSøga, har frásøgufólkið
er eitt ‘eg’ (*frásøgufólk), ið sigur
søguna, antin sum eygleiðari av hendingunum
ella sum týdningarmikil luttakari
í teimum. Fyrstapersóns søga sær
ikki inn í hugan á øðrum persónum enn
eg-num og setir sostatt høvundinum
trongar rammur. Frábrigdi av f. eru dagbókarsøgur
og brævaskaldsøgur, og í
rammusøgum er er ramman tíðum frásøgn
hjá fyrstapersóns frásøgufólki um,
hvussu hon ella hann fekk hendur á
søguni.
Aftur til yvirlitiðBlaðið hjá Føringafelag,
fyrsta blað á føroyskum. F. komút fyrstu
ferð í januar 1890. Síðan kom tað út
regluliga til og við desember 1901.
Fýra tey fyrstu árini, 1890, -91, -92 og 93, kom tað eina ferð um mánaðin.
Seks tey fylgjandi árini, 1894, -95, -96, -97, -98, -99 og 1900, kom tað út fjúrtanda hvønn dag.
Í 1901 kom tað út ein ferð um mánaðin.
Í 1906 varð roynt at fáa blaðið útaftur, eitt blað kom í januar og eitt í februar.
Blaðstjórar vóru hesir:
Rasmus Effersøe frá nr. 1 í 1890 til nr. 19 í 1895; harumframt frá nr. 20 í 1896 til nr. 12 í 1901, til samans á 204 bløðum.
Jóannes Patursson frá nr. 1 til nr. 19 í 1896, til samans á 19 bløðum.
Andrass Sámalsson frá nr. 20 til nr. 24 í 1895, til samans á fimm bløðum.
A. C. Evensen á nr. 1 og 2 í 1906, til samans á tveimum bløðum.
Aftur til yvirlitiðFýra tey fyrstu árini, 1890, -91, -92 og 93, kom tað eina ferð um mánaðin.
Seks tey fylgjandi árini, 1894, -95, -96, -97, -98, -99 og 1900, kom tað út fjúrtanda hvønn dag.
Í 1901 kom tað út ein ferð um mánaðin.
Í 1906 varð roynt at fáa blaðið útaftur, eitt blað kom í januar og eitt í februar.
Blaðstjórar vóru hesir:
Rasmus Effersøe frá nr. 1 í 1890 til nr. 19 í 1895; harumframt frá nr. 20 í 1896 til nr. 12 í 1901, til samans á 204 bløðum.
Jóannes Patursson frá nr. 1 til nr. 19 í 1896, til samans á 19 bløðum.
Andrass Sámalsson frá nr. 20 til nr. 24 í 1895, til samans á fimm bløðum.
A. C. Evensen á nr. 1 og 2 í 1906, til samans á tveimum bløðum.
Hans Jacob Debes: “Formæli. Tjóðskaparrørslan
og føringafelagstíðin” í (u. bls.): Føringatíðindi Offset-prent. Emil
Thomsen 1969.
Chr.Matras: “Føringatíðindi og móðurmálið” í
(u. bls.) : Føringatíðindi Offset-prent. Emil Thomsen 1969.
F. sigur frá hendingum í
Føroyum frá seinast í 10. øld og til tíðliga
í 11. øld. F. er skrivað í Íslandi 200 ár
seinni, t.e. uml. 1215.
Høvuðsevnið er stríðið millum høvdingarnar og skyldmenninar Trónd í Gøtu og Sigmund Brestisson og samskifti teirra við jallar og kongar í Noregi. Tí er hon eisini landssøga umframt at vera søga um ættarstríð. F. er skrivað sum eitt bókmentaligt verk. Lýsingarnar av Sigmundi og Tróndi eru fjølbroyttar, serliga er lýsingin av Tróndi samansett og margtýdd. Høvuðspersónarnir báðir eru mótsetnngar, men mótsetningarnir dragast hvør at øðrum, tí sagt er frá, at Sigmundur Leivsson vaks upp í Gøtu hjá tí vísa og lógkøna Tróndi. Mamma hansara Tóra Sigmundsdóttir vildi, at hann skuldi fáa bestu læru og sendi hann til Trónd, hóast hann hevði verið hjástaddur bæði, tá ið abbi hennara var dripin og tá ið pápi hennara mátti flýggja og svimja til Sandvíkar, har hann varð dripin. Tá ið Tóra spurdi sonin, hvat hann hevði lært hjá Tróndi, svaraði hann, at hann hevði lært “allar saksøkingar og rættargang um peningabøtur fyri seg og aðrar” og harumframt pater noster og kreddu, t.e. Faðir vár og trúarorðini.
F. er varðveitt í tí stóru íslendsku skinnbókini Flatoyarbók, sumer skrivað í 1380-árunum og í høvuðsheitum inniheldur kongasøgur. Skrivarin hevur skrivað Føroyingasøgu av eftir einum handriti, sum helst hevur staðið tí upprunaligu søguni nær, og hevur felt hana inn í søgur um Ólav Tryggvason og Ólav Haraldsson og hevur eisini broytt hana munandi.
Umenn F. er skrivað í Íslandi, byggir stórur partur av henni óivað á frásagnir hjá føroyskum heimildarmanni ella -monnum. Høvundurin hevur eisini styðjað seg til ta vitan um Føroyar, sum var til í bókum, Landnámabók, sum er bókin um landnámsmenn í Íslandi, og kongasøgum. Eyðsæð er, at hendingar, ið eru Sigmundi Brestissyni fyri uttan fyri Føroyar, byggja á ferðasøgur umútiløgumenn og víkingar. Aðrar lýsingar hava samband við fornar norrønar sagnir, t.d. um Óðin. Men meginparturin av F. fer fram í Føroyum og er so bundin at persónum, støðum og viðurskiftum í Føroyum, at munnligar føroyskar frásagnir mugu vera støðið.
F. er ein tann elsta millum íslendskar fornsøgur og hevur havt stóra ávirkan á søgur, ið eru yngri. Sí *kongasøgur.
F. kom fyrstu ferð út á prenti í 1832. Útgevari var C. C. Rafn. Teksturin var prentaður á norrønum, donskum og føroyskum. Schrøter átti føroysku týðingina.
Aftur til yvirlitiðHøvuðsevnið er stríðið millum høvdingarnar og skyldmenninar Trónd í Gøtu og Sigmund Brestisson og samskifti teirra við jallar og kongar í Noregi. Tí er hon eisini landssøga umframt at vera søga um ættarstríð. F. er skrivað sum eitt bókmentaligt verk. Lýsingarnar av Sigmundi og Tróndi eru fjølbroyttar, serliga er lýsingin av Tróndi samansett og margtýdd. Høvuðspersónarnir báðir eru mótsetnngar, men mótsetningarnir dragast hvør at øðrum, tí sagt er frá, at Sigmundur Leivsson vaks upp í Gøtu hjá tí vísa og lógkøna Tróndi. Mamma hansara Tóra Sigmundsdóttir vildi, at hann skuldi fáa bestu læru og sendi hann til Trónd, hóast hann hevði verið hjástaddur bæði, tá ið abbi hennara var dripin og tá ið pápi hennara mátti flýggja og svimja til Sandvíkar, har hann varð dripin. Tá ið Tóra spurdi sonin, hvat hann hevði lært hjá Tróndi, svaraði hann, at hann hevði lært “allar saksøkingar og rættargang um peningabøtur fyri seg og aðrar” og harumframt pater noster og kreddu, t.e. Faðir vár og trúarorðini.
F. er varðveitt í tí stóru íslendsku skinnbókini Flatoyarbók, sumer skrivað í 1380-árunum og í høvuðsheitum inniheldur kongasøgur. Skrivarin hevur skrivað Føroyingasøgu av eftir einum handriti, sum helst hevur staðið tí upprunaligu søguni nær, og hevur felt hana inn í søgur um Ólav Tryggvason og Ólav Haraldsson og hevur eisini broytt hana munandi.
Umenn F. er skrivað í Íslandi, byggir stórur partur av henni óivað á frásagnir hjá føroyskum heimildarmanni ella -monnum. Høvundurin hevur eisini styðjað seg til ta vitan um Føroyar, sum var til í bókum, Landnámabók, sum er bókin um landnámsmenn í Íslandi, og kongasøgum. Eyðsæð er, at hendingar, ið eru Sigmundi Brestissyni fyri uttan fyri Føroyar, byggja á ferðasøgur umútiløgumenn og víkingar. Aðrar lýsingar hava samband við fornar norrønar sagnir, t.d. um Óðin. Men meginparturin av F. fer fram í Føroyum og er so bundin at persónum, støðum og viðurskiftum í Føroyum, at munnligar føroyskar frásagnir mugu vera støðið.
F. er ein tann elsta millum íslendskar fornsøgur og hevur havt stóra ávirkan á søgur, ið eru yngri. Sí *kongasøgur.
F. kom fyrstu ferð út á prenti í 1832. Útgevari var C. C. Rafn. Teksturin var prentaður á norrønum, donskum og føroyskum. Schrøter átti føroysku týðingina.
Vísindalig útg.: Færeyinga saga. Ólafur Halldórsson
gav út. Stofnun Árna Magnússonar
á Íslandi, Rit 30. Reykjavík 1987.
Fleiri greinir um Føroyingasøgu í: Viking and Norse in the North Atlantic. Ritstj. Andras Mortensen og Símun V. Arge. Fróðskaparfelagið 2005
Fleiri greinir um Føroyingasøgu í: Viking and Norse in the North Atlantic. Ritstj. Andras Mortensen og Símun V. Arge. Fróðskaparfelagið 2005
Dansislag, framførsluháttur
til *kvæði og annan dansiskaldskap
í Føroyum. Føroyskur dansur er
dansur og kvøðing, ongantíð dansur
uttan kvøðing. Dansað verður við stevi,
aloftast í ringi, men summi dansispøl
verða dansað í røðum ella pørum. Stevið,
eisini nevnt stig, er soleiðis, at vinstri
fótur verður fluttur eitt stig til vinstru
og høgri fótur aftaná; aftur verður
vinstri fótur fluttur til vinstru og høgri
aftaná; síðani verður høgri fótur fluttur
eitt stig til høgru og vinstri aftaná. Stevið
er sostatt tvey stig til vinstru og eitt
til høgru.
Føroyskur dansur er framførsla, leikur og frásøgn, skapt í samanrenning millum ørindislag, dansistev og rýtmu í kvæðalagnum; við orðum, tónum og stevi verður ein søga søgd í ringinum. Dansararnir halda hvør í hondina á øðrum og dansa í ringi við bakinum úteftir og andlitinum inneftir, og har verður søgan søgd. Dansifólkið kennir gongdina í tí, sum kvøðið verður, tey duga uppií ella duga alt kvæðið. Øll bæði kvøða og lurta, hoyra og siga frá søguni. Hjartatátturin í føroyskum dansi er at finna mitt inni í ringinum. Dansurin ringir seg um tað, ið er hansara egni kjarni. Dansifólkið vendir bakið móti umheiminum og byggir garð um eitt kosmos inni í ringinum, har persónarnir í kvæðunum og vísunum eru íbúgvar í einum heimi, sum dansifólkið manar fram ta løtuna, dansur gongur. Inn í henda heim slepst ikki uttan at bróta ringin, fara uppí og dansa við. – Øll sleppa upp í føroyskan dans, tá ið tey vilja. Tey, ið standa og hyggja at, hoyra hesa løtuna til heimin uttan fyri ringin við ongum møguleikum fyri at fáa samband við dansifólkið og tað, ið hendir inni í ringinum – inni í kosmos. Tey kunnu væl fylgja við kortini, liva við í tí, sum fyriferst á gólvi.
Skiparin er høvuðspersónur í framførsluni. Hann byrjar kvæðið ella vísuna og byrjar øll ørindini, og meðan dansifólkið kvøður niðurlagið, eisini nevnt stevið, hvílir skiparin røddina og fyrireikar seg til at byrja næsta ørindi. Skiparin setur dám á dansin við at brúka allar teir møguleikar, dansurin goymir; hann ger av ferðina, hvussu høgt verður kvøðið, um kvøðið verður stillisliga ella harðliga. Atburður og háttalag við kroppi og andlitsbrá hava nógv at siga fyri, um skiparin fær gott samband við dansifólkið, fær kvæðið undir fót, so frásøgan eydnast og dansurin gongur væl. Tað ekspressiva og impressiva hava nógv at siga í føroyskum dansi, og tað er ymist, hvussu skiparar og kvøðarar eru í so máta. Summir gera nógv burtur úr høvuðburði, kroppi, ørmum og beinum. Summir hava lyndi til eitt nú at brúka armarnar nógv, aðrir kanska beinini og vilja stíga fastari. Summir kvøða stillisliga, impressivt. Í báðum førum kunnu kvøðarar vera lættir og livandi og duga væl at fáa dans at ganga, men við hesum er sum við øllum í føroyskum dansi: tað veldst um samljóðið í ringinum millum skipara og dansifólk. Dansilagið skiftir úr bygd í bygd, so ein stillisligur skipari, ið fer at skipa eitt kvæði onkustaðni, har dansilagið er ekspressivari, kann ógvuliga væl koma so fyri, at hann fær ikki dans at ganga har. Góðir skiparar hava verið høgt í metum, og frásagnir eru um kapping millum, serliga ungar, skiparar.
Í seinmiðøld og frameftir hevur føroyskur dansur verið aðalítrivið hjá føroyingum uttan fyri arbeiðslívið. Elsta heimildin um føroyskan dans í Føroyum er ferðasøgan hjá íslendinginum Jóni Ólafssyni Indiafara frá 1616; hann sigur frá, at í veitslu í Lamba varð dansað á føroyskan hátt og við ringbroti. Aðru ferð føroyskur dansur er nevndur, er í 1669 hjá Tarnoviusi, sum stutt sigur, at tólv til fjúrtan fólk dansaðu saman kvæðadans, og hetta er væl færri, enn vanligt hevur verið seinni. Lucas Debes nevnir dansin, eisini stutt, í 1673. – Í miðøld var ringdansur kendur um alt Vestur- og Norðurevropa, og tað er serliga dansurin carole og stev ella stig kallað branle simple og espringale, dansað í Fraklandi í 13. øld, sum minnir um tann føroyska dansin. Hesin franski dansur hevði tungt stev og hevði eins og føroyskur dansur ein skipara, ið kvað ørindini; dansifólkið kvað niðurlagið. Eftir øllum at døma hevur hesin dansur verið dansaður uttan ljóðføri, tó at myndir av ringdansi seinni í miðøld sýna menn spæla á ljóðføri uttan fyri dansin.
Dansitíðin var frá 2. jólakvøldi til føstulávintsmánakvøld. Tey stóru dansikvøldini vóru 2. jólakvøld, nýggjárskvøld, trettandakvøld, kyndilsmessa og føstulávint. Hesi dansikvøld var tað siður, at bygdir skiftust at vitja hvør aðra eftir fastari skipan. Brúdleyp vórðu ofta hildin í hesum tíðarskeiði. Í føstu var ikki góður siður at dansa, og enn verður lítið gjørt av at dansa føroyskan dans í føstu, hóast allur annar dansur nú er loyvdur í føstu. Nú í tíðini verður mest dansað í dansifeløgum, sum eru um alt landið og eisini samstarvast í landsfelagnum Sláið ring. Fram til 1976 var almennur føroyskur dansur í Havn um veturin eina ferð um vikuna, og eisini aðrastaðni var almennur føroyskur dansur í dansistovum; men nú er tað avlagt. Enn er ofta føroyskur dansur á summarstevnunum um landið, serliga á teirri elstu, ólavsøku.
Heitið føroyskur dansur má vera komið sum frámerki, eftir at aðrir dansir vóru vorðnir vanligir í Føroyum. Og føroyskur dansur hevur vunnið hevd til navnið, tí hann verður bara dansaður í Føroyum.
Aftur til yvirlitiðFøroyskur dansur er framførsla, leikur og frásøgn, skapt í samanrenning millum ørindislag, dansistev og rýtmu í kvæðalagnum; við orðum, tónum og stevi verður ein søga søgd í ringinum. Dansararnir halda hvør í hondina á øðrum og dansa í ringi við bakinum úteftir og andlitinum inneftir, og har verður søgan søgd. Dansifólkið kennir gongdina í tí, sum kvøðið verður, tey duga uppií ella duga alt kvæðið. Øll bæði kvøða og lurta, hoyra og siga frá søguni. Hjartatátturin í føroyskum dansi er at finna mitt inni í ringinum. Dansurin ringir seg um tað, ið er hansara egni kjarni. Dansifólkið vendir bakið móti umheiminum og byggir garð um eitt kosmos inni í ringinum, har persónarnir í kvæðunum og vísunum eru íbúgvar í einum heimi, sum dansifólkið manar fram ta løtuna, dansur gongur. Inn í henda heim slepst ikki uttan at bróta ringin, fara uppí og dansa við. – Øll sleppa upp í føroyskan dans, tá ið tey vilja. Tey, ið standa og hyggja at, hoyra hesa løtuna til heimin uttan fyri ringin við ongum møguleikum fyri at fáa samband við dansifólkið og tað, ið hendir inni í ringinum – inni í kosmos. Tey kunnu væl fylgja við kortini, liva við í tí, sum fyriferst á gólvi.
Skiparin er høvuðspersónur í framførsluni. Hann byrjar kvæðið ella vísuna og byrjar øll ørindini, og meðan dansifólkið kvøður niðurlagið, eisini nevnt stevið, hvílir skiparin røddina og fyrireikar seg til at byrja næsta ørindi. Skiparin setur dám á dansin við at brúka allar teir møguleikar, dansurin goymir; hann ger av ferðina, hvussu høgt verður kvøðið, um kvøðið verður stillisliga ella harðliga. Atburður og háttalag við kroppi og andlitsbrá hava nógv at siga fyri, um skiparin fær gott samband við dansifólkið, fær kvæðið undir fót, so frásøgan eydnast og dansurin gongur væl. Tað ekspressiva og impressiva hava nógv at siga í føroyskum dansi, og tað er ymist, hvussu skiparar og kvøðarar eru í so máta. Summir gera nógv burtur úr høvuðburði, kroppi, ørmum og beinum. Summir hava lyndi til eitt nú at brúka armarnar nógv, aðrir kanska beinini og vilja stíga fastari. Summir kvøða stillisliga, impressivt. Í báðum førum kunnu kvøðarar vera lættir og livandi og duga væl at fáa dans at ganga, men við hesum er sum við øllum í føroyskum dansi: tað veldst um samljóðið í ringinum millum skipara og dansifólk. Dansilagið skiftir úr bygd í bygd, so ein stillisligur skipari, ið fer at skipa eitt kvæði onkustaðni, har dansilagið er ekspressivari, kann ógvuliga væl koma so fyri, at hann fær ikki dans at ganga har. Góðir skiparar hava verið høgt í metum, og frásagnir eru um kapping millum, serliga ungar, skiparar.
Í seinmiðøld og frameftir hevur føroyskur dansur verið aðalítrivið hjá føroyingum uttan fyri arbeiðslívið. Elsta heimildin um føroyskan dans í Føroyum er ferðasøgan hjá íslendinginum Jóni Ólafssyni Indiafara frá 1616; hann sigur frá, at í veitslu í Lamba varð dansað á føroyskan hátt og við ringbroti. Aðru ferð føroyskur dansur er nevndur, er í 1669 hjá Tarnoviusi, sum stutt sigur, at tólv til fjúrtan fólk dansaðu saman kvæðadans, og hetta er væl færri, enn vanligt hevur verið seinni. Lucas Debes nevnir dansin, eisini stutt, í 1673. – Í miðøld var ringdansur kendur um alt Vestur- og Norðurevropa, og tað er serliga dansurin carole og stev ella stig kallað branle simple og espringale, dansað í Fraklandi í 13. øld, sum minnir um tann føroyska dansin. Hesin franski dansur hevði tungt stev og hevði eins og føroyskur dansur ein skipara, ið kvað ørindini; dansifólkið kvað niðurlagið. Eftir øllum at døma hevur hesin dansur verið dansaður uttan ljóðføri, tó at myndir av ringdansi seinni í miðøld sýna menn spæla á ljóðføri uttan fyri dansin.
Dansitíðin var frá 2. jólakvøldi til føstulávintsmánakvøld. Tey stóru dansikvøldini vóru 2. jólakvøld, nýggjárskvøld, trettandakvøld, kyndilsmessa og føstulávint. Hesi dansikvøld var tað siður, at bygdir skiftust at vitja hvør aðra eftir fastari skipan. Brúdleyp vórðu ofta hildin í hesum tíðarskeiði. Í føstu var ikki góður siður at dansa, og enn verður lítið gjørt av at dansa føroyskan dans í føstu, hóast allur annar dansur nú er loyvdur í føstu. Nú í tíðini verður mest dansað í dansifeløgum, sum eru um alt landið og eisini samstarvast í landsfelagnum Sláið ring. Fram til 1976 var almennur føroyskur dansur í Havn um veturin eina ferð um vikuna, og eisini aðrastaðni var almennur føroyskur dansur í dansistovum; men nú er tað avlagt. Enn er ofta føroyskur dansur á summarstevnunum um landið, serliga á teirri elstu, ólavsøku.
Heitið føroyskur dansur má vera komið sum frámerki, eftir at aðrir dansir vóru vorðnir vanligir í Føroyum. Og føroyskur dansur hevur vunnið hevd til navnið, tí hann verður bara dansaður í Føroyum.
http://slaid-ring.fo/ Napoleon Djurhuus:
„Dansurin” Føroyar 1. Dansk-færøsk Samfund
1958. Astri Luihn: Føroyskur dansur
1981.
EA & SH