E
Hevur síðan í 17. øld verið nýtt um
tvey íslendsk fornrit, *Snorra-Eddu og
Sæmundar-Eddu (*eddukvæði). Upprunaliga
sipaði heitið bara til ritið hjá
Snorra Sturlusyni; men í 17. øld var tað
av misfatan hongt upp í kvæðini, sum
nú kallast eddukvæði, og navnið á Sæmundi
fróða presti.
Síðan í 14. øld hevur orðið e. verið nýtt um skaldskaparfrøði, men uppruni tess er óvissur. E. kemur fyri í eddukvæðinum Rígsþulu og merkir har langomma, og summi hava hildið, at heitið á bókini hjá Snorra stavar frá teirri merkingini.
Aftur til yvirlitiðSíðan í 14. øld hevur orðið e. verið nýtt um skaldskaparfrøði, men uppruni tess er óvissur. E. kemur fyri í eddukvæðinum Rígsþulu og merkir har langomma, og summi hava hildið, at heitið á bókini hjá Snorra stavar frá teirri merkingini.
Fornnorrøn *guda- og
*hetjukvæði eftir ókendar høvundar,
varðveitt í Íslandi. Ørindisløg teirra eru
*fornyrðislag,
*ljóðaháttur og
*málaháttur.
Meginparturin av eddukvæðum
er varðveittur í skinnbókini Konungsbók
frá seinnu helvt av 13. øld, sum
nú er goymd í Stofnun Árna Magnússonar
í Íslandi. Nøkur eddukvæði eru
varðveitt í øðrum, yngri handritum.
*Gudakvæðini, teirra millum Vøluspá og Hávamál, eru 13 umframt nøkur brot. Ongar heimildir eru um tílík kvæði í skaldskapi hjá øðrum germonskum tjóðum enn norrønum. Gudakvæðini eru ikki trúarkvæði í trongari merking, men gudasøgulig frásagnarkvæði og lærdómskvæði.
*Hetjukvæðini hava flestøll røtur í suðurgermonskum hetjusøgum, sum tíðliga bórust til Norðurlanda í bundnum ella óbundnum máli. Eddukvæðini siga í stóran mun eina samfelda søgu. Í teimum hómast søguligir persónar sum vóru á døgum í 4.-5. øld millum gotar, húnar og gjúkungar. Í eddukvæðunum liva hesir pesónar samstundis, og teirra millum eru bond, sum eru reinur skaldskapur. Høvuðshetjukvæðini eru Helgakvæði, sum geva høvuðspersóninum Helga Hundingsbana sama faðir sum Sjúrði Fávnisbana, og tey um Sigurð, Sigurðarkvæði, hin sama sum Sjúrð í Sjúrðarkvæðunum. Tey eru so knýtt saman við Guðrunarkvæði.
Tey flestu eddukvæðini eru frásagnarkvæði við dramatiskum eyðkennum; tey hava bæði frásøgn og samrøður. Hendingagondin er knøpp, gongur skjótt fram og loypur frá einari stórhending til aðra. Grundhugburðurin er tann tragiski, at ráðagerðir menniskjans mótvegis miskunnarleysari lagnu eru til fánýtis. Hetjan kemur ofta í slíkt óføri, at “tveir eru kostirnir, hvørgin mjúkur”. Reystleiki og vápnaleikur eru ikki tað, sum mest umræður,men andligt treysti til at velja tann kost, sum kann bjarga heiðrinum, um enn hann hevur við sær óbótagerðir, og síðst men ikki minst at møta deyðanum óttaleysur og ósigraður. Í summum hetjukvæðum, sum vanliga verða hildin at vera yngri, er meira gjørt burtur úr persónligum kenslum, lyndislýsingum og harmaljóði, ikki minst í kvæðum, sum eru um konur (t.d. Oddrúnargrátur, Guðrúnarhvöt, t.e. eggjan).
Stílurin í eddukvæðum er oftast knappur og samantrýstur, magnmiklar myndir settar fram í fáum orðum. Afturímóti hava tey næstan ongantíð episka breidd í frásøgn síni. Kenningar eru sjáldsamar, uttan í einstøkum kvæðum, sum helst eru ung. Heiti og forn orð eru harafturímóti sera vanlig.
Ymiskar áskoðanir eru um aldurin á eddukvæðum og uppruna teirra. Elst verða nøkur hetjukvæði hildin at vera, teirra millum Atlakviða og Völundarkviða, og at kjarni teirra er kanska úr 9. øld. Tað ber eisini sjáldan til við vissu at siga, hvar kvæðini eru yrkt. Er tað rætt, at suðurgermonsk kvæði liggja aftan fyri tey elstu hetjukvæðini, er trúligt, at tey vóru yrkt um á norrønummáli undan landnáminum í Íslandi, men tað verður altíð ivasamt, hvussu nógv tey vóru broytt, áðrenn tey vórðu uppskrivað í Íslandi. Lítið hald er í royndum, sum hava verið gjørdar at býta eddukvæði sundur í norsk og íslendsk; tey flestu halda, at tey yngstu munnu vera yrkt í Íslandi, men ósemja er um, hvørji tey eru.
Snorri Sturluson nýtti mong Eddukvæði í riti sínum Snorra-Eddu, sum hann skrivaði stutt eftir 1220, og hildið verður, at eddukvæði vórðu uppskrivað stutt eftir tað. Ávirkan frá teimum kemur fram í summum íslendingasøgum, t.d. Laxdølu og Gísla søgu. Í seinnu helvt á 13. øld varð Vølsungasøga yrkt burtur úr hetjukvæðunum og hevur m.a. varðveitt evni úr teimum kvæðum, sum eru burtur í Kongungsbók Eddukvæða.
Aftur til yvirlitið*Gudakvæðini, teirra millum Vøluspá og Hávamál, eru 13 umframt nøkur brot. Ongar heimildir eru um tílík kvæði í skaldskapi hjá øðrum germonskum tjóðum enn norrønum. Gudakvæðini eru ikki trúarkvæði í trongari merking, men gudasøgulig frásagnarkvæði og lærdómskvæði.

Bjarne Fidjestøl: “Munnleg periode – eddadikt, skaldedikt og munnleg saga”
Norsk
litteratur i tusen år 1996. Helga Kress:
“Hvad en kvinde kvæder. Kultur og køn på
Island i den norrøne middelalder” Nordisk
kvindelitteraturhistorie bd. 1 1993, bls. 22-
81. Vésteinn Ólason: “Eddukvæði” Íslensk
bókmenntasaga I 1992, bls. 175- 190.
Sí *herming.
Aftur til yvirlitiðFátækslig herming eftir dygdargóðum
skaldskapi
Aftur til yvirlitiðEin ið yrkir eftiryrking, epigonur.
Aftur til yvirlitiðSipar til kravið til
leikrit um eind í hendingagongdini (at
eingir partar víkja frá høvuðsevninum),
eind í tíð (at leikritið fer fram innan fyri
eitt samdøgur) og eind í stað (at alt
leikritið fer fram á sama stað). Hetta
kravið varð fyrst sett fram í 16. øld og
styðjaði seg við skaldskaparfrøði Aristotelesar
(384-322 f.Kr), sum legði dent
á eina samfelda hendingagongd og
metti tað heppið, at hendingarnar í einum
harmleiki ikki tóku longri tíð enn
eitt samdøgur. Kravið um eind í stað
bygdi hin vegin á griksku harmleikirnar,
tí teir fóru yvirhøvur fram á sama stað,
sum rímiligt var, tí kórið var støðugt á
opnum palli uttan leiktjøld. Leikrit
vórðu skrivað sambært hesum kravi í
16. øld í Italia og Fraklandi, og tað
gjørdist regla í leikritunum hjá Pierre
Corneille (1606-1684) og øðrum høvundum
í *klassisismuni í 17. øld.
Nicolas Boileau (1636-1711) gjørdi tað
til meginkravið í L’art poétique (Yrkingarlistin,
1674). Yvirhøvur var tó ósemja
um kravið, og mong skald virdu tað ikki,
t.d. William Shakespeare (1564-1616).
Skaldini í *Sturm und Drang-tíðini og
tey romantisku skaldini vrakaðu kravið
fullkomiliga. Summir realistiskir høvundar
hava kortini virt tað í einstøkum
verkum, t.d. Henrik Ibsen (1828-1906) í
Dukkuheiminum (1879) og August
Strindberg (1849-1912) í Fröken Julie (1888) ;
*harmleikur,
*leikbókmentir.
Aftur til yvirlitiðRit um eitt einstakt evni
(monografi), t.d. um lív og verk hjá einum
rithøvundi. Dømi: Hanus Andreassen
(f. 1942) : J. H. O. Djurhuus – Ein bókmentalig
ævisøga I-III, 1994-97.
Aftur til yvirlitið(d. monolog; av gr. monos, ‘ein’, og
logos ‘røða’)
Røða borin fram av einum,
antin fyri øðrum, ella sum um hann var
einsamallur. Týðandi tilbrigdi: einrøðuyrking,
har røðarin vendir sær til ímyndaðar,
tigandi lurtarar; e., har sum røðarin
heldur seg vera einsamallan, men
onkur hoyrir hann, uttan at hann veit
av; summi nútíðarleikrit, ið eru einsmansleikir,
eru e. Í frásøgubókmentum
er *innaneinrøða umboðandi fyri
ósagdar hugsanir hjá persóni.
Aftur til yvirlitiðSí *homonými.
Aftur til yvirlitiðHeimspekistevna, sum
varð formað av serliga týskum og
fronskum heimspekingum eftir 1920 og
fram til miðja øldina. Kendastir eru
Martin Heidegger (1889-1976), Karl Jaspers (1883-1969), Gabriel Marcel
(1889-1973) og Jean-Paul Sartre (1905-
1980). E. hevur, serliga í hondunum á
Sartre, havt munandi ávirkan á bókmentir,
bæði tí at evnið, sum hon snýr
seg um – tilveruvandamál einstaklingsins
– er bókmentum sera viðkomandi,
og tí at franskir eksistentialistar ofta
settu áskoðanir sínar fram í bókmentaligum
formi. Týdningarmesti undanmaðurin
hjá eksistentialismuni verður
mettur at vera Søren Kierkegaard
(1813-1855), sum nýtti hugtakið ‘eksistere’
(lat. koma fram, vera til) til at eyðkenna
tilveru menniskjans mótvegis tilveru
lutanna. Kierkegaard metti, at
hvørki tilvit ella persónligar royndir hjá
einstaklinginum kunnu fatast við nøkrum
hugsanabygnaði. Tað er bara mótvegis
Gudi, hinum fullgjørda persóni, at
menniskjað varnast seg sjálvt sum
frælsa veru og veru, sum er eindømi og
livir ta angist, sum fylgir við tí at liva tað
ævintýr til fulnar at vera til. Men hugsanir
Kierkegaards breiddust ikki út fyrr
enn fyrst í 20. øldini, tá tær vóru týddar
til týskt. Saman við ritunum hjá
Friedrich Nietzsche (1844-1900) og
teirri sonevndu fyribrigdafrøðini (fenomenologiini)
hjá Edmund Husserl
(1858-1938), sum burturav fæst við fyribrigdini,
sum tey birtast í tilviti menniskjans,
høvdu tær stóra ávirkan á slóðbrótararnar
fyri nútíðar e.
Ástøðini hjá eksistentialistum hava havt týdning fyri heimspekiliga hugsan í okkara tíð. Antin teir rokna við tilveru Guds ella ikki, fáast eksistentialistar við vandamál einstaklingsins at finnamerking og satt endamál í tilveru, sum hann er “varpaður inn í” og sum er honum óskiljandi. Heimsbardagar og kreppur í Vesturheiminum góvu hugmyndunum hjá e. góðan byr. Av teimum áður nevndu heimspekingunum hevur Sartre verið virknastur í bókmentunum. Hann er helst tann fyrsti, sum nýtti orðið e.; tað ger hann í heimspekiriti sínum L’Etre et le néant (Veran og ikkiveran), 1943; men nógvar meginhugmyndir sínar setur hann eisini framí skaldsøgum (La nausée, 1938, Les chemins de la liberté, 1946-49) og leikritum (Les mouches, 1943, Huis-clos, 1944, Les mains sales, 1949). Støðið er tann áskoðanin, at einstaklingurin er fullkomiliga “latin upp í hendurnar á” frælsinum og eingin forsjón er til, sum forðar honum í at kjósa sær lut sín sjálvur við gerðum sínum. Vísir hann teirri ábyrgdini frá sær og leggur hana á herðarnar á øðrum, verður hann sekur í “óhollari trúgv” (mauvaise foi). Slíka óholla trúgv helt Sartre eyðkenna lívið í borgaraliga samfelagnum; hann er víðgongdur í samfelagsmálum, skapti hugtakið littérature engagée (t.e. bókmentir sum taka støðu), sum hann nýtti í bókmentaligari stevnuskrá í tíðarritinum Les temps modernes, 1946. Móttsett bókmentunum í *realismuni legði Sartre dent á, at rithøvundar áttu ikki bara at vera áskoðarar og ikki bara taka lut í umrøðu um teoretiskar spurningar, men viðurkenna ábyrgd sína fyri vandamálum í samtíðini við at taka virkna støðu; henda stevnuskrá skapti mikla umrøðu og kjak um leiklutin hjá rithøvundum.
Sjónarmið skyld teimum hjá Sartre koma til sjóndar í verkum eftir Simone de Beauvoir (1908-1986), Jean Anouilh (1910-1987) og lutvíst hjá Albert Camus (1913-1960). Ávirkan frá e. røkkur eisini til høvundar, sum ikki taka undir við niðurstøðunum hjá Sartre. Tulking av støðu menniskjans í tilveruni, sum líkist hesari, er at finna ímongum *absurdum leikritum (har sum hon, ólíkt tí sum er hjá Sartre, hevur við sær djúptøkna endurnýggjan av forminum), og í *nýskaldsøguni.
Aftur til yvirlitiðÁstøðini hjá eksistentialistum hava havt týdning fyri heimspekiliga hugsan í okkara tíð. Antin teir rokna við tilveru Guds ella ikki, fáast eksistentialistar við vandamál einstaklingsins at finnamerking og satt endamál í tilveru, sum hann er “varpaður inn í” og sum er honum óskiljandi. Heimsbardagar og kreppur í Vesturheiminum góvu hugmyndunum hjá e. góðan byr. Av teimum áður nevndu heimspekingunum hevur Sartre verið virknastur í bókmentunum. Hann er helst tann fyrsti, sum nýtti orðið e.; tað ger hann í heimspekiriti sínum L’Etre et le néant (Veran og ikkiveran), 1943; men nógvar meginhugmyndir sínar setur hann eisini framí skaldsøgum (La nausée, 1938, Les chemins de la liberté, 1946-49) og leikritum (Les mouches, 1943, Huis-clos, 1944, Les mains sales, 1949). Støðið er tann áskoðanin, at einstaklingurin er fullkomiliga “latin upp í hendurnar á” frælsinum og eingin forsjón er til, sum forðar honum í at kjósa sær lut sín sjálvur við gerðum sínum. Vísir hann teirri ábyrgdini frá sær og leggur hana á herðarnar á øðrum, verður hann sekur í “óhollari trúgv” (mauvaise foi). Slíka óholla trúgv helt Sartre eyðkenna lívið í borgaraliga samfelagnum; hann er víðgongdur í samfelagsmálum, skapti hugtakið littérature engagée (t.e. bókmentir sum taka støðu), sum hann nýtti í bókmentaligari stevnuskrá í tíðarritinum Les temps modernes, 1946. Móttsett bókmentunum í *realismuni legði Sartre dent á, at rithøvundar áttu ikki bara at vera áskoðarar og ikki bara taka lut í umrøðu um teoretiskar spurningar, men viðurkenna ábyrgd sína fyri vandamálum í samtíðini við at taka virkna støðu; henda stevnuskrá skapti mikla umrøðu og kjak um leiklutin hjá rithøvundum.
Sjónarmið skyld teimum hjá Sartre koma til sjóndar í verkum eftir Simone de Beauvoir (1908-1986), Jean Anouilh (1910-1987) og lutvíst hjá Albert Camus (1913-1960). Ávirkan frá e. røkkur eisini til høvundar, sum ikki taka undir við niðurstøðunum hjá Sartre. Tulking av støðu menniskjans í tilveruni, sum líkist hesari, er at finna ímongum *absurdum leikritum (har sum hon, ólíkt tí sum er hjá Sartre, hevur við sær djúptøkna endurnýggjan av forminum), og í *nýskaldsøguni.
Jean-Paul Sartre: L’existentialisme est un
humanisme 1964 (týdd m.a. til danskt og
enskt); A. Camus: Le mythe de Sisyphe 1942
(týdd til danskt og enskt); Johs. Sløk: Eksistentialisme
1964.
Sí *útsøkin yrking.
Aftur til yvirlitiðAlment hugtak fyri
skaldskap og myndlist, ið lýsir ein heim,
sum er margháttliga avskeplaður av
inniligari persónligari hugsan, persónligum
hýri og sterkum kenslum, t.d.
málningurin “Skríggið” (1893) eftir
Edvard Munch (1863-1944). E. var sterk
serliga í týskmæltum pørtum av Evropa
millum 1910 og 1925, og hon sprettur
av mótstøðu móti borgaraliga samfelagnum
og uppliving av teirri innankreppu,
sum elvdi til fyrra heimsbardaga.
Listarliga var e. eitt aftursvar til
sálarloysið í *naturalismuni og óvirknu
*impressionismuni. Í staðin heldur hon
upp á treytaleysu veran “eg”-einstaklingsins,
eg-sins, og tørvin hjá honum at
siga frá hugsanum, kenslum og hýri
uttan tamarhald. E. góðtekur ongar
fastar formar ella føst mynstur hvørki í
náttúruni ella málinum: skaldskapurin
sigur frá einum sera subjektivum innanveruleika
og sigur frá tí alment menniskjaliga,
sum samfelagið hevur skúgvað
til viks. Hetta sæst í yrkingum hjá Chr.
Matras (1900-1988), t.d. “Eg sigi tær
satt” (Varðin bd 4, 1924). E. lýsir bæði
tunglyndið, ið stendst av undirgongd
hjá tí sum er, og uppøstar sjónir av alheimsligari
semju millum fólk, sum
hava loyst seg frá kúgan, eitt nú sum í
“Ver sterk mín sál”, 1905, eftir Janus
Djurhuus (1881-1948). Evnisliga vísir
uppreisturin – samfelagsuppreisturin –
seg ofta í trupulleikum millum feðgar;
stílsliga vendir uppreisturin sær móti
*realismu og
*naturalismu á tann hátt,
at gomul snið verða syndrað, og gjørt
verður tilvitað upp við vanliga vakurleikafatan:
liðir í setningi verða lagdir
burturúr, ógvisligt orðasmíð og óvanligar
orðasamansetingar verða nýttar.
Ofta verður nútímans menniskjan lýst
einsamøll og bangin í samfelagi, sum er
á veg út í ruðuleika og har ídnaður,
tøkni og býarlív valda. Tað eru tvær
leiðir í e., sum tó ikki altíð eru sundurskildar
hjá listafólkum: onnur ein
sosialkritisk leið, ið ger upp við tað, sum
er; hin ein mýstisk-átrúnaðarlig leið,
sum heldur boðar nýggju menniskjuna,
ið skal spretta úr rørsluni. Summir
høvundar vóru so avgjørdir í andstygd
síni fyri verandi mentanini, at teir enda
við at avnokta alla mentan. Tað gjørdi,
at summir ekspressionistar máttu rýma
úr Týsklandi eftir 1933, og aðrir tóku
undir við nazismuni av trá eftir loysn
ella bjarging.
Aftur til yvirlitið
MM
Forngrikst ørindislag, samansett
av tvíreglum (*distikon), men ikki
býtt í ørindi; vanligt frá elstu tíð í grikskum
og latínskum skaldskapi. Á nýggjari
málum vanligt frá tíðarskeiði humanismunnar.
Aftur til yvirlitið(fr.mémoires)
Frásagnir,
ið fyrst og fremst byggja á tað, sum høvundur
minnist. Ofta standa e. so nær
*sjálvsævisøgu, at tað skilst ikki ímillum.
E. eru tó sjáldan heildarlýsing av lívinum
ella persónligu menningini hjá
høvundi eins og sjálvsævisøgur, men
lýsa ávís tíðarskeið ella einstakar hendingar,
søguligar tilburðir, sum høvundur
hevur verið fyri ella tikið lut í. Mangar e.
eru merkisverdar heimildir um mentan
og siðsøgu og summar hava bókmentaligt
virði, hóast virði teirra sum sannsøguligar
heimildir má metast við varsemi.
E. eru kendar heilt aftur í klassiska fornøld, t.d. rit Xenofons og lýsingar Cæsars av herferðum sínum. Heðin Brú hevur skrivað e., sum eru útgivnar undir hesum heiti. Bókin Tættir úr Kirkjubøar søgu er partvíst e. Ferðasøgan hjá Sigert Paturssyni, Sibirien i vore dage (1901; før. týð. Á ferð í Sibiria, 1994) er í høvuðsheitum e.
Aftur til yvirlitiðE. eru kendar heilt aftur í klassiska fornøld, t.d. rit Xenofons og lýsingar Cæsars av herferðum sínum. Heðin Brú hevur skrivað e., sum eru útgivnar undir hesum heiti. Bókin Tættir úr Kirkjubøar søgu er partvíst e. Ferðasøgan hjá Sigert Paturssyni, Sibirien i vore dage (1901; før. týð. Á ferð í Sibiria, 1994) er í høvuðsheitum e.
(fr. renaissance, endurføðing)
Ein rørsla ella stevna í list, bókmentum
og vísindum, sum tók seg upp í Italia
uml. 1400 og stóð við til uml. 1600. E.
umskapaði evropeiska mentan, djúpt
ávirkað av, at kunnleiki til klassiskar
grikskar og latínskar bókmentir kom
afturíaftur og mentist, og stimbrað av,
at prentkynstrið tók seg upp og breiddist
um Evropa. Vanligt hevur verið at
meta, at evropeiska miðøldin endar við
e., og at nýtíðin – modernaða tíðin – í
vesturheiminum tekur við tá. Men
trupult er at tíðarseta hesa gongdina,
og nógv kjak hevur staðið umhana. Tað
er nú viðurkent, at í 12. øld var mikil
menning í evropeiskari lærdómsmentan;
*upplýsingarstevnan í sínum lagi
var beinleiðis framhald av rákum í e.
Men hvussu er og ikki, so sipar heitið e.
til kollveltingarnar í lærdómi og list í 15.
og 16. øld, íroknað tað, at *humanisma
tók seg upp og protestantisk uppfatan
av einstaklinginum, stjørnufrøðiligu nýfinningarnar
hjá Kopernikus og at Amerika
varð funnið. Nýtt lív birtist í skaldskapi
á móðurmálinum, serliga í romanskum
londum og í Onglandi. Í Týsklandi
og Norðurlondum minkaði trúbótin
um ávirkanina frá e., men afturfyri
fekk humanisman eitt serligt snið
har. Í Italia varð yrkingarlist á móðurmálinum sett
á hásæti; har bera av riddarakvæðið
Orlando furioso (Hin vitleysi
Rólant) eftir Ariosto (1474-1533) og Gerusaleme libertata (Fríaða Jerusalem)
eftir Tasso (1544-95). Í Fraklandi vóru
høvuðsumboð fyri e. Pierre de Ronsard
(1524-1585), Joachim du Bellay (um
1522-1560) (*Pléjade), François Rabelais
(um 1494-1553) og Michel de Montaigne
(1533-1592). Í Onglandi bera
skaldini Edmund Spenser (um 1552-
1599) og Philip Sidney (1554-1586) av
og at enda William Shakespeare (1564-
1616).
Aftur til yvirlitið(da. parafrase; gr. paraphrasis,
av: para við liðina á, graphein skriva)
E.
ella aftursøgn av einum teksti við
øðrum orðum, ið ger merking hansara
týðuligari. E. hevur verið nógv brúkt í
bókmentaundirvísing og tekstgreining
sum eitt amboð til at nærkast boðskapinum
í tekstinum. *Nýkritikkur vrakaði
e. út frá hugsanini, at bókmentaverkið
er ein eind, sum ikki kann orðast við
øðrum orðum enn teimum, sum
mynda verkið. Nú er e. aftur viðurkend
sum eitt stig á leiðini til at fata eitt verk,
men e. kann ikki koma í staðin fyri
tekstgreining.
*Samandráttur.
Aftur til yvirlitiðEitt tað vanligasta stílbrigdið í
bókmentum, bundnum sum óbundnum
máli. E. kann vera á ymsum stigum;
endurtiknar kunnu verða smærri ella
størri eindir.
Í bundnum máli er vanlig ljóðendurtøka í rími og stavrími, t.d. “Fagra, fríða, vársól blíða...”; men eisini orð ella setningar kunnu vera endurtikin, t.d. “Hvat kann røra hjartastreingir, hvat kann reystar gera dreingir...”; “Grani bar gullið av heiði,/ brá hann sínum brandi av reiði,/ Sjúrður vann á orminum, Grani bar gullið av heiði“; “Eg saðlaði mær ein hvítan hest – /móti vári...” – hesi tvey orðini eru uppafturtikin í 2. reglu í øllum ørindunum.
Í bókmentum í óbundnum máli verða leiðarmotiv til gjøgnum e.; tað kunnu t.d. vera náttúrulýsingar, sum eru endurtiknar til at vísa, at høvuðspersónurin upplivir okkurt týdningarmikið, sum nemur við kjarnan í søguni; í Lognbrá (1930) eftir Heðin Brú (1901- 1987) er lýsing av einum fossi endurtikin nakrar ferðir í sambandi við kenslurnar hjá høvuðspersóninum: “Mylnarfossurin kvað...” o.s.fr. Í Bábelstorninum (1909) eftir Regin í Líð (1871-1962) er Sjúrðaríðan nevnd tríggjar ferðir, og hvørja ferð er høvuðspersónurin í vanda. Í Villdunnuni (1884) eftir Henrik Ibsen (1828-1906) verður tann lamna villdunnan so við og við gjøgnum endurtøkur við frábrigdum til eitt sýmbol.
Í skaldskapi av manna munni eru endurtøkur við frábrigdum fastur táttur, t.d. tað episka 3-talið: tríggir brøður, tríggjar royndir o.s.fr.
E. verður nýtt við ymiskari ætlan og ávirkan. Til styrkjandi áherðslu, t.d. “Móðurlandið, móðurlandið Føroyar, ert tú mær...”. Væntan kann verða skapt av rími, rýtmu, parallellismu (*anafora), leiðarmotivi ella sýmboli. Lesarin ella lurtarin er til reiðar at góðtaka tað, hann hevur sæð ella hoyrt fyrr, og tann partvísa endurtøkan fær hann til lættari at góðtaka eisini tað nýggja.
Aftur til yvirlitiðÍ bundnum máli er vanlig ljóðendurtøka í rími og stavrími, t.d. “Fagra, fríða, vársól blíða...”; men eisini orð ella setningar kunnu vera endurtikin, t.d. “Hvat kann røra hjartastreingir, hvat kann reystar gera dreingir...”; “Grani bar gullið av heiði,/ brá hann sínum brandi av reiði,/ Sjúrður vann á orminum, Grani bar gullið av heiði“; “Eg saðlaði mær ein hvítan hest – /móti vári...” – hesi tvey orðini eru uppafturtikin í 2. reglu í øllum ørindunum.
Í bókmentum í óbundnum máli verða leiðarmotiv til gjøgnum e.; tað kunnu t.d. vera náttúrulýsingar, sum eru endurtiknar til at vísa, at høvuðspersónurin upplivir okkurt týdningarmikið, sum nemur við kjarnan í søguni; í Lognbrá (1930) eftir Heðin Brú (1901- 1987) er lýsing av einum fossi endurtikin nakrar ferðir í sambandi við kenslurnar hjá høvuðspersóninum: “Mylnarfossurin kvað...” o.s.fr. Í Bábelstorninum (1909) eftir Regin í Líð (1871-1962) er Sjúrðaríðan nevnd tríggjar ferðir, og hvørja ferð er høvuðspersónurin í vanda. Í Villdunnuni (1884) eftir Henrik Ibsen (1828-1906) verður tann lamna villdunnan so við og við gjøgnum endurtøkur við frábrigdum til eitt sýmbol.
Í skaldskapi av manna munni eru endurtøkur við frábrigdum fastur táttur, t.d. tað episka 3-talið: tríggir brøður, tríggjar royndir o.s.fr.
E. verður nýtt við ymiskari ætlan og ávirkan. Til styrkjandi áherðslu, t.d. “Móðurlandið, móðurlandið Føroyar, ert tú mær...”. Væntan kann verða skapt av rími, rýtmu, parallellismu (*anafora), leiðarmotivi ella sýmboli. Lesarin ella lurtarin er til reiðar at góðtaka tað, hann hevur sæð ella hoyrt fyrr, og tann partvísa endurtøkan fær hann til lættari at góðtaka eisini tað nýggja.
1) Tað at enduryrkja, umyrking.
2) *Týðing.
Aftur til yvirlitið1) At umskriva ella týða
skaldverk listarliga. 2) at týða
Aftur til yvirlitiðSí *yvirstig.
Aftur til yvirlitiðEndurtøka í endanum á tveimum
ella fleiri fylgjandi liðum. Ikki vanligt
stílbrigdi í yrkingum, m.a. tí at endin á
reglunum vanliga ikki má vera eins í
rímaðum ørindum. Eitt dømi er hesar
reglurnar í “Tormóði Kolbrúnarskaldi.
Inngangi” eftir Hans Andrias Djurhuus:
“Áirnar kvóðu tað – lotini bóru tað…”. Í
størri høpi er epifora væl kend, t.d. sum
stev, niðurlag. Sbr. *anafora.
Aftur til yvirlitið
Ulla Albeck: Dansk stilistik Gyldendal 1965
Sí hittinorð, *dism.
Aftur til yvirlitið(gr. epos, uppr. merk.: ‘tað sum
sagt er’; samsvarandi er før. søga, sbr.
siga)
Frásagnarskaldskapur.
Aftur til yvirlitið Bertolt Brecht (1898-
1956) skapti hetta hugtakið í 1920-árunum.
Episkir tættir eru tó kendir frá
leikritum úr elstu tíð, t.d. frásagnirnar
hjá sendiboðum í grikskum leikritum.
Brecht nýtti hugtakið fyrst og fremst til
at lýsa síni egnu leikrit. Tað fevnir ikki
bara um formtættir í leikritinum, men
eisini teir tøkniligu tættirnar í pallsetingini.
Brecht kallaði e.l. óaristoteliskt, tí
hann skúgvaði regluna um tær tríggjar
*eindirnar til viks og somuleiðis ta ráðandi
hugmyndina um, at leikarar eiga at
liva seg inn í leiklutir sínar. Hendingagongdin
í leikritinum átti eftir hansara
hugsan ikki at vera ein ósvitandi røð av
orsøkum og avleiðingum, men samansett
av leysliga samanbundnum pørtum
sambæriligt við episk skaldverk.
Upprunin hjá slíkum formi á leikriti
gongur heilt aftur til *halgileikir í seinmiðøldum,
*søguleikir Shakespeares og
ungdómsverkini hjá Goethe og Schiller
(*Sturm und Drang). Støðishugtak sítt,
*fremmandagerð, tók hann úr ritum
hjá Karl Marx (1818-1883). Við fremmandagerð
í tulkingini hjá leikaranum
skuldi persónurin gerast gerast skilligari
sum táttur í søguligu menning menniskjans.
Allur útbúnaður á leiksýning
átti at gera greiðar mótsetningarnar í tí
lívi, sum hon vísti, soleiðis at áskoðarin
varð eggjaður til at taka støðu við skili
sínum heldur enn við kenslunum.
Brecht setti hugsanir sínar um leikhús
fram í mongum greinum og ritgerðum,
serliga í Kleines Organon für das Theater,
1948, og tær hava havt ávirkan á bæði
*leikbókmentir og pallseting gjøgnum
árini.
Aftur til yvirlitið(gr. epitheton)
Sí *viðurnevni.
Aftur til yvirlitið Sí *frásøgukvæði.
Aftur til yvirlitið Opinskáraðar lýsingar
av ástarlívi, t.e. kynsligum sambandi
millum einstaklingar, antin av
sama ella av mótsettum kyni. Skilmarkingin
av hugtakinum er ógreið; øðrumegin
eru ástarbókmentir av ymsum
slag, hinumegin eru pornografiskar
bókmentir; tað veldst um ytri umstøður, hvat metist sum e.b. í hvørjum føri:
siðalag, átrúnað, hugburðin hjá myndugleikum,
siðvenjur í samfelagnum; og
harumframt ta bókmentahevd, sum
bygt verður á. E.b. hava fornar røtur;
tær hava helst verið týðandi táttur í
forngrikskum bókmentum; ein orsøk til
tað kann hava verið, at tær vóru ikki í
andstøðu til grikskan átrúnað, tvørturímóti
var ymiskt, sum stuðlaði upp
undir tær, sbr. dionýsosardyrkan. Lítið
er varðveitt í óbundnum máli, men hin
vegin í bundnum máli. Grikskar bókmentir
høvdu stóra ávirkan á tær rómversku.
Yrkingar eftir summi rómversk
skald í 1. øld f.Kr. kunnu teljast millum
e.b., t.d. yrkingar eftir Catullus og Ovidius,
men serliga Ars amoris eftir hin
seinna. Hesin skaldskapur hevði drúgva
ávirkan á evropeiskan miðaldarskaldskap.
E.b. stóðu í miklum blóma í *endurreisnini: skaldini leitaðu sær evni í eldri skaldskapi: í rómverskum bókmentum, skemtisøgum og ymsum ferðaskaldskapi. Stór søgusøvn komu fram í 14. øld: Decamerone (1353) eftir italska skaldið Giovanni Boccaccio (1313- 1375), og eitt sindur seinni Canterbury Tales (skrivað frá 1380’unum til seinast í 1390’unum) eftir enska skaldið Geoffrey Chaucer (um 1343-1400). Í Onglandi stóðu e.b. í blóma í seinna parti av 17. øld og fyrra parti av 18.; men vegna harðnandi mótstøðu frá kirkjuni flutti miðstøð teirra seg til Fraklands, og har eiga tær fastan sess framí 20. øld. Navnfromfronsk skald, sumhava skrivað e.b., eru t.d. Denis Diderot (1713-1784), Pierre Choderlos de Laclos (1741-1803), ið skrivaði Les Liaisons dangereuses (1782, gjørd til film 1959, 1988 og 1989), ogMarquis de Sade (1740-1814), sum sadisman eitur eftir. Masokisman er hinvegin yngri og hevur navn av eysturríkaranum Leopold von Sacher- Masoch (1836-1895), sum skrivaði Venus im Pelz (1870) og sum Lou Reed (f.1942) sipar til í sanginum Venus in Furs (1967). Í sjálvsævisøguformi eru endurminningarnar hjá Giacomo Casanova (1725-1798), sum ikki vórðu givnar út í fullari longd fyrr enn í 1960.
Í 19. øld fordømdi borgaraligt siðalag, serliga í germonsku londunum, e.b.; hinvegin trivust tær framvegis sum eitt slag av undirgrundarbókmentum, vórðu prentaðar í loynd ella uttanlands.
Í 20. øld vinda e.b. upp á seg. Millum undangongumenn í Bretlandi eru D.H. Lawrence (1885-1930) (Sons and Lovers 1913, Lady Chatterley’s Lover 1928), men verk hansara vóru leingi bannað í heimlandinum. Eftir seinna stríð hava e.b. vunnið fram víða um lond, lógarbann móti teimum eru eisini linkað nógvastaðni. Nevndir kunnu verðu høvundar sum Henry Miller (1891- 1980), Vladimir Nabokov (1899-1977), Norman Mailer (1923-2007) í Amerika; í Norðurlondum Agnar Mykle (1915- 1994) og Chr. Kampmann (1939-1988). Nógvir yngri føroyskir høvundar eru nú eisini nógv bersøgnari í ástarlívslýsingum, enn vanligt hevur verið. Nevnast kunnu Høgni av Heiði (f.1962) Tað heita summarið (1987), savnið Ein varligur dráttur í tara og aðrar stuttsøgur (1996) og Jóanes Nielsen (f.1953) Glansbílætasamlararnir (2005). Gongdin tey seinastu áratíggjuni hevur yvirhøvur verið, at alskyns tabu viðvíkjandi lýsingum av kynslívi eru upployst, og tískil er minkandi orsøk til at skilja e.b. frá øðrum fagurbókmentum.
Aftur til yvirlitiðE.b. stóðu í miklum blóma í *endurreisnini: skaldini leitaðu sær evni í eldri skaldskapi: í rómverskum bókmentum, skemtisøgum og ymsum ferðaskaldskapi. Stór søgusøvn komu fram í 14. øld: Decamerone (1353) eftir italska skaldið Giovanni Boccaccio (1313- 1375), og eitt sindur seinni Canterbury Tales (skrivað frá 1380’unum til seinast í 1390’unum) eftir enska skaldið Geoffrey Chaucer (um 1343-1400). Í Onglandi stóðu e.b. í blóma í seinna parti av 17. øld og fyrra parti av 18.; men vegna harðnandi mótstøðu frá kirkjuni flutti miðstøð teirra seg til Fraklands, og har eiga tær fastan sess framí 20. øld. Navnfromfronsk skald, sumhava skrivað e.b., eru t.d. Denis Diderot (1713-1784), Pierre Choderlos de Laclos (1741-1803), ið skrivaði Les Liaisons dangereuses (1782, gjørd til film 1959, 1988 og 1989), ogMarquis de Sade (1740-1814), sum sadisman eitur eftir. Masokisman er hinvegin yngri og hevur navn av eysturríkaranum Leopold von Sacher- Masoch (1836-1895), sum skrivaði Venus im Pelz (1870) og sum Lou Reed (f.1942) sipar til í sanginum Venus in Furs (1967). Í sjálvsævisøguformi eru endurminningarnar hjá Giacomo Casanova (1725-1798), sum ikki vórðu givnar út í fullari longd fyrr enn í 1960.
Í 19. øld fordømdi borgaraligt siðalag, serliga í germonsku londunum, e.b.; hinvegin trivust tær framvegis sum eitt slag av undirgrundarbókmentum, vórðu prentaðar í loynd ella uttanlands.
Í 20. øld vinda e.b. upp á seg. Millum undangongumenn í Bretlandi eru D.H. Lawrence (1885-1930) (Sons and Lovers 1913, Lady Chatterley’s Lover 1928), men verk hansara vóru leingi bannað í heimlandinum. Eftir seinna stríð hava e.b. vunnið fram víða um lond, lógarbann móti teimum eru eisini linkað nógvastaðni. Nevndir kunnu verðu høvundar sum Henry Miller (1891- 1980), Vladimir Nabokov (1899-1977), Norman Mailer (1923-2007) í Amerika; í Norðurlondum Agnar Mykle (1915- 1994) og Chr. Kampmann (1939-1988). Nógvir yngri føroyskir høvundar eru nú eisini nógv bersøgnari í ástarlívslýsingum, enn vanligt hevur verið. Nevnast kunnu Høgni av Heiði (f.1962) Tað heita summarið (1987), savnið Ein varligur dráttur í tara og aðrar stuttsøgur (1996) og Jóanes Nielsen (f.1953) Glansbílætasamlararnir (2005). Gongdin tey seinastu áratíggjuni hevur yvirhøvur verið, at alskyns tabu viðvíkjandi lýsingum av kynslívi eru upployst, og tískil er minkandi orsøk til at skilja e.b. frá øðrum fagurbókmentum.
Kate Millet: Sexual Politics 1969. Hug (da. tíðarrit)
Sí *ritroynd.
Aftur til yvirlitið(gr. eufemismos eydnuberandi
tala)
Fagurheiti, fríðkanarorð, t.d.
“sovna” í staðin fyri “doyggja,” “blunda”
í staðin fyri at “sova.”
Aftur til yvirlitið(da. konnotation)
Tann ella
tær eykamerkingar, sum loða upp við
denotatiónina hjá einum orði (sambandið millum eitt
navn og tað sum ber
navnið). T.d. hava ‘sigla av’ og ‘andast’
somu denotatión, nevniliga ‘doyggja’,
men ymiskar eykamerkingar. Sí *merkingarfrøði.
Aftur til yvirlitið Persónur ið ikki hevur avgerandi
leiklut í skaldverki (t.d. skaldsøgu,
leikriti). *Høvuðspersónur.
Aftur til yvirlitið