mail@unguforoyar.com

+298 510474

A

abstraktur
(av lat. abstrahere ‘draga frá`)
Úrtøkur, óítøkiligur. Tað mótsetta av ítøkur, ítøkiligur. Orðið a. hevur verið nógv brúkt um modernaða myndlist, sum leggur høvuðsdent á form meira enn nágreiniliga søguliga lýsing. Í sambandi við tekst verður orðið a. brúkt um heiti og orðingar, sum lýsa hugmyndir og hugtøk, t.d. eru gleði, sorg, góðska, óndskapur, forvitinskapur, óendaligleiki a. hugtøk. Tann abstrakta ella úrtøka orðingin verður hildin at tala til skilvísið og til heimspekiliga hugsan, t.d. orðingin “lív menniskjans í gleði og sorg frá føðing til deyða”. Tann ítøka orðingin verður ofta hildin at tala meira til kenslurnar: sagt verður t.d. frá einum einstaklingi, sum er føddur í einum ávísum stað og er fyri ávísum hendingum, sum gleða hann ella gera hann syrgnan, og at enda doyr hann sín ítøka deyða í ávísum stað og ávísari løtu.
Aftur til yvirlitið
absurdur sjónleikur
(lat. absurdus, høpisleysur, óskilvísur)
Eitt slag av nútíðarsjónleiki, sum kyknaði upp í París beint eftir 1950. A. sjónleikir leggja dent á merkingarloysi og óskilvísi lívsins, avbyrging og fremmandagerð menniskjans. Vanlig, hevdbundin háttaløg í bygging, hendingagongd og persónsskapan eru antin skúgvað til viks ella tey eru avskeplað, orð og gerðir hjá persónunum ofta fullkomiliga ósamsvarandi, pallsetingin ber dám av glantrileiki. A. leikrit verða ofta mett at hava fyrimynd í leikinum Ubu roi (1896) eftir fransmannin Alfred Jarry (1873-1907). Tey tóku seg upp sum andstøða móti borgaraligum leikbókmentum og í sambandi við *surealismu og *eksistentialismu (serliga Albert Camus). Undangongumenn í a. vóru Eugène Ionesco (Berskølluta sangarinnan, 1950) og Samuel Beckett (Bíðað eftir Godot, 1953); aðrir gitnir høvundar at a. eru Arthur Adamov, Jean Genet og Fernando Arrabal. A. hevur havt ávirkan á ymsar høvundar í seinni árum, t.d. Edward Albee, Günther Grass, Harold Pinter. – Sbr. *leikbókmentir.
Aftur til yvirlitið
aðalhending
Innrím, sum er *heilrím, í *dróttkvødnum skaldskapi, t.d. land: band.
Aftur til yvirlitið
adýnaton
gr. ómøguligur
Tann snildin í røðusnild (retorikki) at varpa ljós á, hvussu framúskarandi ella ómetaligt okkurt er við at orða okkurt ómøguligt ella óhugsandi; dømi: “Um livandi var hvør urt í verð/ og kundi við tungum røða,/ tær orkaðu ei Guðs náðargerð/ nóg virðisligt út at kvøða” og: “Til allir sjógvar torna upp,/ so vil eg elska teg” (Robert Burns/Pól F).
Aftur til yvirlitið
afturlit
(en. flashback)
Tá ið tráðurin verður slitin í søgu, filmi o.ø.tíl. við innskoti úr fortíðini.
Aftur til yvirlitið
afturlítandi sjónarhorn
Frásøgufólkið hevur tíðarfjarstøðu frá hendingunum og veit tí meira enn persónarnir, sum eru fyri hendingunum.
Aftur til yvirlitið
aktantfrymil
Í frásagnarfrøðini, narratologiini, hjá A. J. Greimas (1917-1992) er talan um seks grundleggjandi aktantar. Teir eru: subjekt og objekt,mótstøða og hjálp, gevari og móttakari. Søgupersónar eru ítøkiligir einstaklingar, leikarar í teksti; aktantar kunnu vera einstaklingar ella flokkar av einstaklingum, men teir kunnu eisini vera ávís lyndiseyðkenni, gávur ella ónollur, hugtøk ella lutir.
Í strukturalistisku *frásagnarfrøðini er hugsanin, at allar søgur eru eins og ævintýr settar saman av einumúrvali av søgupørtum. Hesir partar skapa eitt mynstur, sum vísir støðuna í søguni. Talan kann t.d. vera um ein prins (subjekt), sum fer út í heimin at vinna eina prinsessu (objekt). Men fyri at fáa hana má hann avrika okkurt, t.d. lúka tríggjar treytir. Aloftast er okkurt ella onkur, t.d. ein gívur, sum roynir at forða honum í at røkka málinum (mótstøða), og tað er aloftast eisini okkurt ella onkur, sum hjálpir honum (hjálp). Prinsurin hevur tískil eina ætlan, sum hann vil fremja, hann má gjøgnum eitt stríð fyri at fremja hana, og talan er loksins um flutning ella samskifti, tí kongurin (gevarin) letur hann fáa prinsessuna – subjekt ogmóttakari eiga at vera tann/tað sami/a ella skyld. A. verður settur soleiðis upp:
Tekststrukturer. En indføring i tematisk og narratologisk tekstanalyse. 1974. Ritstj. Grodal & Madsen.
Aftur til yvirlitið
aktantur
A. í einari frásøgn er tann virkandi persónurin, skilmarkaður eftir teimum virkisøkjunum hann er virkin í, her uttan atlit at hansara ítøkiligu umboðan, t.e. eitt nú navni, uppruna og persónseyðkennum annars. Sí *aktantfrymil, *frásagnarfrøði.
Aftur til yvirlitið
alexandrinskt lag el. alexandrinari
Rímaðar yrkingarreglur, 12 ella 13 stavilsi (*kallrím ella *kvinnurím) við fastari *regluhvíld eftir 6. stavilsi uttan ørindisbýti. Í germonskumskaldskapi oftast 6 øvutir tvíliðir í regluni, men í fronskum yrkingarreglum er rýtman fríari. Tvær og tvær reglur ríma oftast saman (aa, bb), ofta kallrím og kvinnurím aðrahvørja ferð. Við hvørt hava reglurnar flættirím (abab). Alexandrinska lagið hevur uppruna í fronskum søguyrkingum í 12. øld um Alexandur mikla, og haðani er navnið. Tað var vanligt í fronskum skaldskapi í 16. øld, og eftir 1600 eitt høvuðsørindislag hjá fransmonnum, serliga í sjónleiki. Tað breiddist til onnur lond í 17. og 18. øld og varð vanligt í Norðurlondum, men við romantikkinum hvarv tað fyri tað mesta uttan fyri Frakland. Hanus Jákupsson Debes á Oyri yrkti í 1769 yrkingina “En Enkemands Nattetanker” í 192 alexandrinskum reglum, sí 145.-152. r. sum dømi:
 
Vi for med samme fart igennem luftens vande;
mig syntes verdener os selv i møde gik;
idet vi drog forbi utallig’ sfærers lande,
da så jeg vores jord i majestætisk skik.
Hun ligned’ noget den sølvfarved’ måne,
blandt himmelkuglerne et prægtigt optrin gør,
skønt hun med flere må fra solen lyset låne;
jeg råbte: Smukke Jord! Så smuk var du ej før!

Í føroyskari týðing frá 1991 eftir Axel Tórgarð hava vit keipumyndina av tí klassiska harmleikinum í Kierlighed uden Strømper (1772) eftir Johan H. Wessel (1742-1785) við alexandrinskum lagi; hetta sýnishornið er úr 2. mynd í leikinum:
 
Greta
Hoyr vinkona um tað, sum mær í dreymi møtti,
eitt loðið skepilsi kom eftir mær og hótti –
eg sat so friðarlig í stólinum og svav,
tað ýldi hart og mær tann harða dómin gav:
“Tú giftast mást í dag, um tú skalt brúður verða.”

Metta
Trúgv ikki altíð tí, sum dreymarnir tær bera. 
  
Turið Sigurðardóttir: „Ein barokkyrking av Oyri”, Bókmentasøgur 2004, s. 72-89.
Aftur til yvirlitið
aliénation
Aftur til yvirlitið
allegori
(gr. ‘tala á annan hátt’)
Søga ella mynd við tveimum greitt sundurskildum merkingarfláum. Fremsta skaldsliga snildin hjá allegoriini er *persónsgerð. Við persónsgerð verða abstraktir eginleikar latnir í menniskjaligt skap, t.d. standmyndir, ið merkja Frælsi ella Rættvísi. Ein søga, sum er allegori, hevur tvær ella fleiri merkingarfláir úr byrjan í enda, soleiðis at persónar og hendingar hóska til samsvaran sína í einum bygnaði ella hendingagongd uttan fyri søguna. T.d. umboðar hvør persónur og hvør hending í The Pilgrim’s Progress (1678) eftir John Bunyan (1628-1688) eina hugmynd í puritanskari frelsulæru. Victor Danielsen (1894-1961) týddi skaldsøguna í 1946, Pílagrímsferðin. Allegorisk hugsan gekk ígjøgnum kristnar bókmentir í miðøld og var undirstøðan undir *siðaleikritum o. ø. bókmentum sum dreymasjónunum hjá Dante (1265-1321). Í miðaldarfrøðigreinini bíbliutulking var allegoriin ein týdningarmikil tulkingarháttur; tá varð leitað eftir samsvaran millum ymiskar merkingarfláir (t.d. likamliga og andliga) ella millum Gamla og Nýggja testamenti. Seinni høvundar, sum Nólsoyar Páll (1766-1808, Fuglakvæði 1806/07) og George Orwell (1903-1950, Animal Farm 1945), hava nýtt a. sum satiriskt háttalag, og teirra fjalda merking er politisk heldur enn átrúnaðarlig. Sbr. *dømisøga, sýmbol.
Aftur til yvirlitið
almenni
A. er eitt hugtak, sum lýsir tað fyrimyndarliga borgaraliga samfelagið. Borgaraliga almennið er ein hugmynd, sumso líðandi vaks framí 17. og 18. øld, tá ið borgarastættin í Evropa stríddist fyri at fáa valdið. Hugmyndin sigur frá einum mynstri, sum borgarastættin royndi at skipa samfelagið eftir. Mynstrið snýr seg um atburð, tað sigur nær og hvar spurningar viðvíkjandi vinnu, familju og persónligumviðurskiftumeiga at verða viðgjørdir. Atburðarmynstrið er ikki medvitið. Tað er eitt savn av “óskrivaðum reglum”. Tað er *Jürgen Habermas, ið eigur ástøðið um borgaraliga almennið.
Til at fremja uppgávur sínar kann státurin seta ymisk tiltøk í verk í samfelagnum:

búskaparlig tiltøk eru skattur, studningur
løgfrøðilig tiltøk eru lógir, rættargangur
hugmyndafrøðilig tiltøk eru skúlaverk, útvarp og sjónvarp
harðrend tiltøk eru løgregla, herur, fongsul.

Fólksliga almennið er ein partur av borgaraliga almenninum, men tað viðvíkur ikki sama øki. Økið hjá fólksliga almenninum er gerandislívið. Fólksliga almennið talar ikki við nakran – har er einki publikum. Tað vendir sær inneftir – talar við seg sjálvt: Tað, sum fer fram í fólksliga almenninum, er ætlað tí fólksliga kollektivinum – luttakarunum sjálvum (Eyðun Andreassen, 1992, bls. 119ff, 284ff).



Jürgen Habermas: Borgerlig offentlighet dens framvekst og forfall. Henimot en teori om det borgerlige samfunn. No. týð. 1980.Malan Marnersdóttir: “Føroyska bókmentaalmennið í 19. øld, Ein skitsa Fróðskaparrit 32. bók 1985, s. 6-14. Eyðun Andreassen: Folkelig offentlighed 1992.
MM
Aftur til yvirlitið
alrím
heilrím, sí *rím.
Aftur til yvirlitið
alvitandi frásøgufólk
A.f. er vanligt í *triðjapersóns søgum. A.f. hevur fulla vitan um søguhendingarnar, tær ósøgdu hugsanirnar hjá teimum ymisku persónunum og tað, sum elvir teimum til. A.f. er eisini ført fyri at lýsa hendingar, sum fara fram í senn, men á ymsum støðum – eini evni, sum frásøgufólkið í *fyrstapersóns søgum vanliga ikki hevur. Sí eisini *ágangandi frásøgufólk.
Aftur til yvirlitið
amplifikatión
(lat. amplificatio ‘víðkan’, ‘øking’)
Stílbrigdi. Sí *magnan.
Aftur til yvirlitið
anafora
Endurtøka av einum ella fleiri fylgjandi liðum fremst í tveimum ella fleiri setningum, t.d. “Hvat kann røra hjartastreingir? Hvat kann reystar gera dreingir?” A. er eitt tað vanligasta slagið av parallellismu í *røðusnild.
Aftur til yvirlitið
anakronisma
Aftur til yvirlitið
anapaistos
Aftur til yvirlitið
anapest
Aftur til yvirlitið
anthologi
(gr. anthologia blómusavn, av anthos blóma)
Savn av úrvaldum yrkingum ella bókmentadømum. Fyrsta úrvalssavnið av føroyskum bókmentum er Anthologiin I og II, t.e. Færøsk anthologi, V.U. Hammershaimb savnaði og greiddi til prentingar og Jakob Jakobsen gjørdi orðalista og framburðardømi í 1891.
Turið Sigurðardóttir: “Hammershaimb sum tjóðarsmiður”, Bókmentasøgur 2004, bls. 106-123.
Aftur til yvirlitið
antistrophe
*ørindi.
Aftur til yvirlitið
antonomasi
(frá gr. antonomazein nevna í staðin)
1) Eitt slag av *sýnekdoku, har eitt tilnevni verður sett í staðin fyri sernavnið, t.d. “skiparin”, “klaksvíkingurin”. 2) sernavn brúkt sum felagsnavn, t.d. ‘ein Samson’ um ein sterkan mann, ein ‘Don Juan’ um ein konufólkarev.
Aftur til yvirlitið
antropologi
Aftur til yvirlitið
aposiopesa
*figurar, leikfigurar. Tað at setningur verður avbrotin, so at lesarin/ lurtarin má nýta hugflogið til at gera hann lidnan.
Aftur til yvirlitið
apostrofa
Ákallan á lutir ella hugtøk, hugsaðar ella burturstaddar persónar; t.d. ákallan á songdísina sum í byrjanini á Ilionskvæði: “Vreiðina kvøð um, gudinna...;” slík ákallan var vanligur inngangur til langar yrkingar í 17. øld (herming eftir Homer). Ákallan er vanlig í eitt nú lýriskum skaldskapi og sálmaskaldskapi; dømi: “O stjørnubál, o ævigi Orion” (J.H.O. Djurhuus.), “Vár við lýggjum vindi! Leingi vart tú burtur, tú!” (S. av Skarði.), “Harra Gud! Títt dýra navn og æra...” (P. Dass/ J. Dahl).
Aftur til yvirlitið
arbeiðarabókmentir
A. hava verið skilmarkaðar á tvinnanda hátt: 1) eftir innihaldi, t.e. bókmentir sum eru um arbeiðarastættina og vandamál hennara uttan atlit at samfelagshugsjónum hjá høvundi; 2) eftir samfelagsstætt, t.e. bókmentir eftir høvundar úr arbeiðarastætt. A. eru á hin bógvin ikki bundnar at ávísum bókmentarákum ella tekstsløgum. Markið millum tær báðar nevndu skilmarkingarnar er eisini ógreitt. Summir høvundar hava bara fingist við arbeiðarastættina og hennara vandamál í onkrum av verkum sínum, kanska bara í nøkrum fáum ella einari yrking. Men við *realismuni gjørdist tað vanligari, at rithøvundar skrivaðu um tey ringu korini hjá arbeiðarastættini og tað samfelagsliga órættvísi, sum henni var fyri; tað var í tráð við, at um tað mundið var arbeiðararørslan farin at skipa seg víða um lond. Hjá summum realistiskum høvundum verða arbeiðaraspurningar beinagrindin í stórverkum (t.d. Émile Zola); sama er at siga um nógvar *samfelagsskaldsøgur og aðrar politiskar bókmentir í 20. øld.
Tey fyrstu áratíggjuni eftir, at arbeiðararørsla var skipað, vóru arbeiðarastríðssangir høvuðstekstaslagið í a. Arbeiðarar yrktu ofta hesar sangir sjálvir, sum høvdu stóran týdning í stríðnum. Fram ímóti aldaskiftinum 1900 komu fram teir fyrstu høvundarnir úr arbeiðarastætt, sum fingu stóra ávirkan og gjørdust víðagitnir, (t.d. Maxim Gorkij, Martin Anderson Nexø); í 20. øld hava teir verið fjølmentir, serliga í 1930- og 40-árunum; teir flestu teirra hava í høvuðsheitum verið á somu kós sum róttøkir høvundar úr øðrum samfelagsbólkum. Seinni hevur henda gongdin hildið fram í nakað broyttum líki, bæði sum *heimildabókmentir av ymsum slag og *endurminningar.
Í føroyskum bókmentum finna vit a. í verkum eftir elstu prosahøvundar okkara, nevniliga stuttsøgur eftir Regin í Líð (dulnevni fyri Rasmus Rasmussen 1871- 1962) og M.A.Winther (1891-1944). Av føroyskum skaldsøguhøvundum er Martin Joensen (1902-1966) hann, ið dagar upp umaðrar, tá tað ræður umat lýsa korini hjá arbeiðarastættini (Fiskimenn 1946). Ein yrkjari, sum í 1970-árunum hevur lýst seg sum arbeiðarayrkjara, er Jóanes Nielsen (f. 1953).
Aftur til yvirlitið
arketýpa
(gr. archetypos, arche = byrjan, tann fyrsti; typhos = slag, snið, mynstur)
Frumsnið. Hugtakið er úr djúpsálarfrøði C.G. Jungs (1875-1961). Hann nýtti tað um eitt slag av frumsøguligum myndateknum (“urtümliches Bild”), sum vóru vorðin til av felags royndum hjá mannaættini og tí vóru ótilvitað samogn hennara (“das kollektive Unbewusste”). Henda hugmyndin hevur verið tikin upp av bókmentafrøðingum, sum meta at slík frumtekn koma til sjóndar í teknum og myndamáli í mýtum og skaldskapi. Grundleggjandi fyribrigdi sum eldur, vatn, loft, jørð, litir, so at vit nevna nøkur dømi, tykjast at hava eina felags, djúpt rótfesta merking tvørtur um tíð og stað í okkara felags dulviti, í hvussu er innan fyri sama mentanarøki; tey eru partur av dýptarmerkingini í mýtum og skaldskapi okkara.
M. Bodkin: Archetypal Patterns in Poetry 1934, 2. útg. 1963.
Aftur til yvirlitið
assosiatión
(da. association)
Hugasamband. A. eru serliga týðandi í bundnum skaldskapi og prosa, sum leggur seg eftir at endurgeva hugsanirnar og hugskotini, sum tey streyma gjøgnum tilvitið. Sí eisini *hugstroymi.
Aftur til yvirlitið
assonansur
(lat. assonare ljóma við)
Sjálvljóðarím, t.e. sjálvljóð í áherðslustavilsum eru tey somu, men fylgjandi samljóð eru onnur, t.d. steinum – heima, liljur – gildi. Vanligur háttur at ríma í romanskum miðaldarskaldskapi. Sera vanligur í føroyskum, og øðrum, kvæðum. Sí *rím.
Aftur til yvirlitið
avbygging
(ísl. afbygging, da. dekonstruktion, en. deconstruction)
Eitt arbeiðslag, sum eyðkennist av iva um møguleikan fyri samanhangandi merking í máli. Franski heimspekingurin Jaques Derrida (1930-2004) slóðaði fyri hesum arbeiðslagnum í nøkrum verkum, sum komu út 1967, og nógvir amerikanskir granskarar tóku tað upp frá tíðliga í 70- árunum.
Derrida vil vera við, at tann ráðandi hevdin í vesturlendskari hugsan hevur roynt at skapa støði fyri vissu og sannleika við at halda niðri tí endaleysa óstøðugleikanum hjá málinum. Henda “logosentriska” (*logosentrisma) hevdin hevur roynt at útvega merkingini eina óavmarkaða keldu ella trygd (“transcendal signified”, t.e. eitt treytaleyst *teknmið), sum kann miðsavna og festa óstøðugleikan hjá teknunum; hetta hevur verið gjørt við “yvirgangskendum stigskipanum”, sum geva einum miðstøddum heiti fyrimun fram um eitt útjaðara-heiti: náttúru fram um mentan, manni yvir kvinnu og, fyrst og fremst, talu fram um skrift. Tann “fonosentriski illgrunin”, sum ger skriftina til ein sník á tí ektaðu taluni, er ein avgerandi skotklingra í niðurbrótingararbeiðinum hjá Derrida móti vesturlendskari hugsan. Hansara arbeiðslag er tað, at hann vendir hugtaka-skipanum við og upploysir tær fyri at vísa, at hugtakið, sum er burturbeint og skúgvað til viks, altíð longu hevur dálkað tað miðstadda hugtakið, sum hevur framíhjárættindi. Soleiðis nýtir Derrida teknástøðið hjá Saussure og vil vera við, at tann óvikandi samleikin, ið vit ogna talu sum ektaðari keldu fyri merking, er lognbrá, tí málið virkar sum ein sjálvstýrd skipan av innanskipanarligum munum heldur enn sum “positivar hjáverur”; skrift, sum í vesturlendskari “metafýsikk hjáverunnar” er undir illgruna, tí hon vísir fráveruna av eini og hvørjari staðfestandi rødd, stendur í hesum týdninginum framman fyri talu.
Høvuðshugtakið hjá Derrida (hóast tað sambært grundreglu hansara ikki átti at havt framíhjárættindi) er “différance”, hetta orðið, sum hann hevur sett saman úr fr. “différence” t.e. ‘munur’, og fr. “deferral”, t.e. ‘sum boyggir seg’, fyri soleiðis at sipa til, at merkingarmuni í máli er tað íborið uttan íhald at geva eftir ella útseta ásetan av endaligari merking: mál er ein óendalig keta av ‘munaspæli’, sum logosentrisk hugmyndafrøði úrslitaleyst roynir at festa í onkra upprunaliga rót ella endastøð, sum tað ikki ber til at náa til. Avbyggjandi lestrarháttur leitar í tí granskaða tekstinum eftir tí grundleggjandi innbygda mótsetninginum, sum grevur undan krøvunum um, at teksturin umboðar samfelda merking. Tann torgreidda og mótsetningafulla støðan hjá Derrida til ta metafýsisku siðvenjuna er, at hann roynir at ógilda hana, samstundis sum hann ásannar, at tað fæst einki fast støði at gera tað uttan fyri tað svikaliga málið. A. grevur sostatt støðið undan sínum egna djúpa ivingarhugi við at viðganga, at a. flytur einki snar; hon er ein opið sjálvmótsigandi roynd at hugsa tað óhugsandi, ofta við at nýta merkilig nýggjyrði, hittinorð og orðaleik. *Poststrukturalisma.
Chis Baldick: “Deconstruction” The Concise Oxford Dictionary of Literary Terms 1990.
Jonathan Culler:The Pursuit of Signs. Semiotics, Literature, Deconstruction 1981.
Aftur til yvirlitið